Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 9 – Tað krevur fakligt innlit at hjálpa einum rúsevnamisnýtara. Vantandi vitan um sjúkuna kann verða við til at fasthalda misnýtaranum í misnýtsluni, sigur Jesper Grubach, viðgeri, sum skipar fyri grundskeiði í misnýtsluviðgerð í Føroyum, ið byrjar næsta mánað SKEIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Var tað nokk, at seta proppin í fløskuna ella bara gevast við at taka rúsevni, høvdu vit neyvan havt nakrar misnýtarar yvirhøv- ur. Ongin ynskir at verða misnýtari, og at so fá klára at basa misnýtsluni sjálvi er besta tekin um, hvussu álvarslig hendan sjúkan er. Tí er tað eisini so umráð- andi, at tey, sum eru um ein misnýtara, vita, hvat tey hava við at gera. Hetta sigur Jesper Gru- bach í sambandi við, at tað nú verður skipað fyri grundskeiði í misnýtslu- viðgerð í Føroyum. Jesper Grubach verður skeiðsleið- ari, og gongst, sum ætlað, verður seinni møguleiki at taka alla útbúgvingina sum misnýtsluviðgeri her heima. Óverdugt Uttan mun til, um ein starvast innan økið, er hjúnarfelagi ella avvarandi, krevur tað fakligt innlit at hjálpa einum rúsevnamis- nýtara aftur til eitt virðiligt lív. Tí er skeiðið eisini ætl- að øllum, ið hava áhuga fyri hesum arbeiði umframt fyrrverandi misnýtarum, sum áhaldandi arbeiða við sínum edrúskapi. Nógvir føroyingar hava longu tikið hetta skeiðið í Danmark, men sambært Jesper er tørvurin á útbúnum fólki innan hetta økið framvegis stórur í Føroyum. Ikki minst innan tað sjálvbodna arbeiðið, sum vit hava lut- fallsliga nógv av í Føroy- um. – Tað er at fegnast um, at tað eru so nógv, sum ynskja at hjálpa misnýtarum. Men tað er ikki nokk at hava eitt stórt hjarta, um tú veruliga skalt náa úrslitum. So leingi, ein misnýtari er fangaður í misnýtsluni, lovar hann hvat sum helst, bert fyri at bróta lyftini og svíkja álitið fer eftir ferð. Um tey, sum royna at hjálpa, áhaldandi geva eftir og lata seg manipulera, kunnu tey soleiðis verða við til at fasthalda misnýt- aranum í misnýtsluni, sigur Jesper. Tí er tað eisini beinleiðis óverdugt at spara misnýt- arin fyri at taka avleið-ing- arnar av síni misnýtslu. Eisini er tað ein spurningur, um ikki misnýtarin í síðsta enda verður dyggiliga svikin, um hann altíð veit sær eitt stað at koma og fáa umsorgan eina tíð, uttan at nøkur krøv verða sett hon- um, sigur John besøgin. Avnoktan Jesper vísir á, at fyrsta treytin fyri, at hjálpin ella viðgerðin skal eydnast, er eitt javnbjóðis forhold mill- um tann, sum roynir at hjálpa og misnýtaran. Á skeiðnum læra luttakarnir tí millum annað at seta treytir og krøv og at halda fast við teimum. – Ongin viðgerð í heim- inum kann í sær sjálvum gera ein misnýtara edrúan. Men vit kunnu læra at sam- skifta við hann á ein hátt, so hann sjálvur kann fáa eyga á trupulleikan. Tí snýr eitt av høvuðsevnunum á skeiðnum seg um avnoktan, ella hvussu misnýtarin fæst at ásanna, at hann er misnýtari, sigur Jesper. Hann leggur afturat, at eitt av eyðkennunum við misnýtarum er nevniliga, at teir ikki tykjast at læra av sínum mistøkum. Hóast avleiðingarnar av misnýtsl- uni gerast álvarsamari og týðiligari fyri øll onnur, sær misnýtarin tær ikki sjálvur, og tí dettur hann út í aftur ferð eftir ferð – Tað er ikki serliga tor- ført at fáa ein misnýtara at halda uppat at drekka ella taka rúsevni. Stóra avbjóð- ingin er at forða fyri, at hann byrjar aftur. Ein av stóru spurningunum vit viðgerar støðugt gruna yvir er: Hvat hendi, frá tí mis- nýtarin gjørdist edrúur, til hann valdi at rúsa seg aftur? Edrúskapurin er ongantíð eitt endamál í sær sjálvum, men bara fyrsta stigið til eitt gott lív uttan rúsevni. Tað er har, tað stóra arbeiðið byrjar, sigur Jesper og leggur afturat, at allir trupulleikar hvørva ikki, fyri tað um misnýtarin verður edrúur. Fær hann ikki hjálp at loysa sínar trupulleikar, kann edrú- skapurin gerast so pínufull- ur, at rúsurin enn einaferð verður einasta loysnin. Tað er soleiðis, misnýtarin er vanur at doyva sínar trupul- leikar, og fær hann ikki hjálp til at gera tað øðrvísi, fer hann at halda áfram í sínum gamla mynstri, inn til hann fær røttu hjálpina og er til reiðar at taka ímóti henni. Seta okkurt í staðin Ein afturvendandi spurn- ingur á skeiðnum er, hvussu viðgerin kan hjálpa misnýtaranum at seta okk- urt í staðin fyri mis-nýtsl- una. Sum kunnugt finst ongin úrslitalisti yvir, hvat eitt eydnuríkt lív er, og tí ræður tað um at fáa misnýt- aran at finna aftur til síni egnu innaru viðri saman við viðgeranum. Hetta krevur, sum eitt tað fyrsta, at viðgerin lærir at skapa eitt gott kensluligt samband við misnýtaran, so eitt munagott terapeautiskt ar- beiði kann byrja. Hesin parturin av skeiðn- um snýr seg um at ogna sær nøkur amboð til at samskifta við misnýtaran. Tað inniber so aftur, at skeiðsluttakarin sjálvur má á eina persónliga rannsókn- arferð, har hann má endur- skoða egna gamlar ímyndir, væntanir og kanska fordómar. Tí er skeiðið uppá fleiri mátar eisini ein persónlig menningarferð hjá tí einstaka luttakaran- um. Jesper Grubach hevur holla útbúgving og drúgvar royndir innan misnýtslu- viðger. Fyri stuttum tók hann skeið í evninum: »Avnoktan av misnýtslu« hjá kenda amerikanska við- geranum Terence T. Gorski. Í 1995 stovnaði Jesper Gru- bach, saman við øðrum, Institut for uddannelse i Misbrugsbehandling og psykoterapi, sum eisini skipar fyri skeiðunum í Føroyum, sum byrja í august mánað. Skeiðini eru skipað í fýra eindum og fevna yvir eitt eitt ára tíðarskeið. Misnýtsluviðgerð: Eitt stórt hjarta er ikki nokk – Tað er ikki serliga torført at fáa ein misnýtara at halda uppat at drekka ella taka rúsevni. Stóra avbjóðingin er at forða fyri, at hann dettur útí aftur, sigur Jesper Grubach, misnýtsluviðgeri