týsdagur 12. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fyrr í mánaðinum
skipaði Kirkjuliga
Missiónsfelagið fyri
árligu summarstevnu
síni.
TRÚARLÍV
Snorri Brend
Myndir: Bárður
Aftur hesaferð vóru gestir
komnir úr øðrum londum. Í
ár vitjaðu hjúnini Anna og
Norvald Yri úr Noregi, sum
áður hava verið trúboðarar í
Tanzania. Norvald var høv-
uðstalari á stevnuni.
Hinvegin so var eisini ein
føroyskur trúboðari við á
stevnuni, nevniliga Anne-
Lene Olofson, sum, saman
við manni sínum Peter
O.K., virkar sum trúboðari
somuleiðis í Tanzania.
Á stevnuni fingu fólk
høvið at hoyra hana greiða
frá pørtum av arbeiði
sínum, har hon m.a. legði
dent á útbúgvingina av
prestum og prestakonum.
Flestu møtini vóru hildin í
Ósáskúlanum, men summ-
arstevnan endaði sunnu-
kvøldið við felagsmøti
saman við KFUM&K í
Christianskirkjuni,
har
Norvald Yri talaði og kórið
í KFUM&K sang.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálptu til, tá okkara elskaði bróður og svágur
Torfinn Suni Ásmundarson
Miðvág
andaðist og varð jarðað.
Stóra tøkk fyri peningagávu, kransar og blómur
og tøkk til øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Gud vælsigni tykkum øll.
Familjunnar vegna
Birgir, Haldis og Maibritt við familjum
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, sum gleddu
meg á 75 ára føðingardegnum
26. juni 2005.
Takk fyri blómur, kort, fjarrit, ymiskar
gávur og fyri uppringingar, bæði her á
landi og uttanlands frá.
Takk til tykkum, sum stákaðust í køkinum
og børn míni, svigarbørn og abbabørn, at
tit stuðlaðu so væl og tóku móti gestunum
saman við mær.
Eisini leiðslan fyri Lonina, takk at vit
kundu fáa høli.
Harrin signi tykkum øll.
Hjalmar Joensen
Fuglafirði
Summarstevna í Klaksvík
Dagurin
13. juli. Margreta, deyð umleið ár 300. Hon var úr Antiokia, og foreldrini vóru heiðin. Hon tók við kristnari trúgv.
Av tí at hon ikki vildi lovast heidna herføraranum Olymbrias, varð hon hálshøgd. Ein margretumessa hevur verið
hildin. Margreta merkir perla á grikskum máli.
Ungi leirvíkingurin
Høgni Lisberg, gevur
í næstum sínara
næstu fløgu út. Í tí
sambandi spælir
hann konsert í
Mentanarhúsinum
fríggjakvøldið 15. juli
FLØGA
Niels Uni Dam
Fyrsta fløgan hjá Høgna
»Most Beautiful Things«fekk
sera góð ummæli, ikki bara í
Føroyum, men uttanlanda við.
Serliga gekk Høgni á odda,
saman við Plátufelagnum Tutl,
fyri Føroysku tónleikabylgjuni
í
Sveis,
har
Føroyskur
tónleikur nú selur heilt væl.
Høgni spældi fleiri konsertir í
Sveis, og var sera væl
móttikin.
Tað er eingin ivi um, at
Høgni veksur við uppgávuni
at skriva tónleik, og er hann
vorðin betri á palli fyri hvørja
konsert. Høgni hevði kanska
bestu framførsluna til AME í
Norðurlandahúsinum í apríl.
Tí verður tað sera spennandi
at síggja, hvat Høgni ferð at
borðreiða við á nýggja fløgu-
útgávuni.
Bólkurin hjá Høgna er
mannaður av sera dugnaligum
tónleikarum: Høgni Lisberg -
sang, gittar og slagverk. Jens
L. Thomsen - bass, Brandur
Jacobsen - trummur, Allan
Tausen - gittar, Hans Poulsen -
ljómborð
Tað
boðar
frá
høgari
góðsku, ið vit fáa høvi at
uppliva í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, fríggjakvøldið 15.
juli kl. 21.30 .
Marius eisini við
Hans Marius Ziska ferð eisini
á pallin í Mentanarhúsinum
hetta kvøldið, undir navninum
»Marius«. Hans Marius var
oddamaður í Flux, og er hann
nú farin at royna seg við sínum
egna bólki. Hans Marius er
frámúr góður sangari og sang-
skrivari. Alt í alt verður tað eitt
brak av einari konsert í
Mentanarhúsinum
hetta
fríggjakvøldið í juli.
Høgni Lisberg í
Mentanarhúsinum
Meðan tey vaksnu sótu á møti, hugnaðu børnini sær uttanfyri
Anne-Lene Olofson er
trúboðari í Tanzania, og
greiddi frá útbúgvingini av
prestum og prestakonum
Tey møta so trúfast upp á hvørjari summarstevnu – at fáa nakrar góðar dagar í andaligum felagsskapi og nakrar dagar saman við
øllum hinum