týsdagur 12. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavnar Býráð
hevur sent soljóðandi
samhugafjarrit til
íbúgvarnar í London í
sambandi við yvir-
gangin har í farnu
viku:
Ken Livingstone
Mayor of London
Greater London Authority
City Hall
The Queen's Walk
London SE1 2AA
On behalf of the Munici-
pality of Torshavn, capital
of the Faroe Islands, I wish
to offer our heartfelt sym-
pathy to the people of
London after the horrific
events of yesterday.
Even though we are close
neighbours, we cannot beg-
in to imagine the pain and
suffering caused by these
cowardly attacks and our
thoughts are with the
families of the victims and
with the injured.
We are extremely grate-
ful for your determination
not to give in to terrorism
or to let terrorists change
our way of life.
Yours sincerely
Heðin Mortensen
Mayor of Tórshavn
10
Nr. 130 - 12. juli 2005
Leygarkvøldið vórðu 11. Oyggjaleikirnir settir í het-
lendska høvuðsstaðnum Lerwick. Ikki færri enn 24 ym-
sar oyggjar eru við í leikunum hesaferð, og tað má sig-
ast at vera einki minni enn eitt bragd, at tað hevur eydn-
ast at savna so nógvar oyggjar til slíkar ítróttarleikir.
Føroyar eru við í Oyggjaleikunum við nærum hálv-
tannað hundrað luttakarum. Lat okkum alt fyri eitt
ynskja føroysku luttakarunum góða eydnu, góða kapp-
ing og gott vinarlag. Sjálvandi vóna bæði okkara lut-
takarar og øll tey mongu, sum fylgja við leikunum, at
Føroyar fara at standa seg væl.
Tað er sera hugaligt at vita sær, at tað hevur eydnast at
menna leikirnar ár undan ári við fleiri luttakandi oyggj-
um og eisini nýggjum ítróttargreinum.
Vit eru so von við bara at vera eygleiðarar til stórar al-
tjóða ítróttarleikir sum nú Olympisku leikirnar. Uttan
at nakran hátt at undirmeta teir leikirnar, so má tó
sigast, at Oyggjaleikirnir fyri okkum føroyingar hava
sera stórt virði, tí umframt at geva ungfólki møguleika
at dystast á vølli og fáa upplivingar og vinfólk, so eru
hesir leikir eisini við til at byggja brýr millum
oyggjalond og oyggjatjóðir nær og fjar.
Tann sannroynd at ikki færri enn hálvthundrað bátar
eru farnir úr Føroyum til Hetlands at uppliva leikirnar
og stuðla okkara fólkum er prógv um tann breiða
týdning, sum leikirnar hava.
Leikirnir geva okkum høvi til at uppliva mentanina hjá
hvørjum øðrum. Teir kunnu eisini vera ein náttúrligur
pallur fyri at víðka handilsligt og vinnuligt samstarv. At
bæði løgmaður og borgarstjórin í høvuðstaðnum eru við
á leikunum gevur boð um, at her er eisini talan um annað
enn kapping á vølli. Tað snýr seg so sanniliga eisini um
at knýta bond av ymsum slag.
Tað fólksliga og mentanarliga innihaldið, sum leikirnir
eisini leggja upp til, er nakað, sum vit eiga at meta høgt
og hjúkla um. Hetta at okkara ungdómur kemur út um
landoddarnar at royna seg í kapping er sera gott, tí tað
gevur eisini sama ungdómi atgongd til so mong onnur
lívsvirði, her ikki minst at læra onnur fólk og aðrar
mentanir at kenna. Úrslitið av tí kann gerast virðing fyri
og tolsemi við fólk, sum kanska ikki hugsa eins og vit og
bera seg at eins og vit.
Latið tí Oyggjaleikirnar umframt at vera ítróttarkapp-
ing við øllum tí góða, sum hon hevur við sær, eisini
vera eitt mennandi og sambindandi lið millum fólk og
oyggjatjóðir. Tað skal vera okkara vón, at øll okkara
ungu fólk koma heimaftur í øllum góðum og við nógv-
um heiðursmerkjum. Eisini Sosialurin er við til
Oyggjaleikirnar við ikki færri enn tveimum journalist-
um og einum fotografi. Vónandi fara okkara lesarar at
fáa nógvar áhugaverdar og spennandi upplivingar
gjøgnum okkara dekning av leikunum komandi vik-
una. Góðar Oyggjaleikir øll somul.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Oyggjaleikir byggja brýr
millum oyggjalond
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jaspur Vang.
Sum steinur oman á
byrðu verða sárbar-
astu økini í landinum
ferð eftir ferð løgd
lamin av verkføllum.
Seinasta "krígsav-
bjóðingin" frá for-
manni starvsmanna-
felagsins við hóttan-
um um truplar sátt-
málasamráðingar nú
til heystar, eigur tí at
verða tikin í álvara.
Landsstýrið og/ella
løgtingið mugu taka
ábyrgd og her og nú
fáa ein enda á aftur-
vendandi gíðslatøk-
uni av suðuroyingum
og sandoyingum.
Eins og í londunum uttan
um okkum verja føroysku
fakfeløgini vunnin rættindi
og stríðast fyri sømdum, tey
meta seg hava rætt til. Hett-
ar eru sjálvsøgt rættindi
arbeiðstakaranna í einum
framkomnum samfelag sum
okkara - tí alt gott um tað.
Munurin á arbeiðsmarknað-
inum í Føroyum og øðrum
arbeiðsmarknaðum er tó
tann, at landspartar í lond-
unum uttan um okkum ikki
verða lagdir lamnir í tíð og
ótíð
vegna
ósemjur
á
arbeiðsmarknaðinum.
Við størstu virðing fyri
frælsa samráðingarrættin-
um, eigur tað tó ikki at vera
soleiðis, at suðuroy- ingar
og sandoyingar skulu svíða
fyri, at partarnir á føroyska
arbeiðsmarknaðinum ikki
hava megnað at menna eina
tíðarhóskandi samráðingar-
tilgongd.
"Krígsavbjóðing"
eigur at fáa fylgjur.
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum sendi tann 7. juli
2005 Fíggjarmálastýrinum
eina "krígsavbjóðing" í
fjølmiðlunum, eins og hann
boðaði frá, at lønarsamráð-
ingarnar komandi heyst
verða truplar.
Tí hava suðuroyingar og
sandoyingar krav uppá, at
landsstýrið - og um neyð-
ugt løgtingið taka mátt-
mikla fakfelagið í álvara og
beinan vegin bera soleiðis í
bandi, at strandsfaraskipini
í neyðugan mun verða
mannað við tænastumonn-
um, ella starvsfólki, sett í
starv við tænastumanna-
líknandi treytum. Líknandi
skipan tryggjar m.a. flog-
ferðsluna um flogvøllin í
Vágum og er tí einki skeivt
í at taka tílík stig.
Nevnast kann, at tey ein-
ans 18 starvsfólkini umborð
á "Smyrli" eru umboðað av í
minsta lagi 5 ymiskum fak-
feløgum. Undir verandi um-
støðum kunnu Suðuroying-
ar tískil síggja fram til, at
"Smyril" í minsta lagi verð-
ur verkfallsraktur 5 ferðir
komandi heyst. Í skrivandi
stund er tað eisini ivasamt,
hvørt semja er um manning-
arviðurskiftini umborð á
nýggja "Smyrli". Kemur
nýggji "Smyril" soleiðis
ikki í sigling sum ætlað, er
skommin fullkomin.
Vinnan bløðir
Í Suðuroynni og í Sand-
oynni, har arbeiðsloysið
framman undan er størst í
landinum, verður fiskivinn-
an á landi, sum framman
undan stríðist fyri at yvir-
liva sum vinna, løgd lamin
hvørja ferð strandsfaraskip-
ini verða verkfallsrakt.
Aðrar vinnur í hesum
oyggjum verða samstundis
tarnaðar í sínum virksemi,
eins og einstaki suðuroy-
ingurin og sandoyingurin
verður forðaður í sínum
dagliga virki.
Øll minnast vit, hvussu
fiskivinnan á landi lá í
skeljasori eftir seinasta
langa verkfallið.
Tí hevur vinnan í Suður-
oynni og Sandoynni ikki tíð
- ella ráð til at bíða eftir at
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum finna fram til - og
byggja upp eina meira
framkomna samráðingartil-
gongd.
Vandamikið - men so
ómakaleyst og høgligt
Tað tykist, sum um tað fyri
eitt nú Starvsmannafelagið
er so høgligt og ómakaleyst
at lemja teir partar av land-
inum, har bert ein viðfán-
ingur av limum felagsins
búgva. Úrslitið er, at ferð-
slan partvís - og nærum
ótarnað verður avgreidd av
mangan óroyndum fólki,
sum antin av vælvild, ella
fyri vinning átaka sær at
flyta fólk millum oyggjar-
nar. Ferðafólk verða soleið-
is flutt millum oyggjarnar
undir mangan vandamikl-
um umstøðum - serstakliga
um Suðuroyarfjørð. Bæði
fakfeløg og landspolitiski
myndugleikin hava ábyrgd
av óskipaða og til tíðir lívs-
hættisliga ferðafólka- flutn-
inginum.
At enda
At undanfarna samgonga,
hóast lyfti um tað, ikki
megnaði at tryggja suðuroy-
ingum og sandoy- ingum
"lívæðrina" til meginlandið,
eigur at vera ein avbjóðing
fyri sitandi samgongu og
eitt høvi hjá sitandi løg-
manni og harvið sam-
gonguni at halda eitt av lyft-
um sínum til suðuroyingar.
Afturvendandi gíðslatøkan av suðuroyingum
og sandoyingum má fáa ein enda
Samhugafjarrit við offrini í London