Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 131 - 13. juli 2005 Allur heimurin uttan undantak fordømir yvirgangsálopini í London. Úr øllum londum koma samhugafjarrit til tey av- varandi og myndugleikarnar í Bretlandi, eftir at fýra bumb- ur í vikuni gjørdu av við meira enn 50 ósek menniskju og særdu fleiri hundrað. Eisini úr Føroyum verður samhugi vístur teimum, sum mist hava. Tórshavn hevur sent borgar- stjóranum í London samhugafjarrit undirskrivað av borgar- stjóranum her. Bumbuálopini í London eru bert enn enn ein ræðuhending í røðini av yvirgangi eftir 11. september í New York. Ár her- fyri raktu bumbur ósek í spanska høvuðsstaðnum. Nú kom so túrurin til London. Og óttin breiðir seg. Spurt verður hvar yvirgangsfólkini fara at gera um seg næstu ferð. Onkur vil vera við, at Danmark, sum eins og Spania og Bretland hava verið partur av hermegini í Irak, nú eigur tørn. Og sum partur av danska kongaríkinum eiga heldur ikki vit í Føroy- um at kenna okkum trygg. Spurningurin er tí, um okkara myndugleikar eins og teir donsku eru á varðhaldi? Hesin afturvendandi yvirgangurin fer fram júst um sama mundið, sum liðin eru 10 ár síðani ræðuligu hendingina í Srebrenica í Bosnia, tá blóðtystir og hevndarhugaðir serbar tóku til fanga fleiri enn 7000 muslimskar dreingir og menn og tóku teir av døgum. Henda ræðuhending fer at eiga pláss í framtíðar søgubókum sum nakað av tí mest ræðuliga, sum mannahendur hava framt, síðani seinna heimskríggj. Hvat kunnu vit onnur gera, tá slíkt hendir verður spurt. Finna tey seku er svarið. Sjálvandi skulu tey seku finnast, tey seku frá hópdrápunum í Bosnia og tey seku frá yvirganginum í London 10 ár seinni. Men hetta er ikki nóg mikið. Vit mugu eisini í slíkari stund gera okkara til at byggja brýr millum øll menniskju, uttan mun til trúgv ella húðalit, landamørk ella politiskar fatanir. Tess fleiri menniskju víða um virka fyri friði og næstrakærleika tess torførari hava fundamentalistar og fanatikarar møguleikan at fáa fótafesti og undirtøku. Tey seku mugu standa til svars fyri gerðum sínum, men vit mugu gera alt fyri at minka um haturi, sum fylgir í kjalarvørrinum á slíkum misgerðum. Besta vápnið móti ekstremu yvirgangskroppunum er, at vit øll, kristin sum muslimar, buddistar sum hinduistar, standa saman sum ein maður. Tað yvirgangsfólkini ynskja er nettupp at seta kílar millum okkara og tey, sum teir halda vera teirra egnu. Uppgávan hjá okkum í Vesturheiminum og í øllum heiminum annars er at savna tey hóvligu móti teimum víðgongdu. Yvirgangsfólkini mugu ikki fáa sín vilja, sum er at skapa enn størri hatur og intoleransu millum eitt nú kristin og muslimar. Tí krevur tað nógv av okkum øllum, at vit ikki leypa framav og taka lógina í egnar hendur og bara leggja upp til eina hevndaratsókn fyri og aðra eftir. Latið okkum heldur, krist- in sum muslimar, hvít sum svørt, standa saman móti harð- skapinum og yvirganginum. Men hetta krevur so aftur av okkum, at vit eru við til at loysa tær konfliktir og støður, sum eisini eru ein partur av orsøkini til yvirgangin. Eitt nú óhugnaliga fátækradømið í heiminum. Og her hugsa vit so serstakliga um eina friðaliga loysn á Miðeysturtrætuni millum ísraelar og palestinar. Her mugu hóvligu og med- menniskjansligu kreftirnar í báðum leirum gera alt fyri at vinna á fundamentalistunum, sum jú finnast alla staðni. DAGSINS MEINING Sosialurin Ræðuleikar halda fram VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. YVIRLÝSING Undirritaðu fakfeløg mót- mæla harðliga, at landsstýr- ismaðurin við fíggjarmál- um hevur noktað at góðtik- ið eina semju, sum Maskin- meistarafelagið og Elfel- agið SEV hava gjørt eftir uppskoti, sum varð lagt fram av semingsfólkunum. Tað er átaluvert, at lands- stýrismaðurin vrakar eitt av pørtunum góðtikið sem- ingsuppskot, sum hevur til endamáls at javna lønina hjá maskinmeistarum, sum starvast hjá SEV við aðrar maskinmeistarar, ið starv- ast á landi, serliga tá vit kunnu staðfesta, at sam- bært viðmerkingunum til kommunu-stýrislógina so er endamálið við góð-ken- ningar-heimildini hjá landsstýrismanninum júst at "tryggja eitt javnt alment lønarlag" Vit átala samstundis harð- liga, at sitandi samgonga hevur longt verandi sáttmála í 5 mánaðar og harvið hevur forðað maskinmeistarunum, sum starvast hjá SEV, at fáa somu løn, sum aðrir starvs- felagar teirra, sum starvast á landi. Vit vilja harðliga ávara ímóti, at politisku flokkar- nir soleiðis leggja seg út í samráðingarættin og verk- falsrættin hjá føroysku fak- feløgunum og vit skulu minna á, at vanligi føroyski løntakarin neyvan fer at gloyma hesa ráðagerð, sum teir politikarar sum siga seg stuðla verkamannafjøldini, her hava framt móti føroysku fakfelagsrørsluni. Vit lýsa tí við hesum okkara fulla stuðul til Maskinmeistarafelagið og limir tess, og heita á øll fak-feløg um at standa saman móti áganginum frá sitandi samgongu. Tórshavn, tann 08-07- 2005 Føroya Pedagogfelag Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Føroya Lærarafelag Ergoterapeutfelagið Fysioterapeutfelag Føroya Bioanalytikarafelagið TÍÐINDASKRIV Fólkaflokkurin Fólkafloksumboðið á Fólkatingi fer at reisa ein grein 20 spurning til Lene Espersen, justitsministara, til skrivligt svar í Fólka- tinginum í morgin. Anfinn Kallsberg fer at seta danska løgmálaráðharranum hesar spurningar: 1. Er løgmálaráðharrin partur av avgerðini um at niðurprioritera politiið í Vágum og Vestmanna fyri í staðin at uppprioritera politiið í Tórshavn? 2. Hvat heldur løgmála- ráðharrin um hesa avgerð? 3. Áttu føroyskir myndug- leikar ikki at verið partur av hesi avgerð, áðrenn ein so prinsipiell støða verður tikin? Í fjølmiðlunum verður boð- að frá, at ætlanir eru at flyta tveir av sjey politistum í Vágum til Havnar, og at sýsluskrivstovan í Vest- manna verður latin aftur. Anfinn Kallsberg er sannførdur um, at tað neyvan liggur nøkur spar- ing í hesum broytingum. Nú økt flúgving fer fram í Vágum, verður helst brúk fyri fleiri resursum á Flog- vøllinum. Anfinn Kalls- berg, fólkatingsmaður, er av tí fatan, at uppgávurnar verða best loystan so tætt at brúkaranum sum gjørligt, - og tað ger man ikki við at flyta úr politiið úr Vest- manna og partvíst úr Vág- um og sentralisera politiið í Havn. - Tað er avgjørt neyðugt, at føroyskir myndugleikar eiga at verða partur av støðutakanini í einum so prinsipiellum málið, sigur Anfinn Kallsberg. VEGNA SAMFERÐSLUBÓLKIN Jacob Vestergaard, form. So hendi tað aftur. Smyril siglir ikki tí verkfall er lýst. Suðuroyggin liggur avskor- in frá umheiminum hvat ferða- og farmaflutningi viðvíkur, til stóran skaða fyri vinnulívið og vanlig ferðafólk. Hetta kunnu vit ikki framhaldandi liva við. Samferðslubólkurin ásann- ar, at hóast trupuleikin hev- ur verið umrøddur av og á í fleiri ár, eru ongi ítøkilig stig tikin fyri at loysa mál- ið, og tí verður Smyril lagd- ur hvørja fer verkfall er. Tað er tí alneyðugt, at tað beinan vegin verða tikin stig til at loysa hetta, fyri Suðuroynna, so týdningar- mykla mál. Samferðslubólkurin hev- ur tí heitt á landsstýris- mannin í fíggjarmálum um at taka málið upp við av- varandi yrkisfeløg, og finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við. Kallsberg spyr Espersen um løgreglu Suðuroyarleiðin má tryggjast móti verkfalli