Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 11 Hjalmar N. Poulsen Álitismaður fyri maskin- meistarnar hjá SEV í Vestmanna Í samrøðu við Høgna í mid- dagssendingini hjá Útvarpi Føroya hin 8/7 roynir fíggjarmálaráharrin at rættvísgera ývasomu frá- greiðing hansara í Løgtings- salinum lagnukvøldið, tá demokratisku skipanarvið- urskiftini á føroyska ar- beiðsmarknaðinum vóru deyðadømd. Ólógligi ar- beiðsstegðurin, sum vegna samhuga varð sýndur okk- um, kann sjálvsagt ikki við fyrimuni saksøkjast, tá sjálvt streymslitið og eftir- fylgjurnar av hesum eru framkomnar á skeivum grundarlag. Fíggjarmála- ráðið hevði uppá forhond tapt eitt møguligt sakarmál í sambandi við arbeiðssteðg. Hetta tí at løgtingið er villeitt undir løgtingsorða- skiftinum, kanska tilvitað fyri at fáa teir at hoppa uppá vognin, so skinnið á nøsini kundi bjargast. Framvegis heldur hann uppá, at lønarútgjaldingar- nar lógu heili 40 % oman- fyri, hvat sáttmálin vísti. Pástandur hansara bygdi, sum skilst, á, at viðbøtur og yvirtíðsútgjaldingar vóru órímiliga høgar í mun til aðrar sáttmálar av slíkum slag. Út frá hesum sjónar- miði, væl at merkja, um hetta er satt, kann man enn einaferð aftur ásanna, at maðuin er rættuliga óseriøsur. Og tað er ongin loyna, at tað er ógvuliga naivt av honum at hugsa í hesar banar, tí at tað kann ikki vera meiningin, at yvirarbeiði er neyðugt fyri, at lønin skal vera tekkilig. Ella sagt á annan hátt : Arbeið bara nógvar tímar, so verður lønin hampulig. Hann átti, áðrenn hann framførdi seg á hendan hátt, at gripið í egnan barm! Skal ikki koma so nógv inn uppá hetta øki men bert nevna løgtingsmannalønir- nar sum eitt líti dømi. Teirra mánaðarligi lønar- kekkur kemur í hús óansað um teir liggja á divanini heima alla ei. Hesin sum hóast alt er feitari enn tann, sum maskinmeistararnir hja SEV fáa, fyri vanliga, og í flestu førum eisini óvanliga arbeiðstíð. Mun- urin er bara tann, at hesir 40-50 lønarkekkar eru neyðugir fyri at tryggja eina støðuga og álítandi streymveiting um alt landið, til eina og hvørja tíð, sum samfelag okkara ikki á nakran hátt kann vera fyri uttan. Sjálvsagt er tað ein ófrá- víkilig treyt, at allar perur kunnu lýsa - eisini tann, sum stendur í standilamp- uni við síðuna av divan løgtingsmanna. Pástandur mín um at villeiðandi og direkta ósannar upplýsing- ar vórðu framførdar í løg- tinginum er veruleiki. Fíggjarmálaráharrin hevur ikki bert við vilja misskilt lógarheimild sína, men hann hevur eisini missnýtt hana. Hetta eru sjálvsagt sterk orð, men byggja á viðmerkingarnar til sjálva lógina, sum heimiðlar honum til ikki at staðfesta nú tilonkisgjørda sáttmála millum SEV og felag okkara. Viðmerkingar til eina og hvørja lóg verða gjørdar við tí fyri eyga, at tær ikki skulu misskiljast, ella sagt eitt sindur øðrvísi, tær eru til at vísa, hvussu hetta amboð skal brúkast og ikki misbrúkast. Loyvi mær til síðst at endurprenta partar av viðmerkingum til kommun- ustýrislógina, sum teir annars sjálvir hava viðtikið : Viðm. til paragraf 5, stk 5.: Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felags- skapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanar- viðurskifti, góðkennast av landsstýrismanninum. Við- víkjandi flokkingum og stigum verður serliga hugsað um hægri størv. Spurningur mín er so, hvussu tað eftir hesum kann bera til, at SEV- maskinmeistararnir liggja millum 8 og 9,7 % lægri enn aðrir, sum samanberast kann við. (Umframt er ójavnin eisini í frítíðar- skipanini hvat føstum frídøgum viðvíkur). Og hvussu ber tað so til, at hann brúkar hesar hei- mildir, við tað at lønar- munurin harvið økist. Ein góður spurningur krevur eitt gott svar. Forkastiligt er at landið lá í andaleypi í fleiri døgn. Men mest syrgiligt er tó, at allar demokratiskar reglur vóru vanvirdar og brotnar. Seinur dagur upprennur, áðrenn henda beistagerð verður gloymd. Rættleiðing til fíggjarmálaráharran Erik Ludvigsen Aalborg Chefredaktør Hans Engell, Ekstrabladet, har som så mange andre med rette kanøflet Høgni Hoydal for hans meningsløse kritik af dronningens festtale i Nord- ens hus. En tale som han karakteriserede som vær- ende politisk. Det har fået Høgni Hoydal til at komme med følgende festlige betragtn- ing i Sosialurins tirsdags- udgave forleden. Han siger, at Hans Engell bør anskue »Dronningesagen« fra en anden og rigtigere vinkel, som Høgni Hoydal så belyser med følgende eksempel: Hvis Kong Gustav av Sverige siger Høgni Hoydal skulle finde på at kritisere den danske udlændingelovgivning, så ville Kong Gustav ikke møde kritik fra dansk side og drage en paralel til dronningens festtale. En uretfærdig forskelsbehand- ling fremhæver Høgni Hoydal. Sammenligningen er ganske enkelt gak i låget og viser at nu rapler for alvor for Høgni Hoydal. Heri Ziska Tað er syrgiligt at síggja hvussu sitandi samgonga rættvísger sínar útreiðs- lur. Vagnur Mikkelsen vísti í lesarabrævið á hvussu pengar, sum eru oyramerktir til ávísar verkætlanir í framtíðini, kundu blivið brúktir annarleiðis um raðfest- ingin ikki var tann hon var. Edmund Joensen svarar aftur at fullveldis samgongan hevur lækka blokkin. Dugi ikki at síggja samanhangin, tí hvussu kann ein brúka pengar, sum ikki eru partar av inntøkuni longur til at loysa trupuleikar, sum stinga seg upp í framtíðini? Eg vil tí gjarna spyrja Edmund Joensen, hvussu hann ætlar at geva pensionist- unum tær tænastur teir hava tørv á, við tí part- inum av blokkinum, sum ikki er har longur. Og vælsignaður, lat verða við at fortelja mær at blokkurin er lækkaður. Tað veit eg. Lat eisini verða við at fortelja mær, at tað var ein fullveldis- samgonga sum gjørdi tað. Tað veit eg eisini. Fortel mær bara hvussu tú vil loysa teir trupulleikar, sum eru í hesum land- inum í dag, við pengum, sum ikki eru har longur. Man skal altíð læra av fortíðini, men løgtings- menn eru valdir til at taka avgerðir um hvussu landið skal leiðast inn í framtíðina, og ikki hvussu tað átti at verði leitt í fortíðini. Palli Dalsgaard Nú er ráma skríggj, tí eldra- økið er skert við almennum pengum. Tað er sjálvandi harmuligt at so er. Men tilboðini til okkum gomlu eru eftirhondini so nógv, at pengarnir, ið játtaðir verða til hesi tilboð, røkka ikki til. Antin landsstýrismaðurin í almannamálum eitur Hans Pauli Strøm ella hvat annað navn maðurin annars hevði havt, kundi verið líkamikið, uppgávan er ikki løtt at loysa. Mat mugu tey fáa, ið ikki klára at matskaffa sær sjálvum, sama við teim seingjaliggjandi og teim veiku, tey mugu fáa ta røkt teimum krevst. Men allar uppgávur kunnu ikki loys- ast yvir ein kamb, hvørki á eldraøkinum ella á nøkrum øki, okkurt má liggja á láni til umstøður verða at loysa so við og við. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: »Hevur Hans Pauli Strøm verið ovmikið rúmmirsk- ur?«, men svara kann eing- in. Meiningar um loysnir á málinum hava longu verið frammi. Borgmeistarin í Havn, Heðin Mortensen, sigur, at eldraøkið má leggjast til kommunurnar, og at Havn- ar kommuna hevur pengar til eldraøkið. Tað ljóðar bara gott. Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, hevur ta meining, at eldraøkið má leggjast út til kommunur- nar, tí tá er málið nærri brúkaranum. Tað kann vera nakað sum tað, men hvat við teimum kommununum, sum ikki hava eina einastu krónu at gjalda nakað sum helst við? Hvussu verður vorðið har við teim gomlu? Døgurði fyri einans 30 kr. er nakað bíligur, hann kann væl kosta heldur meira. Pensjónin er til at brúka, nakað av stoltleika mugu vit hava at vísa teim yngru á, tí tað eru tey, ið skulu gjalda gildið. Men eitt undrar okkum fleiri pensionistar og veljarar við, tað er, hví hvørki Útvarp ella sjónvarp nevna eitt einasta orð um blokkin, ið var minkaður av fullveldislandsstýri. Hví verður ikki spurt eftir teimum pengunum, sum tá vóru tiknir frá okkum? Her er úrslitið av tí minkingini, sum teir menninir hó- reiggja sær av. Hetta málið má geva okkum, sum alla tíðina tosa um yvirtøku, og teimum, sum rópa um fullveldi nakað at hugsa um. Tí tað skal meira til hesin enn bógslið. Tað skal meira til hestin enn bógslið VIÐMERKINGAR Spurningur til Edmund Joensen Drotningavitjanin Høgni Djurhuus Navni mín Hoydal skriv- aði herfyri um lógirnar hjá Margretu, Andersi og Jóannesi. Hann heldur, at fjølmiðlarnir í Føroyum lýstu ikki nóg væl avleið- ingarnar av lógunum og veruligu ætlanina við teimum. Hann kom eisini við pástandinum um, at fjøl- miðlarnir í Føroyum eru ikki nóg væl fyri fíggjar- liga til at fara niður á botn í nøkrum máli: ”Høvuðsorsøkin til, at fjølmiðlarnir ikki veruliga fáa røkt sína uppgávu sum vaktarhundur, er sjálvandi vantandi peningaliga orkan til journalistiskt arbeiði.” Høgni Hoydal er ikki tann fyrsti, sum kemur við hesum pástandi. Heldur ikki tann seinasti. Tíverri, tí pástandurin er burturvið. Orsøkin til, at føroysku fjølmiðlarnir gera ikki skyldu sína sum vaktarhundur, sum fjórða statsvaldið, er ikki pengar. Orsøkin er raðfesting og einki annað. Søgdu leiðslurnar á fjølmiðlunum sum so, at nú fara vit at gera okkara skyldu, vit fara at grava, kanna og avdúka, so ber eisini til at finna peng- arnar. Tí pengar eru. Men soleiðis raðfesta føroyskir fjølmiðlar ikki. Hvørja ferð A-landsliðið í fótbólti fer av landinum at tapa fara minst tíggju fjølmiðlafólk við og eru burturi í eina viku. Nú eru Oyggjaleikir. Ein riðil av føroyskum eru í Hetlandi. Tað er bara ein sjálv- fylgja. Eingin tosar um pengar, eingin spyr um pengar. Og tann, sum spyr, fær einki svar. Prix Føroyar, stevnur, festivalar, ítróttur. Tá er eingin vantandi peninga- lig orka hjá fjølmiðl- unum. Altso: leiðslurnar hjá føroyskum fjølmiðlum raðfesta undirhald fram um avdúkandi journalis- tikk. Hann er raðfestur á bonkin. Latið okkum eina ferð fyri allar jarða handan pástandin um, at føroyskir fjølmiðlar hava ikki ráð til at vera fjórða statsvaldið og vaktarhundur. Teir hava ráð, bara teir rað- festa øðrvísi enn teir gera nú. Fjórða statsvaldið raðfest á bonkin