týsdagur 12. juli 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Petur Joensen,
deildarleiðari á
Oljufyrisitingini
35 mill. kr.
eftir til
førleika-
menning
FØRLEIKAMENNING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hóast tað eru gingin
meira enn fimm ár,
síðani oljufeløgini, sum
fingu leitiloyvi í 1. út-
bjóðing, bundu seg til at
gjalda tilsamans 85 mill.
kr. til førleikamenning
av føroyskari vinnu, so
eru enn einar 20 mill. kr.
eftir av hesi upphædd.
Peningurin skuldi verða
brúktur innan 2007, so
okkurt røkist helst fyri,
at tað mesta av hesum
førleikapengunum fer at
verða brúkt, áðrenn tíð-
in fyri seks ára loyvini
gongur út. Møguleiki er
tó eisini fyri at brúka av
pengunum eftir ta tíð,
men so mugu nýggjar
reglur gerast. Tað stend-
ur annars í lógini, at teir
pengarnir,
sum
ikki
verða brúktir til før-
leikamenning, tá kunnu
fara í ein serstakan
grunn.
Umframt hesar 20 mill.
kr. hava feløgini, sum
fingu játtað leitiloyvi í
2. útbjóðing, bundið seg
til at brúka einar 14
mill. kr. somuleiðis til
f ø r l e i k a m e n n i n g ,
gransking
og
onnur
endamál, sum hava við
leiting og eina framtíðar
føroyska oljuvinnu at
gera. Tvs. at tað í dag
standa 35 mill. kr. tøkar
at brúka til førleikmenn-
ing og onnur endamál
váttar Petur Joensen,
deildarleiðari á Olju-
fyrisitingini.
Baugur setist nú aftur
á bretska marknaðinum
FÍGGJARKREPPA
Finnbogi Ísakson
Eftir at 5 leiðandi fólk í ís-
lendsku fyritøkuni Baugur
eru ákærd fyri fíggjarsvik
og annað, hevur felagið
fyribils slept ætlanini at
keypa fleiri handlar í Bret-
landi. Ríkasti maður í Ís-
landi sigur seg einki hava
við Baug og leiðararnar har
at gera
Líkt er til, at ákæran um
skattavik og fíggjarsvik,
sum íslendski ríkisákærin
fer at reisa móti Jón Asgeir
Jóhannesson og fýra av
næstumonnum hansara í
íløgufelagnum Baugi, hev-
ur steðgað øllum ætlanum
hjá fyritøkuni um at víðka
sítt virksemið í Bretlandi.
Baugur hevur annars
keypt handlar í stórum tali í
Bretlandi
eins
og
í
Skandinavia.
Ætlanin hevur verið, at
ein samtøka, har Baugur
var høvuðseigari, skuldi
keypa Somerset, sum er
fimtstørsta handilsfyritøka
í Bretlandi. Politikanningin
av Baugi hevur ført við sær,
at henda ætlanin fyribils er
slept, sigur bretska útvarpið
BBC. Jón Asgeir hevur av-
noktað allar skuldsetingar-
nar, og nevndin í Baugi
styðjar hann fult út. Men
Baugur hevur kortini gjørt
av at útseta allar stórar
handlar, til málið um fíggj-
arsvik er avgreitt. Málið
kemni í ár.
Tilsamans fer ríkisákærin
at ákæra Jón Asgeir og fýra
onnur fólk fyri svik í 40
førum. Jón Asgeir sigur, at
skuldsetingarnar eru polit-
iskar. Men málið hevur so
havt ta avleiðing, at fyribils
minkar Baugur ferðina, tá
talan er um at keypa handl-
ar í Bretlandi.
Síðani 1998 hevur Baugur
keypt 45 handlar har, m.a.
gimsteinaketuna
Gold-
schmidt og klædnahandilin
Hamleys’s í London.
Menti seg skjótt
Jón Asgeir segði við Sun-
day Times, at Baugur fer
ongan stórhandil at gera
fyribils, men at felagið
framvegis hyggur at smá-
um fyritøkum. Tær fyri-
tøkur, sum Baugur eigur í
Bretlandi, fara at halda
fram sum higartil, sigur Jón
Asgeir.
Samtøkan, sum ætlaði at
keypa Somerset, skuldi í
sama viðfangi keypa íløgu-
felagið Barcleys Capital.
Baugur selur nú tey 5%,
sum felagið eigur í Somer-
set, og hinir, sum vóru við í
samtøkuni, halda fram við
samráðingunum.
Nevndarformaðurin
í
Baugi hevur sagt, at hóast
tey ákærdu nokta seg sek,
er klókast at lata vera við at
gera nakran stórhandil aftr-
at, til sakarmálið er liðugt.
Talan hevur verið um at
keypa Somerset fyri einar
15 mia.kr.
Tað hevur annars gingið
óvanliga skjótt at menna
Baug, síðan Jón Asgeir Jó-
hannesson og pápi hansara
Jóhannes lótu tann fyrsta
handilin upp í Reykjavík í
1989. Tað var Bónus-
handilin, teir stovnaðu, og
eftir bert trimum árum
høvdu teir Bónus-handlar
um alt Ísland, og tað gekk
heldur ikki long tíð, til teir
høvdu Bónus í Føroyum og
keyptu seg inn í SMS.
Herrópið hjá Bónus var, at
handlarnir skuldu selja
vørur fyri so lágan prís sum
yvirhøvur gjørligt.
Navnið Baugur varð til í
1993, tá Bónus og Hagkaup
stovnaðu Baug sum felags
innkeypsfelag.
Í
1998
vórðu Bónus og Hagkaup
løgd saman undir navnin-
um Baugur við tí endamáli
at stovna størstu smáhand-
ilsketu í Íslandi. Baugur
hevur ment seg ótrúliga
skjótt síðani og hevur
handlar og ognir víða um í
Evropa, serliga Skand-
inavia og í Bretlandi.
Hevði
samtøkan
við
Baugi sum høvuðseigara
keypt Somerset, sum hevur
høvuðssæti í Bristol, hevði
Baugur verið fimtstørsta
handilsketa í Bretlandi.
Ríkasti maður í
Íslandi
Jón Asgeir Jóhannesson er
mest umrøddi maður í sam-
band við Baug, íslendskar
íløgur uttanlands og nú
eisini í sambandi við ákær-
una um fíggjar- og skatta-
svik. Men hann er ikki rík-
asti maður í íslandi.
Tann maðurin eitur þór
Bjørgolfsson og er 38 ára
gamal. Hann er miljarderur,
mált í amerikanskum doll-
arum. Forbes ger á hvørjum
ári eitt yvirlit yvir ríkastu
fólk í verðini. Sambært
Forbes eigur þórur 1,4 mia.
dollarar, sum svarar til 8,8
mia.kr. Hann hevur gjørt
íløgur í heilivágsídnaðin,
fíggjarsektorin og teleídn-
aðin. Þórur ger ikki so nógv
burtur úr sær sjálvum sum
Jón Asgeir, og honum dám-
ar yvirhøvur lítið at koma í
vikubløð og aðrar fjølmiðl-
ar. Hann býr í London, tí,
sigur hann, tað ber til at
fara út í London og ikki
verða kendur aftur, men tað
ber ikki til í Reykjavík. Har
hendir tað javnan, at fólk,
hann ikki kennir, steðga
honum og biða hann gera
íløgur í virkið hjá sær.
Tað var hesin þórur, sum
saman við pápanum og
einum vimanni flutti eitt
gamal bryggjarí til Santa
Pætursvorg, har tað gav
stórt yvirskot, samstundis
sum tey russisku bryggjarí-
ini í býnum fóru á húsa-
gang. Hann sigur orsøkina
vera, at ongin russiskur
peningur var í teirra fyri-
tøku. Bryggjaríini, sum
russarar áttu, gjørdu alt, tey
kundu, fyri at jartða hvørt-
annað. Í 2002 seldu teir
hollendska
ølvirkinum
Heineken bryggjaríið í
Santa Pætursborg fyri 400
mió.kr (í okkara peningi).
Nú eigur þórur nógv í
fýra teimum størstu børs-
noteraðu fyritøkunum í Ís-
landi. Talan er um Lands-
bankan, Actavis sum fram-
leiðir heilivág og íløgufel-
øgini Burdaras og Straum.
Uttanlands hevur hann
keypt seg inn í íløgubankan
Carnegie og televirki í
Kekkia,
Finnlandi
og
Bulgaria.
Þórur sigur, at hann
hevur einki við Jón Asgeir
at gera. Teir spekulera ikki
á somu økjum. Tá onkur
keypir Magasin ella Mærsk
Air, kemur tað á fyrstu síðu
í bløðunum, men um onkur
setir miljardir í heilivágs-
ídnaðin, verður tað nóg illa
nevnt - og tað dámar hon-
um væl. Heilivágsfyritøkan
Actavis er næststørsta fyri-
tøka, sum er skrásett á ís-
lendska partabrævamarkn-
aðinum. Marknaðarvirðið
er 10 mia.kr, og þórur
Bjørgolfsson eigur 36% av
partapeninginum. Actavis
hevði 600 mió.kr. í avlopi í
fjør áðrenn skatt.
Keldur
BBC 4.7 og 10.7.2005
Berlingske Tidende10.7.2005
Jon Asgeir Johannesson, eigarin av Bonus og Baugur, og Bjorgolfur Thor Bjorgolfsson, sum Forbes sigur er millum tey ríkastu í
heiminum