Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 130 - 12. juli 2005 UTTAN ÚR HEIMI Tropiska ódnin "Dennis" gjørdi ikki so stóran skaða í Florida og Alabama, sum myndugleikarnir høvdu stúrt fyri. ÓDN Árni Joensen: fartekst@mail.dk Amerikonsku myndugleik- arnir høvdu flutt meiri enn eina millión fólk burtur frá láglendinum, har "Dennis" kom inn yvir land. Tað vísti seg kortini, at ódnin linkaði nakað, beint áðrenn hon kom inn yvir land, og tí gjørdist skaðin ikki so stórur, sum myndug- leikarnir høvdu stúrt fyri. Í býnum St. Mark í Florida stóðu allar gøturnar undir í vatni, og streymveitingin fór eisini nógvastaðni. Ein trupul- leiki var, at "Dennis" ferðaðist næstan somu leið sum tann harða ódnin "Ivan" í september í fjør. Tá doyðu 25 fólk, og harafturat gjørdi "Ivan" skaða fyri 14 milliardir dollarar. Umleið 40.000 hús, sum fingu skaða tá, eru ikki liðugt umvæld enn, og nógv teirra fingu aftur skaða nú, skrivar AP. George W. Bush, forseti, lýsti sunnudagin statirnar Florida, Alabama og Mississippi vanlukkuøki. Amerikanskir veður- menn hava sagt, at teir vænta fleiri tropiskar ódnir í ár enn undanfarin ár. Umleið 50.000 fólk mintust í gjár hóp- morðið í bosniska býnum Screbrenica fyri 10 árum síðani. HÓPMORð Árni Joensen: fartekst@mail.dk Umboð fyri myndugleikar- nar í fleiri londum vóru hjástødd á tíggju ára minn- ingarhaldinum til minnis um tey, sum lótu lív í Screbrenica-hópmorðinum á sumri í 1995. Tá beindu serbiskir her- menn fyri ímillum 7.000 og 8.000 bosniskum monnum og dreingjum. 610 lík, sum eru funnin í hópgravum, vórðu jarðað í gjár eftir muslimskum siði í tí ovurstóra Potcari-kirkju- garðinum beint uttan fyri Screbrenica í landnyrðings- partinum av Bosnia. Frammanundan vóru 1.327 bosniskir muslimar jarðaðir har, men myndug- leikarnir hava gjørt pláss fyri 10.000 gravum. Metingar hjá danska umhvørvisstýrinum vísa, at tað fer at regna nógv meiri í Danmark í framtíðini. VEÐUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Danir eiga at fyrireika seg til nógv meiri regn í kom- andi árum, enn teir eru vanir við. Danska veðurstovan DMI hevur mett, at avfallið fer at økjast ímillum 30 og 50 millimetrar tey næstu hundrað árini, men nú sigur umhvørvisstýrið, at vøksturin verður tvær ella tríggjar ferðir størri enn so. Halda metingarnar hjá umhvørvisstýrinum, fer regnið at hava stórar av- leiðingar við sær í framtíðini. DMU sigur, at tey, sum búgva á láglendi við áir og vøtn, kunnu rokna við vatnflóð av og á. Ávirkar ikki marknaðin Bumbuspreingingarnar í London í síðstu viku høvdu lítla og onga ávirk- an á heimsmarknaðin. Rætt er tað, at kursirnir fullu á fleiri virðisbræva- marknaðum sjálvan bumbudagin, men longu dagin eftir hækkaðu teir. Serfrøðingar halda, at marknaðurin hevur longu vant seg við yvirgang. Norski búskaparfrøðing- urin Steinar Juel sigur við Dagsavisen, at skal tað eydnast yvirgangsmonn- unum at raka heims- marknaðin, mugu teir fremja fleiri og meiri um- fatandi álop. Búskaparfrøðingurin Peter Warren sigur, at yvirgangsatsóknirnar hava minni og minni ávirkan á ferðahugin hjá fólki. Fólk stúra meiri fyri seinking- um enn atsóknum, og tí ávirkar yvirgangurin ikki ferðavinnuna eins og fyrr. Fólk tykjast hava gloymt atsóknina á Bali, sjálvt um hon kravdi nógv fleiri mannalív enn atsóknin í London í síðstu viku, sigur Peter Warren. Forseti lagdur undir morð Ein fyrrverandi ovasti í fronsku fregnartænastuni vil vera við, at fyrrver- andi forsetin Francois Mitterand gav fregnar- tænastuni boð um at søkkja Greenpeace-skipið "Rainbow Warrior" fyri 20 árum síðani. Pierre Lacoste hevur latið blaðnum Le Monde ymisk skjøl, sum sigast vísa, at tað var Mitterand, sum gav boðini um at søkkja Greenpeace- skipið. Tveir agentar hjá fronsku fregnartænastuni søktu skipið, og atsóknin kostaði portugisiska myndamanninum Fern- ando Pereira lívið. "Rainbow Warrior" bleiv søkt í havnini í Wellington í Ný Sælandi í juli í 1985. Skipið var farið hagar fyri at mót- mæla fronsku kjarnorku- royndarspreingingunum har suðuri í Kyrrahav- inum. Fara ikki til Danmarkar Týskarar hava ikki so nógvar pengar um hendi nú sum fyrr, og tað hevur danska ferðavinnan fingið at kenna. Vanliga plaga týsk ferðafólk at leiga hundrað- tals summarhús í Dan- mark, men soleiðis er ikki í ár. Talsmenn hjá teim- um, sum eiga summar- húsini, siga, at tað er lætt at fáa danir at leiga summarhúsini, nú veðrið hevur verið so gott í seinastuni, men at trupul- leikin kemur seinni, tí tá plagdu týuskarar at leiga húsini. Men í ár hava teir ikki víst sama áhugan fyri Danmark. Ferðaskrivstovurnar siga, at nógvir týskarar hava valt at fara longri suður í Evropa at halda summarfrí, meðan aðrir hava keypt sær bíligar ferðaseðlar til londini í Fjareystri heldur enn at leiga sær eitt summarhús í Danmark. Minkandi týski áhugin fyri teimum donsku summarhúsunum kann fáa avleiðingar fyri tey, sum eiga húsini. Tey seinastu árini er prísurin á summarhúsum hækkaður sera nógv í Danmark, og nógv hava keypt ella bygt sær summarhús við tí fyri eyga at leiga útlendskum ferðafólkum tey um summarið. Gomul bumba Japanskir hermenn hava júst beint burtur eina bumbu, sum eitt ameri- kanskt flogfar tveitti beint uttan fyri Tokyo undir seinna heimsbardaga. Bumban, sum var 180 centimetrar long, vigaði eitt tons. Homn bleiv funnin fyri trimum mán- aðum síðani í Tachikawa, men ikki fyrr enn nú bleiv hon tikin upp. Av trygd- arorsøkum vórðu umleið 7.000 fólk flutt burtur frá staðnum, har bumban lá. Einki hendi kortini, men ein tíma seinni kunn- gjørdi herurin, at hann hevði sprongt bumbuna. Hóast 60 ár eru liðin, síðani seinni heims- bardagi endaði, verða amerikanskar bumbur framvegis funnar í Japan. Tað hendir eisaini, at fólk koma fram á vápn frá h e i m s b a r d a g a n u m , skrivar AP úr Tokyo. Eitt nú eru fólk komin fram á vápn, sum japanski herur- in fjaldi, stutt áðrenn Japan gavst við krígnum. "Dennis" viknaði nakað og gjørdi tí ikki so stóran skaða, sum myndugleikarnir høvdu stúrt fyri. Mynd: reuters Ikki so ring sum væntað Mintust Screbrenica Tað fer at regna meiri í Danmark