týsdagur 12. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 131 - 13. juli 2005
Alternativ gransking
við føroyskum
íblástri skal hjálpa
kreppuraktari
fiskivinnu í Norður
Írlandi, í einari ES-
stuðlaðari verkætlan
sum setir fiskimenn í
miðdepilin
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Fiskifrøðingurin
Jón
Kristjánsson er biðin um at
hjálpa fiskivinnuni í Norð-
ur Írlandi í tí sum helst er
fyrsta ES-stuðlaða ‘alter-
nativa’ granskingar ætlan á
fiskivinnu økinum. Sum
skilst hevur ein illa fyri-
komin norður írsk fiski-
vinna tikið stig til at
granska selektivitetin í
rækjutrolum umframt alter-
nativ til siðbundna fiski-
frøði, ein fiskifrøði sum ein
fánað vinna og fleiri vón-
brotin fiskivinnu samfeløg
hava mist álitið á í takt við
at veiðirættindi altsamt
meira eru skorin niður við
grundgeving í vernd av
fiskastovnum.
Sambært Fishing News
hava limir í ANIFPO
(Anglo North Irish Fish
Producers’ Organisation)
nýliga fingið stuðul játtað-
an úr Europeiska Samveld-
inum, DARD (norður írska
Fiskimálaráðnum), Seafish
(bretska Sea Fish Industry
Authority) og vísindafólk-
um, fyri at seta í verk hvat
ið eftir øllum at døma er
fyrsta verkætlan av sínum
slag í Europa at verða sett í
gongd av einum fiski-
manna felagsskapi.
Annar
parturin
av
granskingar ætlanini snýr
seg um at kanna selektivit-
etin í rækjutrolum uttan at
taka yvirpartin omanav,
sum tað seinasta Seafish
designið annars inniber;
hin parturin sýr seg um at
hyggja at øðrvísi mátum at
meta um stórar fiskastovn-
ar og at stýra fiskivinnu,
við fiskimonnum »centralt
involveraðum,« sum tikið
verður til.
Síðstnevndi
partur
í
verkætlanini hevur við sær
at
ein
rannsóknarstova
verður sett upp í Kilkeel í
samstarvi við vísindafólk
hjá DARD; ein stór ráð-
stevna um tiltakið skal eftir
ætlan haldast á vári 2006,
og tann óhefti íslendski
fiskifrøðingurin Jón Kristj-
ánsson er ein teimum leið-
andi ráðgevunum í verkætl-
anini, saman við einum
ICES fiskifrøðingi.
Jón Kristjánsson meinar
at tær siðbundnu stovns-
metingarnar hjá ICES vís-
indafólkum innihalda stór-
ar skeivleikar og at fiska-
stovnar í veruleikanum
mennast av fiskiveiði av tí
at hendan skapar eina betri
javnvág millum fiskin og ta
føðslu ið er tøk og skjótari
fiskavøkstur.
Tørvar tætt samstarv
Herfyri tók Jón Kristjáns-
son, saman við millum ann-
að Jørgen Niclasen, fyrr-
verandi fiskimálaráðharra,
og Sigurjón Þórðarson, limi
í Altinginum, lut á einum
verkskeiði í Norður Írlandi
har evnið var alternativ
fiskifrøði.
Sum
skilst
gjørdust norður írar og
bretar sera hugtiknir av
fiskivinnuni í Føroyum, ið
fleiri ferðir júst hevur
fingið ráðgeving frá Jón
Kristjánssyni. Tað sum eftir
øllum at døma imponerar er
at føroyingar hava staðið
ímóti trýstinum um at skera
niður í veiðini, samstundis
sum alt bendir á at før-
oyskir fiskastovnar sum
heild eru væl fyri.
»Írarnir hava innsæð at
tann ráðgeving teir hava
fingið frá ICES kemur
neyvan at hjálpa teimum,«
segði Jón Kristjánsson við
Sosialin. »Sjálvt nú ið so
lítið er eftir av tí fyrr so
stoltu fiskivinnuni í Norður
Írlandi, vil tann tradition-
ella fiskifrøðin halda fram
við at skera enn meira niður
í veiðini, hóast mangt
bendir á at ríkiligt er til av
fiski í Írska Havinum.«
Hin leiðandi vísindamað-
urin í verkætlanini er Nor-
man Graham, formaður í
ICES arbeiðsbólkinum fyri
veiðitøkni og fiskaatferð.
Norman Graham er skoti
og hevur arbeitt nógv sam-
an við fiskimonnum, fyrr
við Marine Institute í Aber-
deen og seinni við Hav-
forskningsinstituttet í Berg-
en, har hann framvegis ar-
beiðir.
Norman Graham vil vera
við at hetta slagið av alter-
nativum verkætlanum er
nakað ES Kommissiónin
vil birta uppundir og sigur
sambært ANIFPO at ES
ætlar at lurta eftir teimum
ráðum ið fara at spyrjast
burtur úr granskingini í
Kilkeel.
»Hetta er fyrstu ferð í
Europa at ein fiskivinnu
felagsskapur hevur tikið
stig til og drivið eitt slíkt
mál frá grasrótunum og
allan vegin fram upp á
hendan mátan,« segði Alan
McCulla, ANIFPO formað-
ur. »Okkara limir eru de-
speratir eftir at síggja eitt
øðrvísi ástøði fyri fiski-
vinnu stýring, eitt sum letur
teir vera centralt involver-
aðar. Okkum tørvar at sam-
starva tættari við vísinda-
fólk og enn meira týðandi,
teimum tørvar okkum, so
tey kunnu fáa eitt betri
innlit í hvat sum veruliga
hendir á sjónum, nakað
sum vónandi fer at føra til
betri kvotur og meira løn-
andi vinnu.«
ES játtar stuðul til gransking hjá Jón
Kristjánssyni at hjálpa írskari fiskivinnu
Jón Kristjánsson hitti í juni mánað umboð fyri fiskivinnuna í
Føroyum
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Forsíðan á bretska fiskivinnu
blaðnum Fishing News tann
8. juli