týsdagur 12. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 12. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður, at góði maður mín, pápi,
verfarðir og abbi okkara
Poul Klein Johannesen
Vestmanna
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn
mikudagin 6. juli, 80 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
týsdagin kl. 14.
Familjunnar vegna
Elsa,
Dagmar, Jóannes, Haldor og
Poul Erik við familju
Tey,ið vilja minnast Poul,kunnu lata eina gávu til Vestmanna kirkju,
konto í Sparikassanum.
Dagurin 12. juli.
Heinrikur, deyður í 1024. Týski keisarin Heinrikur II var giftur við Húngunn (deyð í 1003). Pávin Eugen III skírdi
hann halgimenni í árinum 1146. Upprunaliga týskt navn, samansett av orðunum heim og ríkur.
Ì sambandi við føroyskar
dagar í Ólavsvík í Íslandi
seinasta vikuskifti vóru
bygdarráslimir úr Vest-
manna kommunu bjóðaðir
at verða við.
Vestmanna kommuna og
Snæfellsbær kommuna eru
vinarbýir.
Varaborgarstjórin
Jón
Mikkelsen, formaðurin í
mentunarnevndini Pauli T.
Petersen og formaðurin í
trivnaðar & umhvørvis-
nevndini Øssur Christi-
ansen við frúum vóru til
føroysku dagarnar í Ólavs-
vík. Borgarstjórin Karl
Olsen kundi ikki verða við
á ferðini.
Heilt fitt av fólki var
komið saman, tá varaborg-
arstjórin úr Vestmanna helt
setanarrøðuna leygardagin.
Við setanina sang Vest-
manna Kirkjukór nakrar
sangir og Havnar Dansi-
felag fór beint eftir hetta
uppá gólv í saltfiskabygn-
inginum í bygdini.
Sunnudagin vóru bygdar-
ráðslimirnir ein rundtúr
kring um í økinum, eitt nú
til Hellisand og Rif, sum
liggur um hálvan tíma uttan
fyri Ólavsvík. Sunnumorg-
unin fór borgarstjórin við
fylgi í kirkju, har Vest-
manna kirkjukór sang til
guðstænastuna.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæra móðir, vermóðir, omma,
langomma og systir okkara
Jutta Heinesen
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur.
Og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni
frá kapellinum í kirkjuna og úr kirkjuni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til tykkum á deild A á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fyri góða umsorgan og hjálp.
Fyri tey avvarðandi
Sára og Sigrun
Føroyskir dagar í Ólavsvík
Varaborgarstjórin hm. her
saman Pauli T.Petersen,
formaður í Mentanar-
nevndini og øðrum
Fríggjadagin 8. juli fylti ein
kendur toftamaður 75 ár.
Tað er Jógvan Ingvard
Olsen, fyrrverandi polit-
ikari og vinnulívsmaður.
Áhugan fyri politikki
mundi hann fyrst og fremst
fáa frá pápanum Jens
Christian Olsen. Hann var
tingmaður fyri Sambands-
flokkinum í 20 ár í tíðar-
skeiðnum frá 1945-63, tá
hann doyði, bert 62 ára
gamal. Mamman var
Helena
Johannesen
úr
Hvalvík.
Jógvan tók skiparaprógv
í 1953 og longdina í 1954.
Hann var fiskiskipari frá
1946, og frá 1968 var hann
skipari og reiðari. Hann
fekst eisini við landbúnað
og róði út.
Í 1966 gjørdi hann av at
fara politiska vegin og
stillaði upp fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy, men ta
ferðina fekk flokkurin bar
ein mann, og tað var tann
royndi politikarin Jóhan
Poulsen av Strondum. Í
1970 stillaði Jóhan Poulsen
ikki uppaftur, og Sam-
bandsflokkurin fekk tveir
mans í Eysturoynni, Jógvan
I. Olsen á Toftum og
Jóhannus Martin Olsen á
Strondum.
Heili 28 ár út í eitt var
Jógvan Olsen løgtingsmað-
ur, til hann ikki stillaði upp-
aftur í 1998. Sum rímiligt
er, var tað serliga fiskivinn-
an, sum hevði hansara
áhuga á Tingi. Hann var
mestsum fastur limur í
Fiskivinnunevndini
og
nevndarformaður í nøkur
ár. Í 1989 tók hann við sum
landsstýrismaður, og tá
hevði hann fiskivinnumál
um hendi. Hann sat í hesum
starvi í tvey ár, til val varð
útskrivað í ótíð.
Jógvan Olsen hevur havt
so mong álitisstørv. Hann
var bygdaráðslimur í Nes
Kommunu frá 1974-80,
harav formaður í 4 ár.
Eisini var hann formaður í
Lønjavningargrunninum í 7
ár frá 1981, í umboðsráðn-
um hjá Tryggingini í nøkur
ár, og hann umboðaði Løg-
tingið í Norðurlandaráðn-
um 1991-93.
Hann var spakur ting-
maður, gjørdi ikki nógvan
háva burtur úr sær, og hann
dugdi óføra væl at taka til,
eisini skemtiliga. Ting-
starvið varð verandi í fam-
iljuni, hóast hann gavst, tí á
valinum í 1998 og síðani
hevur hálvbróðir hansara
Alfred Olsen umboðað
Sambandsflokkin
í
Eysturoy.
Jógvan er giftur við Sól-
gerð Hansen av Nesi, og tey
eiga fleiri børn.
Tað hevur ljóðað, at fleiri
fráfarnir Sambandsmenn
vóru farnir undir at skriva
søgu
Sambandsfloksins,
men ongantíð er nakað
komið út. Nú skal tað vera
álvara, siga teir, tí næsta ár
fyllir flokkurin 100 ár. Ein
søgufrøðingur er settur at
skriva, og ein ritstjórn
hevur eftirlit við arbeið-
inum.
Jógvan
Ingvard
Olsen er limur í ritstjórnini.
Jógvan I. Olsen 75
Kristinn Jónasson, borgarstjóri vm. saman við Øssi Christiansen frá Vestmanna kommunu