Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 13. juli 2005 13 Kall er nú dóttirfelag hjá Vodafone Island. Hetta er ein nýggjur dagur fyri føroyskt fjarskifti. Og tað regnar á gomlu parta- eigarnar - og skal helst dryppa á kund- arnar FJARSKIFTI Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo VodaKall. Nú Vodafone Island eigur 82,1% av partabrøvunum í føroyska Kall, himprast stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, ikki at kalla Kall fyri eina dóttirfyritøku hjá íslendska Partner Company útgávuni av fjarskiftisrisanum Voda- fone. - Hetta er ein nýggjur dagur fyri Kall og fyri før- oyska fjarskiftismarknaðin, sigur Eirikur S. Jóhann- sson, forstjóri fyri Voda- fone Island. Íslendska fyritøkan er ein samanrenning av fleiri fjarskiftisveitarum, sum hava keypt sær navn og konsept hjá heimsins størstu fjarskiftisfyritøku. - Vit hava leingi ætlað okkum at leita út um Ís- land. Tá vit áttu 14% av KAll, so var tað ein spurn- ingur um entin at fara heilt burturúr ella keypa fyritøk- una, og vit valdu at keypa fyritøkuna, sigur Eirikur Jóhansson. Spurdur, hví Vodafone Island hevur valt at gera hesa íløgu, sigur hann, at hann sær ógvuliga stórar møguleikar í tí føroyska marknaðinum. - Kall er ein øgiliga væl rikið fyritøkuna, og vakstr- armøguleikarnir eru sera stórir. Vit halda okkum vinna pengar her, sigur Eirikur Jóhansson. Tallaton Holding, ein svenskur grunnur, eigur restina av fyritøkuni saman við nøkrum smáum íleggj- arum. Eirikur Jóhansson kundi væl hugsað sær at átt øll partabrøvini í Kalli. Vodafone Island er skrásett á virðisbrævamarknað, og samlaða virðið á partabrøv- unum er umleið 1,6 milli- ardir krónur. Í Íslandi hevur Vodafone serliga miðjað ímóti teim- um ungu kundunum innan fartelefoni. - Tað er á GSM og breið- bandsøkinum, at eg síggi tær størstu møguleikarnar, og tað verður eisini her, at Kall fer at seta inn, sigur Eirikur Jóhansson, sum sigur seg sikta eftir helvtina av marknaðinum. - Føroyar eru eini tvey ár aftanfyri síni grannalond á fjarskiftisøkinum. Tað kann nógv henda enn, sigur Eirikur Jóhansson. Føroyingar sjálvir Íslendski fjarskiftisbossur- in sigur seg ikki ætla sær at bjóða upp á Føroya Tele, tá føroyski telerisin einaferð í framtíðini verður einskild- ur. - Tað hevði ikki verið gott fyri føroyska marknaðin- um, um tað bert var ein veitari, sigur Eirikur Jóhansson. Ikki serliga óvæntað tek- ur Eirikur Jóhannsson undir við Bjarna Bjarna- son, at tað kervið skal seta í eitt felag fyri seg, men tað er ikki alneyðugt, at tað er alment. - Tað kann saktans rigga við einari privatari fyritøku, sum virkar undir greiðum treytum, sigur Eirikur Jóhansson. Nú fleiri og fleiri før- oyskar fyritøkur koma heilt ella lutvíst á íslendskar hendur, kunnu vit vænta okkum enn fleiri íslendskar íleggjarar, og merkir hetta eina "góðkenning" av tí føroyska marknaðinum? Tann føroyski marknað- urin er øgiliga spennandi fyri ísendarar, og tað kann væl hugsast, at enn fleiri íslendski íleggjarar fara - Eg undrist tó á, at føroyingar ikki sjálvir keypa føroyskar fyritøkur. Føroyingar eiga sjálvir at keypa fyritøkur sum Kall, Føroya Banka og aðrar. Tað er einki galið við, at út- lendingar keypa føroyskar fyritøkur, men føroyingar eiga sjálvir at duga at síggja vinnuligu møguleikarnar í Føroyum. Tit mugu broyta hugbur, sigur Eirikur Jó- hansson. Tað besta Stjórin fyri Kall er ovur- fegin um, at hansara fyri- tøka nú er vorðin íslendskt dóttirfelag. - Hetta var nógv tað besta, sum kundi henda fyri Kall og føroyska fjarskiftis- marknaðin, sigur Bjarni Askham Bjarnason. - Hetta merkir, at vit nú eru partur av einari nógv størri eind, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Hvørki hann ella íslendski stjórin vilja siga nakað um, hvørt Kall møguliga fer at broyta navn til Vodafone. - Vit ynskja at varðveita felagið, sum tað er nú. Men tað fara at henda strateg- iskar broytingar hetta næsta árið, sigur Eirikur Jóhans- son. Regnar á… Framtaksgrunnur Føroya, Kaupthing og Notio hava fingið væl fyri teirra íløgu í Kall. Tølini fyri Framtaks- grunnurin vísa, at grunn- urin hjá landskassanum átti 26,31 % av partapeningin- um í felagnum undan søluni. Partabrøvini eru seld fyri umleið kr. 16,1 mió. Hetta gevur Framtaksgrunninum ein vinning av íløguni uppá umleið 5,9 mió ella renting áljóðandi 58% upp á fimm ár. Framtaksgrunnurin varð við til at seta P/F Kall á stovn fyri 5 árum síðani og varð íløgan tá kr. 4,2 mió. Seinni er partapeningur hækkaður í tveimum um- førum. Árið eftir stovnan- ina hækkaði grunnurin sín part við kr. 2,9 mió. og á sumri 2002 luttók grunn- urin við eini kapital- hækking uppá kr. 3,1 mió. Samlaða íløgan hjá grunninum í P/F Kall var sostatt umleið kr. 10,2 mió. Notio og Kaupthing hava ikki alment sagt, hvussu stórur teirra vinningur av søluni er. Dryppar á… Kundarnir hjá Kall eiga eisini at fáa ágóðan av, at felag teirra nú er vorðið íslendskt dóttirfelag. Í øllum førunum siga høgu harrarnir hjá Kall hetta. Nýggjar og betri tænastur. Men fer tað at merkja lægri prísir? Prísurin í Føroyum, eins og í Ìslandi, eru nokk ov høgir, men tað er trupult at lækka teir við fólkagrund- arlagnum, sigur Eirikur Jóhansson. Ein nýggjur dagur fyri føroyskt fjarskifti F.v. Bjarni Askham, stjóri fyri Kall, Eirikur Jóhansson, stjóri fyri Vodafone Island, Òli Hansen, nevndarformaður fyri Kall. Mynd: Bárður