týsdagur 12. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Live-
úrslita-
tænasta
Meðan kappast verður á
oyggjaleikunum, verða
úrslitini frá einstøku
kappingunum lagdar á
alnetið, so hvørt sum
hesi verða staðfest.
Almenna heimasíðan
hjá
leikunum
eitur
www.shetlandresults200
5.com, og á hesari kann
so fylgjast við í einstøku
kappingargreinunum.
-jm
Útvarps-
met
BBC Radio Shetland fer
at
seta
sendimet
í
vikuni, sum oyggja-
leikirnir eru. Hvønn dag
verður sent beinleiðis
frá kl.14 til kl. 19, og tað
er ongantíð áður roynt
her á oyggjunum, verður
sagt.
-jm
Skjót
journa-
listin!
Sonevnda pressusentrið
á oyggjaleikunum liggur
væl fyri sum partur av
stóra Clickamin ítróttar-
deplinum, sum er sjálvt
hjartað á oyggjaleikun-
um. Heldur forkunnugt,
so er sjálvur fjølmiðla-
deplin innrættaður í høl-
um, sum vanliga verða
nýtt sum skjótibreyt, so
skelti um nýtsul av
oyraverndum og um at
taka fyrilit fyri skjóting-
ini eru partur av veggja-
prýðinum í hølunum.
-jm
Áland ella
Ynos Mon
Týsdagin verður tað
gjørt av, hvar Oyggja-
leikirnir í 2009 verða
hildnir.
Áland og Ynes Mon
hava bjóðað seg fram,
og á aðalfundinum hjá
IGA skal atkvøðast um,
hvør skal hava leikirnar.
Fyri fyrstu ferð nakran-
tíð verður aðalfundurin
hjá IGA opin fyri fjøl-
miðlunum.
ek
Sosialurin í Hetlandi
Jens Kristian Vang,
myndamaður
jensk@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein,
blaðmaður
eydun@sosialurin.fo
Jákup Mørk,
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
Graveringarnar á
gull- og bronsu-
medaljunum er ikki
nóg góðar, og tí fáa
allir gull- og bronsu-
vinnarar á Oyggja-
leikunum í Hetlandi
nýggj heiðursmerki
sendandi eftir
leikirnar
HEIÐURSMERKI
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Lerwick: Lagið var einki
serligt á fyrireikarunum av
Oyggjaleikunum á Het-
landi, tá ið teir kundu stað-
festa, at heiðursmerkini eru
ikki nóg virðilig at lata
teimum vinnandi ítróttar-
fólkunum.
Tað eru gull- og bronsu-
heiðursmerkini, sum ikki
eru í lagi. Graveringarnar
eru ikki nóg góðar, og tær
skulu tí gerast umaftur.
Tað er tó vónleyst at gera
øll
heiðursmerkini
av
nýggjum hesa vikuna, tí
heiðursmerkini eru serliga
framleidd til leikirnar, og
tað verður gjørt í Skotlandi.
– Vit hava fingið at vita,
at tey, sum vinna gull og
bronsu, fáa heiðursmerkini
um hálsin eftir kappingar-
nar, og tey kunnu eisini taka
tey heim við, men seinni fáa
tey nýggj heiðursmerki
sendandi,
sigur
Sølvi
Reinert Hansen, formaður í
føroysku
Oyggjaleika-
nevndini.
Fáa tvær medaljur
Tey, sum vinna silvur-
merki, hava onga orsøk til
at stúra, tí teirra heiðurs-
merki er í lagi, og tey verða
ikki gjørd av nýggjum.
– Tað er eitt sindur
óheppið, at hetta skuldi
henda , men tað er einki at
gera við tað nú. Fyrireikar-
arnir siga, at teirra veitari í
Skotlandi
hevur
gjørt
mistakið,
men
kanska
kundu fyrireikararnir verið
í eitt sindur betri tíð við
heiðursmerkjunum, so tað
hevði veri gjørligt at rætta
mistakið áðrenn sjálvar
leikirnar,
sigur
Sølvi
Reinert Hansen.
Hann hevur einki frætt
um, at luttakararnir, sum
vinna gull og bronsu, skulu
lata hesi aftur, áðrenn tey
fáa tey nýggju heiðurs-
merkini.
– So tey, sum vilja hava
eina
originala
medalju
beinanvegin, skulu vinna
silvur, meðan tey, sum vilja
eiga tvey sett heima, skulu
vinna gull ella bronsu,
sigur Sølvi Reinert Hansen
skemtandi.
Eitt er so púra vist, gra-
verandi
mistakið
við
heiðursmerkjunum fær so
onga ávirkan á hugin hjá
ítróttarfólkinum at vinna
kappingarnar…
Heiðursmerkini sum
Halltóra Joensen og øll hini
ítróttarfólkini á
Oyggjaleikunum stríðast um,
er kolldømd av
fyrireikarunum. Nýggj
heiðursmerki skulu gerast, og
tí fáa øll tey, sum vinna gull
ella bronsu, endaligu
heiðursmerkini sendandi
eftir kappingina
Heiðursmerkini eru
kolldømd