týsdagur 12. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dýrdarveðri á Skála
leygardagin varð
Fípan Fagra lyft upp
um høvd tvær ferðir.
Dreingirnir bastu
kappingarneytunum
á Rituni, og
kvinnurnar steðgaðu
sigursrøðini hjá
Sílinum
5 MANNAFØR
DR. & KV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Stutt eftir klokkan trý skeyt
startdómarin fyrsta FM
róðurin á Skála í gongd, og
sjey manningar spentu í.
Tjaldrið úr Runavík fekk
besta startin, men skjótt var
tað greitt, at kappingin
aftur fór at standa millum
Rituna úr Norðdepli og
Hvannasundi og Fípuna
Føgru úr Klaksvík. Men
eina løtu hevði Blikur av
Argjum eisini hug at blanda
seg upp í stríðið um
oddasessin, so tá vóru
tríggir bátar, ið fegnir vildu
vera fremstir.
Men dreingirnir á Fípuni
Føgru høvdu ein avbera
góðan miðróður og løgdu
seg góða hálva bátslongd
framum, tá hálvt málið
varð rógvið. Ritan svaraði
tó aftur, so lagt varð upp til,
at enn ein róður hjá 5
mannaførunum við dreingj-
um fór at snúgva seg um
brotpartar av sekundum.
Men í teimum allarseinastu
tøkunum økti Fípan Fagra
aftur og fór um málið eitt
gott sekund, áðrenn Ritan.
Blikur fekk triðja plássið,
og Tjaldrið, sum fekk ein
góðan start megnaði ikki at
halda tørn og endaðu næst-
aftastir.
Óvæntað úrslit
Tá
startdómarin
skeyt
kvinnuróðurin
hjá
5
mannaførunum í gongd, var
tað fáur, ið mundi ivast í, at
Sílið úr Havn helst fór at
vinna tann róðurin. Men
tað var Blikur av Argjum,
sum legði seg á odda
beinanvegin, og tær hildu
oddasessin longi. Kapping-
in stóð einamest millum
Blik og Frúnna um fyrsta-
plássið ta fyrstu helvtina av
teininum. So við og við
kom tó Sílið fyri seg og í
hølunum á teimum kom
Fípan Fagra sum ein pílur
gjøgnum
sjógvin.
Tær
løgdu bæði Blik og Sílið
aftur um seg og løgdu seg
trygt á odda. Har vórðu tær
liggjandi allan vegin inn á
málið. Eitt sera óvæntað
úrslit, tá hugsað verður um,
at tær blivu nummar fimm
á Varmakeldu. Sílið bleiv
nummar tvey, og Blikur
kom sum triðji báturin á
mál.
5 mannafør dreingir
1 Fípan Fagra 05:00.00
2 Ritan 05:01.03
3 Blikur 05:06.17
4 Drekin 05:09.10
5 Sílið 05:10.17
6 Tjaldrið 05:12.14
7 Dúgvan 05:32.00
5 mannafør kvinnur
1 Fípan Fagra 05:29.12
2 Sílið 05:31.01
3 Blikur 05:33.20
4 Frúgvin 05:35.16 1G
5 Drekin 05:37.24
6 Royndin Fríða 05:38.24
7 Ritan 05:40.02
8 Firvaldur 05:45.04
9 Ørnin 05:48.07
10 Junkarin 05:49.22
11 Falkur 06:03.05
Evald Johannesen
rør við Fípuni
Føgru og situr á
lærinum í
stýriborð:
Gullvónin
livir
Fípan Fagra vann teirra
annað róður á rað á
Skála leygardagin. Gleð-
in var stór, tá boðini
komu, at Fípan var eitt
sekund fyrri um mál-
strikuna enn Ritan.
- Vit fingu ikki ein
góðan start, men við ein-
um góðum miðróðri og
serliga endaspurti fingu
vit hálað sigurin heim,
greiðir Evald frá, meðan
hann og hinir vinnararnir
úr Klaksvíkar róðrar-
felag vórðu heiðrað í
neystinum í Klaksvík.
Kappingin hjá 5 mann-
aførunum við dreingjum
er sera spennandi, og bert
tað eina stigið skilir
Fípuna og Rituna.
- Vit eru hamrandi
nervøsir fyri teimum
báðum róðrunum, sum
nú eru eftir. Men um vit
vinna hvør sín róður
afturat, so vinna vit FM,
greiðir lærmaðurin frá.
Hann heldur, at mann-
ingarnar á ávíkavist Rit-
uni og Fípuni eru sera
væl fyri, og tískil er
hann sannførdur um, at
kappingin fer at standa
við og harðna.
-
Men
vit
vóna
sjálvandi, at vit fara at
klára at vinna restina,
sigur Evald Johannesen
at enda.
- sae -
Tvær ferðir Fípan Fagra
Nr. 130 • mikudagur • 13. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo