týsdagur 12. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 130 - 12. juli 2005
Í oysregni og vindi
vóru teir 11. Oyggja-
leikirnir settir á
Clickimin ítróttar-
deplinum í Lerwick
leygarkvøldið. Leið-
andi ráðharrin í Skot-
landi setti leikirnar,
og øll fingu karm
OYGGJALEIKIR
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Lerwick: Tað var líka við,
at setanin av Oyggjaleikun-
um druknaði í illveðrinum í
Leriwick leygarkvøldið.
Væl innballaðir luttakar-
ar marsjeraðu ein fyri og
annar eftir inn á leikvøllin í
Clickimin ítróttardeplin-
um, og litrík regnskjól,
regnklæði og gjøgnum-
bloytt fløgg settu dám á
setanina.
Eftir at allir luttakararnir
vóru komnir inn á vøllin,
var sjógvur frá øllum teim-
um 24 oyggjunum stoyttur í
eitt gosvatn, sum skal
ímynda samleikan millum
oyggjasamfeløgini – sum
um tað ikki var nóg mikið
av vatni til setanina framm-
anundan.
Ministari setti røðu
Eftir tað hildu leiðandi
persónar í oyggjaleikhøpi
røður fyri teimum køldu og
vátu ítróttarfólkunum, og
til seinast fekk fyrsti ráð-
harrin í Skotlandi orðið, og
hann setti leikirnir við at
ynskja øllum ítróttarfólk-
unum góða eydnu.
Røðurnar vóru mest sum
ov einki sigandi. Sjálvt ikki
skotski ráðharrin við síni
sterku og týðuligu rødd
kláraði at leggja nakað
afturat setanini uttan at tosa
um skotsku ítróttarfólkini
og ynska øllum góða
eydnu.
Tað vóru orð um vinarlag,
samanhald, sunna kapping
og oyggjasamfeløg,
Synd við regninum
Ætlanin var, at setanin
skuldi varða í tríggjar tím-
ar, men tað var kvett burtur
av, tí veðrið var heilt einfalt
ikki til eina langa setan.
Ítróttarfólkini royndu sum
frægast at halda stand á
vøllinum, meðan regnið og
vindurin pískaði á tey, og
ivaleyst stúrdu tey eisini
fyri at blíva sjúk áðrenn
leikirnar.
– Hetlendingar duga væl
at skipa fyri, men tað var
øgiliga synd fyri teir, at tað
skuldi fara at regna so illa,
segði Heðin Mortensen,
forseti fyri føroyskan ítrótt.
Fyrireikarar , ítróttarfólk
og áskoðarar togaðu seg
ígjøgnum setanina, men tað
tóktist verða ein stórur
lætti, tá ið setanin var av.
Í stóra teltinum, har
ítróttarfólk og áskoðarar
kunnu fáa sær at eta, royndi
ein av myrku og køldu
luttakarunum
hjá
St.
Helena, har veðrið er mun-
andi heitari enn í Hetlandi,
at fáa lív seg aftur við
einari stórari skál av suppu.
Øll hini skundaðu sær
eisini undir tak, í bussar og
heim at fyrireika seg til
kappingarnar
komandi
dagarnar.
Oyggjaleikirnir fóru á flot
Føroysku luttakararnir
veitraðu við Merkinum inni
á Clickimin leikvøllinum
Fyrstu Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Isle of Man í
1985, og síðan hava teir verið annaðhvørt ár. Leik-
irnir í Hetland eru nummar 11, og Oyggjaleikirnir
hava samstundis 20 ára jubileum.
24 lond taka lut í Hetlandi, og tey hava sent sløk
2000 ítróttarfólk til leikirnar.
Kappast verður í 15 ymiskum ítróttargreinum.
Føroyar hava umleið 130 ítróttarfólk við, og tey
kappast í 10 ítróttargreinum
Roknað verður við, at sløk 3000 fólk – ítróttarfólk,
leiðarar, áskoðarar og onnur – eru komin til
Hetlands í sambandi við leikirnar.
FAKTA
Umboðini fyri
Ítróttarsambandið vóru í
góðum lag og veitraðu við
Merkinum
Ikki júst tann myndin av
setanini, sum fyrireikararnir
høvdu ynskt sær
frammanundan