týsdagur 12. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 131 - 13. juli 2005
Rósa Maria
Johannesen rør við
Bliki, gentum og
situr í rúminum
bakborð:
Vit gera
okkara
besta
Blikur við gentum fekk
eina sera keðiliga byrjan
á norðoyastevnu, tá tær
hingu fastar í startinum
og
endaðu
aftastar.
Keðiliga byrjanin hevði
tó ikki stóra ávirkan á
manningina, tí síðani
hevur Blikur vunnið, og
kósin
í
móti
føroyameistaraheitinum
tykist at vera sett.
- Vit høvdu ongan
varhuga av, at vit fóru at
klára okkum so væl í ár
undan kappingini, men
vit gera okkara besta,
sigur toftigentan á reyða
bátinum av Argjum.
Manningin á Bliki
luttók í barnaróðrinum í
fjør og fyrraárið, men
onkur útskifting hevur
til kappingina í ár.
- Vit hava góðar vónir
um at vinna føroya-
meistaraheitið í ár, tí tað
gongur
so
væl,
viðgongur Rósa Maria
brosandi.
Genturnar á Bliki eru
einasta manningin úr
Argja Róðrarfelag, sum í
ár kann vinna eitt føroya-
meistaraheiti. Í fjør vann
sama róðrarfelag heili
trý FM-heiti.
- sae -
Hjá 5 mannaførum
við gentum var ongin
ivi um, hvør fór
fyrstur um málið.
Tvær bátslongdir
framman fyri hinar
vann Blikur
5 mannafør gentur
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Frá tí at skotið brast løgdu
genturnar á Bliki seg á
odda. Drekin í hølunum á
teimum og síðani Tjaldrið
og Tekla. Blika genturnar
vóru
ísakaldar
allan
róðurin og øktu um munin
allan vegin inn á mál. Tá
skotið inni á málinum
brast,
vóru
tær
tvær
bátslongdir framman fyri
hinar bátarnar. Síðani kom
Drekin og teimum á baki
Tekla.
5 mannafør gentur
1 Blikur 05:32.04
2 Drekin 05:36.05 1G
3 Tekla 05:40.19
4 Tjaldrið 05:42.05
5 Erla Kongsdóttir 06:11.14
Blikur í stórum stíli
Annelisa Justesen rør
við Fípuni Føgru og
situr á toftini í
bakborð:
Fyrsta
gullmerkið í
kappróðri
Fyrr í vikuni gav Annelisa
Justesen
avboð
til
oyggjaleikalandsliðið í fót-
bólti, tí hon skuldi rógva á
Fjarðastevnu.
Føroyska
liðið er mett at vera
favorittur til gullkrónurnar
í
Hetlandi,
men
eftir
róðurin hjá 5 mannaførum
við kvinnum var Annelisa
glað fyri avgerð sína.
-
Eg
var
við
á
Oyggjaleikunum seinast,
og tá vunnu vit gull. Eg
havi ongantíð vunnið gull í
kappróðri fyrr, so eg eri
sera glað fyri mína avgerð,
greiðir Annelisa glað frá.
Sigurin hjá Fípuni Føgru
var eitt av teimum heilt
óvæntaðu úrslitunum á
Skála
leygardagin.
Á
Varmakeldu endaði Fípan
Fagra á fimta plássið, so
framgongdin hjá teimum
má sigast at vera sera stór.
Annelisa var ikki við á
Varmakeldu.
- Eg spældi við KÍ í
steypafinaluni, so eg fekk
ikki róð við tá, men so helt
eg aftaná, at eg skyldaði
mínari manning at vera við
restina av árinum, so tí
gjørdi eg av at senda avboð
til landsliðið, sigur Anne-
lisa.
Hvør er orsøkin til stóra
framstigið hjá tykkum?
- Tað eru fleiri manningar,
sum gera stór framstig frá
einari stevnu til aðra, so hví
skal tað ikki bera til hjá
okkum eisini? Hartil eru vit
í sera góðari venjing í ár.
Bæði í fjør og í ár hava vit
ligið har frammi, tá fleiri
bátar eru farnir nærum sam-
stundis
um
málið,
og
hvørjaferð endaðu vit sum
ein av teimum aftaru. Men
ikki
í
dag,
staðfestir
Annelisa Justesen.
- sae -