Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 19 Munur á tí størsta og minsta 24 oyggjar eru við til Oyggjaleikirnar í Het- landi, men tað er stórur munur á, hvussu nógv ítróttarfólk oyggjarnar senda avstað. Vertirnir í Hetlandi hava meira fólk við enn vanligt við hesarð – 241 samanlagt – men tað er ikki hægsta talið, tí sambært al- menna yvirlitinum hev- ur Guernsey ein luttak- ara meira. Føroyar hava umleið 120 luttakarar við. Tað er tó stórur munur á oynni við flest luttakarum og oynni við fægst luttakarum. Með- an Guernsey hevur 242 ítróttarfólk við, hevur Sark seks ítróttarfólk við, og tey taka øll lut í skjótingini. St. Helena hevur 15 ítróttarfólk við, Hitra 16 og Prince Edward Island 20. ek Filskit er maskottur Maskotturin til Oyggja- leikirnar í Hetlandi er ein hestur, sum eitur Fil- skit. Hann kann síggjast á skeltum kring oyggjar- nar, har hann íðkar ymiskar ítróttargreinar. Maskotturin er teknaður av lokala listarmannin- um Stevie Gordon ella »Smirk«, sum hann verður kallaður. Navnið á maskottinum sipar til, at hann er frískur – frisky – og í góðum lag. ek Grønland 166.000 ferðir størri Grønland er heimsins størsta oyggj, og tað er tí óneyðugt at siga, at Grønland eisini í Oyggjaleikasamanhangi er í flokki fyri seg. Allar hinar oyggjarnar tilsam- ans kunnu ikki bera seg saman við teir 1,2 mill- iónir ferkilometrarnar, sum Grønland er í areali. Og tá tað kemur til heimsins størst oyggj samanborið við minstu oynna í Oyggjaleikun- um, so er Grønland 166.000 ferðir størri enn Gibraltar, sum bara er 7,2 ferkilometrar til støddar. Føroyar eru 1.399 ferkilometrar stór- ar. Guernsey, sum hevur flest luttakarar við og vann flest heiðursmerki seinast, er bara 24 ferkilometrar til støddar. ek Tveir av føroysku luttakarunum hava sett seg niður at kroka undir regnskjólunum Klædningar og slips hjá teimum høgu harrunum máttu verjast av regnskjólum Regnskjólini, sum fyrireikararnir høvdu latið øllum luttakarunum, komu væl við leygarkvøldið Føroyskir áskoðarar í góðum lag Sekkjapíputónleikur setti dám ásetanina Gunnar Dahl-Olsen bar føroyska flaggið til setanina, og Elspa Mørkøre bar vatnið úr Føroyum