týsdagur 12. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
19
Sanna á Løgmansbø
rør við Riddaranum
og situr í rúminum í
bakborð:
Skulu hava
betri start
Einasti bátur, sum higartil
hevur hótt Jarnbard eitt
sindur
undir
tveimum
teimum seinastu róðrun-
um,
er
Riddarin
úr
Miðvági,
men
kortini
hevur sigurin hjá Jarnbardi,
tá ið avtornar, ongantíð
veruliga verið í vanda.
- Vit royna og royna og
royna at koma fram um
tær. Tað er so ikki eydnast
okkum enn, men vit fara at
klára tær einaferð, er
Sanna sannførd um.
Sanna greiðir frá, at
manningin hevur tosað
nógv um, hvat tær skulu
gera, og hvussu tær skulu
rógva á teimum ymsu
stevnunum. Tær arbeiða
serliga upp á startin, tí
hann er ikki nóg góður,
halda allar tær, sum rógva
við Riddaranum.
- Men eg trúgvi eisini, at
tað sálarliga spælir inn, tí
Jarnbardur hevur vunnið
so nógv í so langa tíð.
Tískil er tað sera torført at
bróta hatta mynstrið, men
næstu ferð verður róð á
okkara heimabana, so vit
eru sera uppsettar, sigur
Sanna á Løgmansbø.
- sae -
Endaspurturin hjá kvinnunum
Fimta róðurin á rað í
ár vunnu kvinnurnar
á Jarnbardi á Skála
leygardagin. Hóast
Riddarin hótti fleiri
ferðir, hildu Jarnbarda
kvinnurnar fast við
oddin og fóru fyrstar
um málstrikuna
6 MANNAFØR
KVINNUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Róðurin hjá 6 mannaførun-
um við kvinnum kann ikki
sigast at vera serliga spenn-
andi. Somu bátar hava
fingið somu plássini á
hvørjari stevnu í ár. Jarn-
bardur fer fyrst um málið,
síðani Riddarin, Lómur,
Páll Fangi og Sølmundur.
Soleiðis hevur tað verið
hvørjaferð, og hóast Ridd-
arin hevur hótt Jarnbard eitt
sindur tvær tær seinastu
stevnurnar, so er tað ikki
nógv, sum bendir á, at
sigursrøðin hjá Jarnbardi
verður steðgað í ár.
Á Skála legði Jarnbardur
seg á odda frá byrjan.
Riddarin hevði hug at hótta
tær nakrar ferðir gjøgnum
róðurin, men í sjálvum
endaspurtinum
loysnaði
millum tann bláa og tann
hvíta, og Jarnbardur fór um
málstrikuna eina bátslongd
framman fyri Riddaran.
Kvinnurnar á Gongurólvi
luttóku ikki í róðrinum, tí
skelkurin av samanstoytin-
um sat framvegis í teimum.
6 mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 05:14.24
2 Riddarin 05:17.20
3 Lómur 05:21.03
4 Páll Fangi 05:24.02
5 Sølmundur 05:32.19
Jarnbardur heldur fram
Signhild Petersen
rør við Jarnbardi og
situr á lærinum í
stýriborð:
Tað er líka
lekkurt
hvørjaferð
Jarnbardur hevur vunnið
sín fimta róður á rað í ár,
men tveir teir seinastu
hava tær verið nakað
hóttar av Riddaranum úr
Miðvági.
- Vit royna bara at seta
meira og meira á, tí tað at
Riddarin hóttir okkum,
tað setur eisini okkum
nógv upp. Eg ivist ikki í,
at tær á Riddaranum eru
uppsettar, men tað eru vit
so
sanniliga
eisini.
Hvørjaferð, sigur Sign-
hild avgjørd á málinum.
Á Vestanstevnu verður
róð í Miðvági. Signhild
og hinar á Jarnbardi eru
fult greiðar yvir, at tær á
Riddaranum verða øgiliga
uppsettar tá.
- Sjálvandi verða tær
uppsettar, men tað eru vit
eisini. Og sera spentar,
heldur Signhild fyri.
Signhild róði ikki við
Jarnbardi í fjør, men hon
var við í 2000, 01 og 03
og hevur sostatt vunnið
nógv við Jarnbardi.
- Tað er líka lekkurt
hvørjaferð, sigur Sign-
hild, sum tó leggur dent á,
at hóast Jarnbardur hevur
35 stig, so síggja tær seg
ikki sum føroyameistarar
enn.
- sae -
Hóast Riddarin hótti Jarnbard nakrar ferðir leygardagin, var ongin ivi um, hvør fór at vinna, tá
avtornaði
Myndir: Álvur
Tað skal vilja øgiliga illa til, um tað ikki fer at eydnast kvinnunum á Jarnbardi at endurvinna
føroyameistaraheitið
Mynd: Álvur