Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 130 - 12. juli 2005 Rannvá noyddist útaftur Rannvá Andreassen byrj- aði dystin ímóti Isle of Man á beinkinum. Hon var ein av spælarunum, sum landsliðsvenjarin vildi spara til dystin ímóti Álandi mánadagin. Men tað mundi endað galið, tá ið Rannvá kom á vøllin eftir ein tíma. Eftir at hon hevði spælt á vinstra miðvølli í eitt korter, trakaði hon skeivt í einum nærdysti og noyddist út at fáa viðgerð. Fóturin varð køldur av við ísi fyri at minka um avleiðingarnar av snudd- inum, og Rannvá kom ikki á vøllin aftur. Roknað varð við, at Rannvá var klár at spæla dystin ímóti Álandi seinnapartin mánadagin. ek Jacob nýggjur hjálpari Jón Harald Poulsen hevur røkt uppgávuna sum hjálparvenjari á undan- farnu Oyggjaleikunum, men hann bar seg undan hesaferð, tí hann hevur nógv at taka sær av í sambandi við Europa Cup luttøkuna hjá KÍ- kvinnum í august. Avloysarin er sumbing- urin Jacob Thomsen, sum býr í Havn og er royndur venjari í B36. Hann hevur vant alt frá ungdómslið- um til 1. deild, og sein- astu tvey árini hevur hann verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36. Jacob og kvinnurnar hjá B36 vunnu fyri góðari viku síðani steypafinal- una. ek Jacob Thomsen, hjálpar- venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti Venjarin spardi nakr- ar lyklaspælarar, men føroysku kvinnurnar vunnu sannførandi á Isle of Man. Ferð kom á málskjótingina í seinna hálvleiki, og sigurin var ikki eitt mál ov stórur. Før- oyska áskoðarafjøldin var so stór, sum hon sjáldan er til kvinnu- dystir í Føroyum FÓTBÓLTUR Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Burra: Føroyska kvinnu- landsliðið byrjaði dystin ímóti Isle of Man nakað trivlandi, men tær høvdu allatíðina tamarhald á støð- uni, og í seinna hálvleiki gjørdu tær málini, sum vóru nóg mikið til at kalla sigurin ein stórsigur. 6-0, og so var fyrsta upp- gávan á Oyggjaleikunum loyst til fulnar. Landsliðvenjarin Álvur Hansen spardi nakrar av sínum lyklaspælarum, og tí fingu aðrir spælarar kjansin at vísa seg. Rannvá Andreassen, Ása Dam á Neystabø, Randi Wardum og Vivian Bjarta- líð byrjaðu uttanfyri, men hinvegin sluppu spælarar sum Asta Magnussen, Jac- oba Langgaard, Mary-Ann Isaksen og Laila Jespersen at royna seg frá byrjan. Føroyar høvdu stóra yvirvág í spæli allatíðina. Tað gekk nakað striltið at fáa mál í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skor- aðu kvinnurnar fimm góð mál. Trý mál við frísparki Malena Josepsen skoraði einasta málið í fyrra hálv- leiki, og hon skoraði eitt afturat í seinna hálvleiki. Álopsmakkarin Halltóra Joensen fekk eisini tvey mál, og hinu bæði málini skoraðu innskifta Ása Dam á Neystabø og debutanturin Jacoba Langgaard. Trý av málunum í seinna hálvleiki komu eftir bein- leiðis fríspark. Fyrst spark- aði Jacoba beinleiðis upp í málhornið, og síðani gjørdi Halltóra Joensen henni kynstrið eftir – tvær ferðir. Málið hjá Ásu kom eftir at Halltóra gjørdist leys og prikaði fram um málmann- in, har Ása var fyrst á bólt- inum og sparkaði í tóma málið. Malena skoraði eis- ini eftir ein bólt fram um verjuna hjá Isle of Man. Lítið vongspæl Føroyska spælið var til tíðir gott, men tað vóru eisini løtur, har tað ikki rættiliga hekk saman. Vøllurin var sera smalur, og tað hevði við sær, at vongspælið sjáldan riggaði. Tað hjálpti heldur ikki, at uttastu mið- vallararnir høvdu hug at leita inn á vøllin, men eftir at Ása Dam á Neystabø og Rannvá Augustinussen vóru komnar inn gekk betur við at spæla í dýpdina í síðunum. Á sentrala miðvøllinum høvdu Rannvá Augustinus- sen og Jacoba Langgaard gott tak á, hóast dómarin var í so strangur at døma fríspark í nærdystunum. Verjan hevði ikki tað stóra at gera, men nakrir langir bólt skaptu smærri trupulleikar, og í einu støð- uni noyddist Laila Jesper- sen at bjarga. Samanumtikið ein trygg- ur sigur, har føroyska liðið í løtum kundi taka tað róligt uttan at kenna seg hótt. Og rundan um vøllin vóru nógvir føroyingar at síggja. Ja, føroyska áskoð- arafjøldin var so stór, sum hon sjáldan er til kvinnu- dystir í Føroyum, og lagið var óført. Kvinnurnar flongdu Man Mary-Ann Isaksen í nærdysti við ein av spælarunum hjá Isle of Man. Føroyska liðið sat fullkomiliga á dystinum, og í seinna hálvleiki skolaðu málini eisini inn Oyggjaleikir, 1. umfar, 20. juli 2005 Føroyar-Isle of Man 6-0 (1-0) 1-0: Malena Josephsen, 21. 2-0: Jacoba Langgaard, 50 3-0: Ása Dam á Neystabø, 4-0: Malena Josephsen 5-0: Halltóra Joensen 6-0: Halltóra Joensen Føroyar: Laila Jespersen – Asta Magnussen, Bára Skaale Klakstein, Unn Kragesteen, Ann Olsen – Sólva Joensen (Ása Dam á Neystabø, 64.), Jacoba Langgaard, Rannvá Augustinussen, Mary-Ann Isaksen (Rannvá Andreasen, 60/Rakul Magnussen, 75.) – Halltóra Joensen, Malena Josephsen Venjari: Álvur Hansen FAKTA