týsdagur 12. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 131 - 13. juli 2005
Púra einsamallir
komu teir á Nevinum
Reyða rógvandi inn
móti málinum. Næst-
an tíggju sekund
aftan á fyrsta skotið,
bleiv skotið fyri
Kvívíkinginum, sum
bleiv nummar tvey
8 MANNAFØR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nevið Reyða sló fast við
tíggju
tumma
seymi
leygardagin, at teir eru besta
og mest upplagda boði upp
á føroyameistaraheitið hjá 8
mannaførunum í ár. Fleiri
bátslongdir framman fyri
Kvívíking fóru teir fyrstir
um málið, og frøin var stór.
Tað var annars ein sera
javnur startur hjá øllum
bátunum. Miðvingur og
Knørrur duttu burtur ímill-
um beinanvegin, men rest-
ina av bátunum fylgdust væl
fyrstu løtuna. Síðani løgdu
tríggir bátar seg fremst,
Ørvur, Argjabáturin
og
Nevið Reyða. Kvívíkingur
var so nakað aftanfyri.
Nevið Reyða legði seg so
á odda og økti um leiðsluna
allan vegin á málið. Kapp-
ingin um annað og triðja
plássið harðnaði so hvørt
sum bátarnir nærkaðust
málinum, men hvør vinn-
arin fór at verða, var ongan-
tíð nakar ivi um. Úrslitið
var, at Nevið Reyða vann,
Kvívíkingur
hevði
ein
góðan endaspurt og kom
næstur á mál og eftir
teimum kom so tann reyði
Argjabáturin.
Føroyameistaraheitið hjá
8 mannaførunum verður
óivað avgjørt á Vestan-
stevnu, og tað skal vilja
øgiliga illa til, um ikki tað
fer til Klaksvíkar.
8 mannafør menn
1 Nevið Reyða 07:13.19
2 Kvívíkingur 07:22.04
3 Ørvur 07:24.23
4 Argjabáturin 07:25.15
5 Árnfirðingur 07:37.04
6 Knørrur 07:45.09
7 Miðvingur 07:46.15
Innsmurdur í Vita
margarin fór Gongur-
ólvur fyrstur um
málstrikuna á Skála
leygardagin. Sigurin
má sigast at vera eitt
týdningarmikið stig
fyri at nærkast
føroya-
meistaraheitinum
6 MANNAFØR MENN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kappingin hjá 6 manna-
førunum
við
monnum
stendur millum havnabát-
arnar báðar, Gongurólv og
Jarnbard. Sølmundur úr
Runavík hevur eisini hug at
blanda seg, men leygar-
dagin var størri munur á
bátunum enn á Varma-
keldu, tá alt fór um málið í
einum
hurlivasa,
sum
Jógvan Arge tók til.
Gongurólvur fekk bestu
byrjanina og legði seg á
odda beinanvegin. Honum
á baki kom Jarnbardur, og
síðani Sølmundur. Hesir
tríggir bátarnir løgdu seg
nærum í eitt felt fyri seg
sjálvar og kappaðust har.
Teir togaðust aftur og fram
allir, men sama støða helt
sær allan vegin. Gongur-
ólvur fremstur, Jarnbardur
næstur og Sølmundur sum
tann triðji.
Eina løtu var kappingin
millum Gongurólv og Jarn-
bard sera hørð. Teir fóru
mest sum stavn um stavn
eina løtu, men so kom ferð
á Gongurólv aftur, og teir
komu á mál umleið hálva
bátslongd framman fyri
Jarnbard, sum var knappa
bátslongd framman fyri
Sølmund.
6 mannafør menn
1 Gongurólvur 07:30.21 1G
2 Jarnbardur 07:31.23
3 Sølmundur 07:33.04
4 Sundabáturin 07:35.15
5 Hósvíkingur 07:38.14
6 Páll Fangi 07:43.07
7 Smyril 07:48.22
8 Stjørnan 07:50.10
9 Víkingur 07:50.12
10 Lómur 07:51.01
11 Fuglfirðingur 08:10.01
Ongin er sum Nevið
Vita la Gongurólvur
Svein Rógvi Nielsen
rør við Nevinum
Reyða og situr á
lærinum í stýriborð:
Sekundini
tala fyri seg
Hóast Nevið Reyða var
knapt
tíggju
sekund
framman fyri nummar
tvey, so var talan um ein
harðan róður, sambært
bátsformanninum.
- Tað var hart at rógva í
dag, tí veðrið er so gott,
og tað er so stilt. Starturin
hjá okkum var ikki nakað
serliga góður, men vit
høvdu ein frálíkan mið-
róður, so har vunnu vit,
staðfestir bátsformaðurin
og leggur afturat, at
manningin allatíðina var
greið yvir, at teir vóru
langt fremst.
Svein Rógvi er tó varin
við at siga ov nógv, tá
tosið fellur inn á føroya-
meistaraheitið.
- Tað eru tvær stevnur
eftir enn. Okkurt óvanligt
kann altíð henda, men eg
vil siga tað soleiðis, at tá
vit hava vunnið Vestan-
stevnuna, eru vit føroya-
meistarar, sigur Rógvi.
Í byrjanini av árinum
var tað sera tætt millum
Nevið Reyða og Kvívík-
ing. Á norðoyastevnu var
bert ein brotpartur av
einum sekundi, sum skilti
teir. Leygardagin vóru tað
næstan tíggju sekund.
- Sekundini tala fyri
seg. Vit hava betrað okk-
um nógv. Málið er at
vinna alt, sum vinnast
kann, staðfestir bátsfor-
maðurin
á
Nevinum
Reyða.
- sae -
Bergur Lützen rør
við Gongurólvi og
situr á toftini í
bakborð:
Vórðu enn
meira
uppsettir
Hóast Gongurólvur fekk
skaða, tá ein bátur rendi á
seksmannafarið,
eydn-
aðist tað monnunum at
vinna teirra róður. Tá bát-
urin eftir samanstoytin
varð fingin upp á land,
var greitt, at hann lak eitt
sindur.
- Vit smurdu bátin inn í
einar fimm ella seks
pakkar av Vita margarini,
og tað gekk. Vit vóru sera
fjálturstungnir, meðan vit
smurdu bátin inn. Men eg
haldi, at skaðin gjørdi, at
vit vórðu enn meira upp-
settir til róðurin. Og
stuðulin frá familjum og
øðrum gjørdi eisini sítt,
greiðir Bergur frá.
Vit
fingu
rímuliga
skjótt at vita, at vit vóru
fremstir, men á sjálvum
málinum
ivaðust
vit
kortini. Men tað var sera
gott, tá so vinnaraboðini
komu.
Hvat verður nú gjørt
við Gongurólv?
- Eg veit ikki....vit fara
helst at bíleggja ein platt
av Vita, sigur Bergur við
einum skeivum smíli.
- sae -