Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 21 Jákup Mørk Tú, Randi. Hvussu ger mann, tá tú skalt ferðast við einum spjóti? - Eg havi tað slettis ikki við. Eg hevði tað við fyrstu ferð, tí eg helt meg hava brúk fyri mínum egna spjóti. Men tað er somikið besverligt, at nú brúki eg bara tey, sum eru her. Tey eru kanska eisini betri enn míni, sum eru eitt sindur skamfílað av øllum grúsinum. Men er tað ikki munur á, hvørji amboð verða nýtt, tá tú kastar? - Reiðskapurin er jú tann sami. Men vit hava ikki eingongd nakran am- boðsskúr, har sum vit venja. So eg plagi at ganga gjøgnum Viðarlundina og aðrar sniðgøtur við einum spjóti í hondini. Hevur eingin runnið skríggjandi burtur, tá tey síggja eina konu koma rennandi við einum spjóti móti sær í Viðarlundini? - Tað sær kanska út, sum eg eri á veg í grinda- dráp, men soleiðis er tað bara. Tað má eg taka við. Men aftur til fyrsta spurningin. Kanst tú ikki taka spjóti sundur og pakka tað saman, so tað fyllir minni? - Nei. So viknar tað bara. Míni spjót har heima hava til dømis buglur ymsastaðni, og tað verður helst har, at tey brotna fyrst. So tað er ikki so gott, um tey verða tikin sundur. Og hesi her eru kanska fult so góð, hóast alt? - Tey eru nokk so stand- ard. Eg hugsi ikki so nógv um tað. Tað einasta, sum ræður um, er at gripið kennist væl. Sjálv havi eg trý spjót, sum eg venji við, men eg brúki tó mest tað eina av hesum. Og í dag valdi eg so tað, sum eg helt líktist hesum mest. Við spjóti gjøgnum Viðarlundina Randi Kúrberg á skeiva beininum Tapið móti Guernsey tóktist sera tungt, men sum dagurin leið, batnaðu útlitini hjá føroyska borðtennislandsliðnu m munandi BORÐTENNIS Jákup/Jens Kristian Sandwick: Longu í fyrsta dystinum í liðkappingini í borðtennis kom føroyska landsliðið í mótvind. Nú navnframi Carl Prean ikki er við á liðnum hjá Isle og Wight, er spenningurin til borðtenniskappingina øktur munandi, og tað er á ongan hátt eins lætt at seta nøvn á favorittarnar. Hvørki, tá tosað verður um einstaklingar ella lið. Kiksaðu á harrasíðuni Við nýliga styrkinum av Thomas Rasmussen, hevur føroyska liðið eisini fingið góðan styrk, og við tveim- um krútsterkum kortum á harrasíðuni varð tí mett, at Føroyar hesa ferð hava góðar møguleikar at koma í hálvfinalurnar í liðkappingini. Tí varð tað mett at vera ein dyggur smeitur, tá okk- ara máttu lúta 4-3 fyri liðn- um hjá Guernsey. Saman við Jersey og Føroyum vórðu Guernsey mettar sum stekasta tjóðin í bólki B. Ein bólkur, sum eisini telur Áland, Grønland og Orkney. Hóast Kjartan Eli í hes- um dystinum megnaði at vinna báðar sínar singlur, so rakk tað ikki til neyðugu fýra stigini, sum skulu til, um dysturin skal vinnast. Thomas tapti nevnliga sín dyst fyri sterkasta spælar- anum hjá Guernsey, og so mátti álitið setast á kvinn- urnar og blandaða tví- mansleikin. Her hevur trupulleikin ofta verið, at føroysku kvinnurnar ikki eru heilt so sterkar, sum sterkastu kappingarneytar okkara, og tað kom eisini til sjóndar. Marin í Dali tapti einmans- leikin, eins og hon saman við Susie Midjord mátti lúta í tvímansleikinum. Og tó at Marin saman við Kjartani Eli gav góða mót- støðu í blandaða tvímans- leikinum, so máttu eisini tey lúta. Lagið batnaði Men líka so væl, sum lagið var í botni eftir Guernsey dystin. Eins nógv mundi lagið batna, sum dagurin leið. Tað tykist í øllum førum ikki, sum hevur Jersey ta styrkina, sum føroyska ferðalagið hevði roknað við. Hetta kom greitt til sjóndar, tá Guernsey vant 7-0 burtur út Jersey, og eisini í øðrum dystum hevði Jersey trupulleikar móti liðum, sum ikki vórðu styrkismett serliga høgt. Tí kann eitt hálvfinalu- pláss framvegis væl og virðiliga røkkast. Tað krevur at kalla »bert« sigrar í teimum dystunum, sum nú eru eftir. Og hesir eru móti Jersey og Grønlandi. Tveir sigrar Annars spældi føroyska liðið tveir aðrar dystir sunnudagin, og teir vórðu báðir vunnir uttan stórvegis trupulleikar. Móti Álandi gjørdist talan enntá um 7-0 sigur, tá allir dystirnir endaðu við føroyskum sigri, og móti Orkney gjørdist talan um 4- 3 sigur. Í hesum seinna dystinum vóru tað tær fýra harra- singlurnar, sum avgjørdu dystin, men eisini kvinnur- nar vóru sera væl við. Ikki minst Marin í Dali, sum í sínum dysti noyddi mót- støðukvinnuna út í fimm sett. Men eftir at Marin hevði tapt fjórða settið so tepurt sum 13-11, var ikki nógv meira krút eftir. Ljósnaði út á dagin Lagið var einki serligt eftir fyrsta dystin. Men sum dagurin leið, batnaði hetta alsamt. Her eru Kjartan Eli Hentze og Thomas Rasmusen avmyndaðir eftir knúsandi 7-0 sigurin á Álandi