Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 13. juli 2005 21 Kappróðurin millum 10 mannaførini hevur mangan verið meira spennandi, enn hann var leygardagin, men tað munnu eysturoyingar ikki leggja nakað í. Enn einaferð vunnu teir sannførandi 10 MANNAFØR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tann guli báturin úr Runa- vík fekk besta startin leygardagin, og hann helt oddastøðuna allatíðina. Nólsoyingur gjørdi nakrar royndir at hótta teir. Og teir komu eisini fram á hálvan Eysturoying, men longur komu teir ikki. Eysturoy- ingar svaraðu aftur, og Nólsoyingur megnaði ikki at halda tørn. Tá gott og væl helvtin av teininum var rógvin, loysnaði millum Eysturoying og Nólsoying. Somuleiðis loysnaði eisini millum Nólsoying og Hoy- víking, so tá bátarnir nærk- aðust málinum var lítil og ongin spenningur eftir í róðrinum. Men tað er tó altíð flott at síggja 10 mannaførini koma skúm- andi inn eftir fjørðinum. 10 mannafør menn 1 Eysturoyingur 09:32.17 2 Nólsoyingurin 09:37.06 1G 3 Hoyvíkingur 09:42.00 4 Vágbingur 09:45.15 5 Havnarbáturin 09:46.02 6 Skálabáturin 09:51.06 Ludvík Justinussen rør við Eysturoyingi og situr á toftini í bakborð: Góðar vónir til 1.000 metrar 10 mannaførini hava róð 2.000 metra teinin fyri seinastu ferð í hesum kappingarárinum. Eyst- uroyingur hevur vunnið fýra róðrar nú og stýrir fram í móti føroyameist- araheitinum. Men tað sigst, at tað er stórur munur á, hvussu teir báðir teinarnir skulu rógvast. - Eg haldi ikki, at vit broyta so øgiliga nógv, men sjálvandi hvørvur tann drúgvi miðróðurin, sum er á 2.000 metrum. Tað er tó klárt, at á 1.000 metrum er tørvur á nøkrum sprintarum, tí tá er so stutt millum byrjanar- og endaspurt. Og eg havi varhugan av, at tað sita nakrir tílíkir sprintarar umborð á Eysturoyingi, so jú, jú... vit hava góðar vónir, sigur Ludvík. Eysturoyingur liggur nú so væl fyri, at teir skulu enda sum numm- ar trý og fýra á tveimum teimum seinastu róðr- unum fyri at missa føroyameistaraheitið. - Men vit fara sjálv- andi eftir fyrsta pláss- inum, slær Ludvík fast. - sae - Støðan í FM 8 mannafør menn: 1 Nevið Reyða 35 2 Kvívíkingur 25 1G 3 Argjabáturin 19 1G 4 Ørvur 16 1G 5 Árnfirðingur 10 6 Miðvingur 4 7 Knørrur 1 10 mannafør: 1 Eysturoyingur 33 2 Nólsoyingurin 26 1G 3 Hoyvíkingur 21 4 Havnarbáturin 14 5 Vágbingur 11 6 Skálabáturin 6 6 mannafør menn: 1 Gongurólvur 33 1G 2 Jarnbardur 27 3 Sølmundur 16 2G 4 Sundabáturin 14 5 Strálan 10 1R 6 Hósvíkingur 3 1G 7 Páll Fangi 3 1G 8 Lómur 2 9 Víkingur 2 10 Fuglfirðingur 0 1G 11 Smyril 0 12 Stjørnan 0 13 Kollfriðingur 0 6 mannafør kvinnur: 1 Jarnbardur 35 1G 2 Riddarin 25 3 Lómur 20 4 Páll Fangi 15 1G 5 Sølmundur 10 1G 6 Gongurólvur 2 5 mannafør kvinnur: 1 Sílið 33 2 Blikur 22 3 Fípan Fagra 19 4 Frúgvin 15 1G 5 Drekin 12 2G 6 Firvaldur 8 7 Royndin Fríða 1 8 Falkur 0 9 Junkarin 0 10 Ritan 0 11 Ørnin 0 5 mannafør dreingir: 1 Fípan Fagra 29 2 Ritan 28 3 Sílið 19 4 Drekin 15 5 Blikur 14 6 Tjaldrið 5 7 Dúgvan 0 8 Tekla 0 5 mannafør gentur: 1 Blikur 31 2 Drekin 27 1G 3 Tjaldrið 18 1G 4 Tekla 17 5 Erla Kongsdóttir 6 2G 6 Havfrúgvin 6 Enn einaferð Eysturoyingur Endaspurturin hjá 10 mannaførinum Eysturoyingur legði seg á odda tíðliga í róðrinum og helt allan vegin. Tá teir komu á mál, vóru teir leysir av Nólsoyingi Myndir: Álvur Eysturoyingur hevur sett beina kós móti føroyameistaraheitinum 2005 Mynd: Álvur