Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 130 - 12. juli 2005 Deiligt við dystar- venjing Lerwick: Jón Nielsen var framúr væl nøgdur eftir føroyska sigurin á Got- landi sunnudagin. Og hóast føroyska spælið eina løtu í øðrum setti tóktist vera langt frá toppinum, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at seta kílar í gleðina um sigurin. - Vit kendu einki til liðið hjá teimum, áðrenn vit komu her. Men eg haldi, at vit høvdu ein góðan dag, so hetta var fínasta slag, helt Jón. Løtuna í øðrum setti tóktist hann ikki leggja so nógv í. Men hann fegn- aðist um, at tað eydnaðist føroyingunum at venda gongdini, soleiðis at teir fingu sett dystin upp á pláss. - Eg veit ikki akkurát, hvat bilti hasa løtuna. Men tað kostaði tíbetur ikki nakað. Tit enda tað settið øgiliga væl. Hvussu týdn- ingarmikið var tað fyri triðja settið og dystar- gongdina sum heild. - Tað hevði øgiliga stór- an týdning fyri okkum. Hóast vit hava vant nógv, so er dystarvenjingin lítil og eingin. Hetta er fyrsti veruligi dysturin hjá okkum síðani kappingar- lok, og vit prógva fyri okkum sjálvum, at vit megna at koma aftur íaftur. Eisini hóast vit eru í einum aldudali eina løtu. So hetta sær gott út higartil, haldi eg, segði Jón Nielsen at enda. Mynd: Jon Jon Nielsen helt tað hava stóran sálarligan týdning, at liðið reisti seg somikið væl eftir laka næsta settið Mynd: Jens Kristian Sæð burtur frá einum lítlum niðurtúri í øðrum setti, var eing- in slingur í valsinum, tá manslandsliðið spældi trupla byrjun- ardystin á oyggja- leikunum FLOGBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Hóast tað varð lagt upp til mest sum gysara, tá føroyska mans- landsliðið skuldi spæla móti Gotlandi longu í fyrsta dystinum, so gav hetta als ikki teir trupulleikarnar, sum summi vóru bangin fyri. Byrjanin av dystinum var annars jøvn, og tó at báðir partar tóktust hava ilt við at fáa veruligt trýst í servur- nar, so tóktust føroy-ingar- nir at hava eina lítla yvir- vág alla tíðina. Og hóast munurin ikki var tann heilt stóri, so hildu okkara eisini leiðsluni allan vegin. Javnvágin koppaði Næsta settið mundi tó fáa sveittan fram hjá mongum av áskoðarunum. Eina løtu tóktist tað, sum vildi snøgt sagt einki bera til. Frustra- tiónir vóru eisini at hóma á okkara liði, soleiðis at bólt- ur í nógvum førum vórðu smashaðir nærum í blind- um, heldur enn at spælarar- nir eisini góvu sær stundir til at nýta høvdið. Hjá gotlendingunum var støðan púrasta øvut. Teir spældu róliga og skilagott, og teir høvdu eisini fult tamarhald á settinum. So- mikið gott var takið, at støðan ta einu løtuna var 23-12, men javnvágin í dystinum koppaði kanska júst her. Fyri settið hevði tað kanska ikki tann stóra týdn- ingin, at okkara pyntaðu munin niður í 19-25, men sálarliga hevði tað nógv at siga. Tað var eins og okkara nú aftur fingu sannført seg sjálvar um egnan mátt, og frá triðja settið og úteftir var eingin ivi. Servurnar sótu mest sum perfekt. Rúni Weihe var veruliga um at finna hitan, og eisini Jón Nielsen, sum eina løtu tóktist mest sum yvirtendraður, vekslaði nú millum kølið yvirlit og knallhørð smash. Og tað var í veruleikan- um eingin veruligur spenn- ingur hesi settini. Í nógvar mátar tóktist liðið hjá Got- landi vera langt í frá styrkini, sum teir áður hava sýnt, men hetta skyldast so eisini væl skipaða føroyska spælinum. Væl byrjað er hálvgum endað, plaga danir at taka til. Fyri føroyingar er spurningurin so helst, hvørt byrjanin hjá monnunum var av slíkum slag, at hon er nóg mikið til eisini at taka Áland, tá - allar helst - av- gerandi dysturin í bólkin- um verður týskvøldið. Áðr- enn hetta er talan tó um dystir móti ávíkavist Het- landi og Grønlandi, og eisini teir báðir dystirnir skulu vinnast. Føroysku kvinnurnar fingu valla sveittan fram, tá tær sunnu- dagin spældu sín fyrsta dyst í flogbólts- kappingini FLOGBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Gotland varð longu undan kappingini mett sum eitt av veikastu liðunum í kappingini, og dysturin sunnudagin gav so onga ábending um tað øvuta. Hinvegin er helst einki at ivast í, at tað var ein hóskandi bleyt lending hjá føroyska liðnum at fáa. Venjarin læt eisini allar spælarar sleppa upp í part, og tó at liðið soleiðis var fyri støðugari útskifting, so kom hetta ongantið at merkja úrslitið. Serliga í øðrum setti gekk skjótt, og tað man hoyra til tær heilt sjáld- somu flogbóltshendingar- nar, at ein og sami leikarar servar fimm ess á rað. Men tað var júst tað, sum Gudrid Nolsøe gjørdi ta einu ferðina. Allur dysturin til samans tók heldur ikki meira enn 54 minuttir, og tað sigur væl eisini nakað um, hvussu stórur styrkismun- urin var. Í hinum dystinum í okkara bólki vann Áland 3- 1 á Bermuda. Og í bólki 2 hevur Saaremaa longu víst stóra styrki. Tær spældu tveir dystir sunnudagin, og í báðum førunum - ávíka- vist móti Hetlandi og Grøn- landi - varð úrslitið 3-0. So higartil bendir alt á eina endurtøku av finaludystin- um frá teimum trimum seinastu oyggjaleikunum. Føroyar-Gotland 3-1 (25-21, 19-25, 25-15, 15-18): Hálvfinalan er heima Flogbóltsmenninir vístu klassan, tá teir í fyrsta dystinum vunnu tryggan sigur á Gotlandi Føroyar-Gotland 3-0 (25-14, 25-6, 25-18): Leikandi lætt spæl Talan var um eina bleyta byrjan upp á kappingina, tá flogbóltskvinnurnar sunnudagin spældu móti Orkney