týsdagur 12. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 131 - 13. juli 2005
- Tað snúði seg um
eina lítla løtu, har eg
siti og tosi við mína
manning og tískil ikki
hyggi út. Tað næsta eg
síggi er ein
maskinbátur, sum
kemur beint ímóti
okkum, sigur
róðurskvinnan á
Gongurólvi, Maria
Trygvadóttir
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kvinnurnar á Gongurólvi
fingu ein skelk á Fjarða-
stevnu, tá tær vórðu árendar
av einum maskinbáti.
- Summi siga, at vit lógu
inni á feltinum, meðan
onnur siga tað øvugta. Men
eg haldi ikki, at vit lógu
inni á feltinum, sigur Maria
Trygvadóttir.
Tær vóru í gongd við at
rógva málið av á Skála, tá
óhappið hendi. Vanligt er,
at ein manning gjøgnum-
gongur, hvussu málið á
einari stevnu skal rógvast,
áðrenn sjálvan róðurin. Og
tað var hetta, sum kvinnu-
manningin á Gongurólvi
var í ferð við.
Maria sigur, at tær sótu
og tosaðu um, hvar enda-
spurturin skuldi byrja, tá
hon varnast, at ein maskin-
bátur kemur ímóti teimum.
- Alt hendi so skjótt, at
tað einasta eg minnist er, at
hasin báturin kemur skúm-
andi ímóti okkum. Onkur
rópti bakborð, so eg stýrdi í
bakborð,
men
tá
fór
maskinbáturin eisini í bak-
borð. So skiftu vit til stýri-
borð, og teir fara sama veg,
og tá rendi hann so á okk-
um. Hetta snúði seg um
nøkur sekund, so eg veit
ikki, um vit kundu havt
gjørt nakað fyri at hindrað
samanstoytinum,
greiðir
róðurskvinnan á Gongur-
ólvi frá. Hon heldur fram,
at hon veit ikki, hvør hevur
víkiskyldu á sjógvinum
undir slíkum umstøðum.
- Sjálvandi kann ein seta
spurnartekin við, hví eg
ikki hugdi út, men hatta var
kleyvarskapur, tí har vóru
heilir fýra mans umborð á
maskinbátinum, og ongin
av teimum hugdi út, sigur
hon avgjørd.
Spara bátin
Kvinnurnar á Gongurólvi
verða kortini við á Vestan-
stevnu, men tær hava gjørt
av at fara við Víkingi.
- Tað gera vit fyri at spara
bátin, tí menninir hava jú
møguleika til at gerast
føroyameistarar, so teir
skulu helst kunna brúka
bátin, vísir hon á.
Sum Maria hevur skilt, er
ætlanin at tetta Gongurólv
sum frægast við silikoni og
so nýta hann hetta kapping-
arárið út. Hvat síðani hend-
ir, veit hon onki at siga um.
- Men vit hava so fingið
undantaksloyvi at rógva
sum Gongurólvur á Vestan-
stevnu við Víkingi. Annars
sleppa vit ikki við á
Ólavsøku, greiðir Maria
Trygvadóttir frá.
Tað kemst av tí, at
Gongurólvur bert hevur lut-
tikið á tveimum stevnum
higartil í ár, og ein bátur
skal hava róð minst tríggjar
FM stevnur fyri at kunna
luttaka á Ólavsøku.
Skelkaðar kvinnur umborð
á Gongurólvi
Tað var undir upphiting, meðan barnaróðurin fór fram, at samanstoyturin millum Gongurólv
og ein maskinbát hendi
Mynd: Álvur
Fyriskipanin av
kappróðrinum hetta
kappingaárið hevur
fingið nógva umtalu –
negativa umtalu. Men
eftir Fjarðastevnuna
er tíð uppá, at
kappróðurin fær píl
uppeftir
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Loksins eydnaðist tað at fáa
allar róðrarnar avgreiddar
innan fyri hálvan triðja
tíma. Aftan á Varmakeldu
segði kappingarleiðarin hjá
RSF, Hans Dávid Hansen,
at tað hevði verið gott, um
hálvur tími afturat kundi
fílast av tíðini.
Tað eydnaðist á Skála
leygardagin. Klokkan var
ikki farin langt av trý, tá
fyrsti róðurin fór í gongd.
Og stutt áðrenn hálvgum
seks kundi máldómarin
skjóta fyri seinasta tíggju-
mannafarinum, sum kom á
mál.
Karmarnir á Skála leygar-
dagin vóru av teimum allar-
bestu, og hartil var veðrið av
tí fagrasta. RSF hevði
útvegað sær tveir startir. Ein
lá á 1.000 metrum og ein á
1.500 metrum. Og alt
eydnaðist til fulnar, tá tann
eini starturin skuldi flytast
út á 2.000 metra málið.
Kjakið hevur gingið lív-
liga um, hvørjar orsøkirnar
eru til, at kappróðurin tekur
so langa tíð at avgreiða.
Summi geva barnaróðrun-
um skyldina, so teir eru
lagdir áðrenn sjálvan FM
róðurin. Onnur geva fyri-
reikarunum ella RSF skyld-
ina, meðan uppaftur onnur
siga, at veðrið hevur alt at
siga. Hvat av hesum tað
kann vera, skal her vera
ósagt, men ongin ivi er um,
at á Skála var alt væl
fyrireikað, veðrið var gott,
barnaróðrarnir vóru lidnir
klokkan hálvgum trý og
kappróðurin á Fjarðastevnu
var liðugur, áðrenn klokkan
var hálvgum seks.
Óhapp
kunnu
altíð
henda, tá eitt so stórt tiltak
skal fyriskipast, sum kapp-
róðurin í Føroyum nú er
blivin. Sjey FM róðrar –
umframt barna-, old girls
og boys róðrar - og startar,
sum skulu flytast. Men nú
eru bert tvær stevnur eftir,
og báðar hava bert 1.000
metra teinar, so um hugsað
verður um, hvussu skjótt
tað gekk á Skála, so er tað
lætt at vera bjartskygdur
um bæði Vestanstevnu og
Ólavsøku.
Úrslit frá
Fjarðastevn
uni 2005
Alvaróður dreingir
1 Royndin Fríða 02:29.15
2 Havfrúgvin 02:29.19
3 Jomfrúgvin 02:30.11
4 Fípan Fagra 02:32.03
5 Sílið 02:38.06
6 Ritan 02:40.15
7 Dúgvan 02:41.04
8 Tarvurin 02:47.05
9 Falkur 02:54.14
Alvaróður gentur
1 Ørnin 02:34.14
2 Hvassi 02:35.20
3 Firvaldur 02:36.06
4 Tekla 02:36.17
5 Drekin 02:36.20
6 Dúgvan 02:38.17
7 Royndin Fríða 02:39.22
8 Falkur 02:56.16
Alt klappaði á Fjarðastevnu,
og flest øll mundu vera glað
og vælnøgd eftir kappróðurin
Mynd: Álvur
Fjarðastevna – píl uppeftir