týsdagur 12. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 12. juli 2005
23
Ikki nøgdur
Heini Hátún hevði til
oyggjaleikirnar hesaferð
vónað, at tað kundi eydn-
ast at fáa eina bronsu-
medalju. Hetta skuldi eis-
ini verið gjørligt, um
køstini hjá Heina vórðu
sammett við tey hjá
luttakarunum á leikunum,
men í evstu løtu komu
tvær tilmeldingar afturat.
Og lagnan vildi tað so-
leiðis, at teir báðir, sum
komu afturat í evstu løtu,
báðir kastaðu longur enn
Heini, sum soleiðis mátti
taka til takkar við fimta
plássinum.
Nakað annað er so tað,
at Heini helst ikki var so
øgiliga væl nøgdur per-
sónliga. Besta kastið hjá
honum var 12,65 metrar,
og tað er á lið ein metur
undir tað, sum Heini áður
hevur kastað. Í samlaðu
støðuni hevði hesin met-
urin tó ikki munað tað
stóra. Munurin upp til
fjórða plássði var nærum
hálvan annan metur.
-jm
Hóast persónliga metið
neyvan hevði broytt um
plaseringina, so var Heini
Hátún ikki nøgdur um teir
12,65 metrarnar, sum hann
tveitti kúluna
Sam varð
aftastur
Á føðingardegnum sunnu-
dagin royndi Sam Vang
seg fyri fyrstu ferð á 3.000
metra forðarenning, og tó
at hann kom aftastur á
mál, so var tað kanska ikki
hetta, sum Sam sjálvur
legði mest í. Hetta var
nevnliga fyrsta ferðin, at
Sam royndi seg í greinini,
og so var tað ein avbjóð-
ing bara at fylgja so
nøkunlunda við feltinum.
Seinni á leikunum skal
Sam ætlandi eisini royna
seg á 5.000 metra teinin-
um.
-jm
Bermuda-Cayman
3-0:
Frískligt
lot í
flogbólt-
inum
Lerwick:
Eftir
at
menninir
av
Cayman
oyggjunum teir báðar
seinastu leikirnir hava
sýnt flogbóltsspæl, sum í
øllum førum hevur verið
undirhaldandi við knall-
hørðum smashum og ein-
vísum álopsspæli, tykist
tað nú vera Bermuda,
sum stendur fyri tørni.
Júst Cayman var fyrsta
mótstøðuliðið hjá Ber-
muda, nú teir fyri fyrstu
ferð tóku lut í flogbólt-
inum, og hendan dystin
vann Bermuda.
Tí er kanska ikki heilt
óhugsandi at rokna við, at
teir verða mótstøðuliðið
hjá tí liðnum, sum vinnur
dystin millum Føryoyar
og Áland.
Tað skal tó samstundis
leggjast afturat, at hóast
undirhaldandi, so tykist
lítið sannlíkt, at Bermuda
skal skal hvørki føroysku
ella álendsku menninar.
Taktiskt er liðið als ikki
so sterkt, og hugurin at
royna nakað annað enn
flottu smashini tykist
liggja á einum hampuliga
lítlum stað.
Men við framgongdini,
sum eitt nú Cayman
longu hevur sýnt, so er
væl møguligt, at hesar
báðar oyggjarnar í fram-
tíðini av álvara verða tvær
av teimum, sum fara at
bjóða av á mannfólka-
síðuni í flogbólti.
-jm
Metrar afturat metinum
Randi Kúrberg so
legði so væl og virði-
liga oman á føroyska
metið í spjótkasti, tá
hon sunnudagin
kastaði út á 33,19
metrar
SPJÓTKAST
Jákup
Lerwick:
At støðið á
oyggjaleikunum er alsamt
hækkandi, mundi kapping-
in í spjótkasti sunnudagin
vera eitt gott dømi um.
Randi Kúrberg, sum tók lut
á triðja sinni, kastaði í sín-
um besta kasti bara góðan
metur undir tí, sum gav
bronsu á leikunum seinast,
men hesa ferð rakk tað bara
til eitt pláss sum nummar
átta av teimum átta lut-
takarunum.
Men hóast plaseringin so-
leiðis kanska ikki var akk-
urát tað, sum Randi ætlaði,
so er einki at ivast í, at hon
var nøgd um avrikið. Í triðju
royndini tveitti hon nevnliga
spjótið út á 33,19 metrar, og
tað er nakað væl oman fyri
gamla metið hjá Randi.
Hetta var 31,36 metrar, so
talan var um eina betran á
nærum tveir metrar!
Og sjálv duldi Randi ikki
fyri, at tað var júst einum
slíkum kasti, sum hon hev-
ur strembað eftir seinastu
tvey árini.
- Tað kanst tú ætla. Ikki
minst, tá talan er um slíka
kapping.
- Eitt er, at tað gongur
væl undir venjing, men tá
verður tað so nógv tað
sama. Eg sleppi jú so sjáld-
an at taka lut í veruligum
kappingum, og tí gangi eg
fyri tað mesta og tøssi
einsamøll. Eg havi verið úti
á 32,77 undir venjing, so
hetta er nakað nógv betri.
Og at tað so er á oyggja-
leikum er bara fantastiskt.
Men tað sær kortini út til,
at hinar betra seg skjótari.
Hongur tað kanska eisini
saman við, at tær sleppa til
fleiri kappingar.
- Eg kann ikki gera nógv
annað, enn royna at fylgja
við. Sjálvt um eg havi betra
meg nógv, síðani eg tók lut
fyri fyrstu ferð á Man í '01,
so meg, so er støðið hækk-
að munandi. Men soleiðis
er tað bara, segði ein fegin
Randi Kúrberg at enda.
Lerwick: Bæði Guttorm
Sørensen og Cecil Weihe
tóku lut, tá runnið varð á
10.000 metrum sunnu-
dagin. Oddadysturin stóð
alla tíðina millum Michael
Sanchez av Gibraltar og
Kim Godtfredsen av Grøn-
landi. Ein dystur, sum
Gibraltar-búgvin vann.
Guttorm Sørensen var
leingi væl við í feltinum,
sum kappaðist um fjórða
plássið, men seinasta trið-
ingin
av
kappingini
gjøgnumføri Guttorm við
skaða, og tað kostaði nakað
nógv í samlaðu støðuni.
Her kom Guttorm á mál
sum nummar átta við tíðini,
37.08,11.
Cecil
Weihe
gjørdist nummar seks í
tíðini, 35.23,74.
-jm
Gjøgnumførdi við skaða
Guttormur Sørensen og Cecil
Weihe vóru føroysku umboð-
ini á 10.000 metrum, men
tað eydnaðist hvørgum teirra
at gera vart við seg. Og ikki
minst mundi tað kennast
keðiligt hjá Guttorm, at
hann fekk skaða, tá teinurin
var gott og væl hálvrunnin
Myndir: Jens Kristian
Randi timaði tað perfekt, tá hon á oyggjaleikunum kastaði sítt nógv besta kast nakrantíð