Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin í Hetlandi Jens Kristian Vang, myndamaður jensk@sosialurin.fo Eyðun Klakstein, blaðmaður eydun@sosialurin.fo Jákup Mørk, blaðmaður jakup@sosialurin.fo Aftast á 10.000 metrum Lerwick: Rigmor N. Joensen satsar fyrst og fremst upp á hálva mara- thon-teinin á oyggjaleik- unum. Men mánadagin tók hon eisini lut á 10.000 metra teininum. Tað var tó ikki vænt- andi, at talan skuldi ger- ast um nakað heiðurs- merki í hesum, men heldur um eina góða harða venjing at kalla. Og Rigmor var eisini nakað langt frá fremstu rennarunum. Vinnarin í kappingini var av Hetlandi, og rann hon teinin í 38.19,74. Rogmor gjørdist numm- ar sjey av teimum sjey luttakarunum í tíðini 42.38,59 -jm Jóan Karl kom í finaluna Lerwick: Jóan Karl Joensen er við á sínum fyrstu Oyggjaleikunum, og mánadagin rann hann fyri fyrstu ferð í Het- landi. Tað gekk rímiliga væl hjá honum, tí hann vann sær pláss í finaluni í 800 metra renningini. Tvey innleiðandi um- før vóru, og Jóan Karl endaði sum nummar fýra í sínum umfari. Jóan Karl hevði áttandu bestu tíðina, men lítil munur er millum nógvar av tíðunum, og tí kann Jóan Karl møguliga gera ein vørr í finaluni, sum verður týskvøldið kl. 19.30. ek Komandi kapp- ingarár verða Rúni Weihe og Bárður B. Mikkelsen liðfelagar í Tromsø, har ætlanin er at endurvinna norskt gull í lands- og steypakapping FLOGBÓLTUR Jákup/Jens Kristian Eftir átta ár í danska Holte fer Bárður Bendix Mikkel- sen nú at leita sær nýggjar avbjóðingar innan flogbólt- in. Sjálvur sigur Bárður, at hann hevur havt hug at royna nakað annað. Ikki minst, nú tilveran í Holte ikki hevur verið heilt so stuttlig seinastu tvey árini. - Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur verið eitt sindur møðsamt seinastu tíðina. Eg havi spælt í felagnum í átta ár, og millum annað vóru vit eitt skifti í hvørjari einastu finalu í tvey og eitt hálvt ár. Síðani hevur fel- agið skrúvað niður fyri am- bitiónunum, og seinastu tvey árini hava vit ikki so mikið sum verið partur av endaspælinum, sigur Bárður. Vitjaði Rúna Ikki heilt óvæntað, so er tað Rúni Weihe, sum hálvgum hevur formidlað sambandið millum Bárð og Tromsø. Eitt samband, sum kom í lag, efitr at Bárður var og vitjaði Rúna fyri stuttum. - Tá tosaðu vit um møgu- leikan fyri, at eg kundi koma upp har at spæla. Nakað sum teir eisini høvdu áhuga í, tá teir bara hava ein fastan hevara, sum hartil hevur verið nógv skaddur. Teir ringdu so aftur til mín, og so havi eg kanna, hvussu hetta best kann gerast. Men tað er væl ikki so, at tú bara skalt spæla flogbólt í Noreg? - Nei. Men eg havi fingið orlov frá vanliga arbeiði mínum, samstundis sum eg havi fingið praktikkina í lesnaðinum, sum eg taki við síðuna av, lagda í Noreg. Allir hesir lutir komu upp á pláss beint undan oyggjaleikunum, og so er avtalan gjørd, sigur Bárður. Fara eftir gullinum Og er tað strembanin eftir gulli og æru, sum Bárður leingist eftir, so tykist Tromsø at vera rætta staðið at koma til í so máta. Støðið er á leið tað sama, sum tað er í danska oddinum, og Bárður sjálvur ivast ikki í, hvar málið skal setast. - Felagið vann jú greipuna fyri tveimum árum síðani, men í fjør taptu teir báðar finalurnar. Nakað av útskifting hevur verið á liðnum í summar, men málið er heilt greitt at fara eftir tí, sum vinnast kann. Og í hesum royndunum verða tað altso tveir føroy- ingar, sum skulu hava týð- andi leiklutir komandi kappingar. Hvørt talan so eisini kann gerast um norskt gull til Bárð, eftir at hann eisini hevur havt hendur á danska gullinum, er ein onnur søga. Ein søga, sum helst ikki verður svarað fyrr enn komandi vár. Saman við Rúna Weihe verður Bárður B. Mikkelsen nú vónadni partur av noska oddastríðnum í flogbólti Bárður fer til Tromsø