Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 130 - 12. juli 2005 Súkklarnir stóðu seg einki serligt Føroysku súkklarar- nir formáddu sær lít- ið í kappingin í eink- ultstarti sunnudagin. Gunnar Dahl-Olsen stóð seg frægast og endaði sum nummar 10. Føroyska liðið gjørdist samanlagt nummar 6 SÚKKLING Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Tingwall: Fýra av føroysku súkklarunum royndu seg í einkultstarti sunnudagin, og tríggir teirra komu á mál. Føroyingarnir vóru als ikki í nánd av heiðurs- merkjum hendan dagin, og fremsta plaseringin var nummar 10. Teir fýra súkklumenninir, sum fóru av rampuni mitt á høvuðsvegnum úr Lerwick og norður á Mainland, vóru Eli Christiansen, Esmar Jo- ensen, Gunnar Dahl-Olsen og Christian Guttensen. Tann seinasti av teimum kom ongantíð á mál, tí hann punkteraði, tá ið hann hevði súkklað helmingin av teim- um 40 kilometrunum. Bogi Kristiansen skuldi eisini verða við í kapp- ingini, men hann tók seg aftur, tí hann vildi spara kreftir til aðrar kappingar. Eingi heiðursmerki hesaferð Vónirnar til hesa kapping- ina vóru einki serligar hjá tí føroyska liðnum, og tað skuldi eisini vísa seg, at tað var órealistiskt at droyma um heiðursmerki í júst hesari kapping. Gunnar Dahl-Olsen fekk tað besta úrslitið av før- oysku súkklarunum, og hann kom í mál sum nummar 10. Eli Christian- sen gjørdist nummar 21 og Esmar Joensen nummar 39. Samanlagt gav hetta føroyska liðnum eina plasering sum nummar 6. Sunnudagin vóru føroysku skjúttarnir við í liðkappingum í trap og í sporting, men truplu umstøð- urnar hjá ítróttinum heima í Føroyum ger, at tað er vónleyst at standa seg heilt væl í slíkari kapping SKJÓTING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tingwall: Skotini dundu á markini við Tingwall –þingvøllr – sunnumorg- unin. Byrsuskjúttarnir sikt- aðu, skutu og raktu sum oftast. Millum skjúttarnar vóru eisini føroyingar, sum vóru við í Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð síðani 1993. – Vit hava onga breyt at venja hesa skjótingina á, og tí kunnu vit als ikki fyrireika okkum nóg væl til eina slíka kapping. Vit brúka Oyggjaleikirnar sum eitt slag av venjing og fyri at vita, hvussu vit eru fyri, segði Simmi Jacobsen, sum er leiðari hjá skjúttunum á ferðini til Hetlands. Hann fylgdi spentur hvørjum skoti í kappingini sunnudagin, og hann fegn- aðist tær løturnar, tá ið tað gekk væl. Trupult at raka formin Føroyingar høvdu lið við í tveimum skjótikappingum sunnudagin. Onnur kapp- ingin var í trap, og har end- aðu Kári Enghamar og Bogi Wardum numm ar 9 av 10 oyggjum, men inn ímillum gekk tað heilt væl hjá føroysku skjúttunum. – Vit mangla heilt einfalt venjing. Fyrr plagdi eg at raka omanfyri 20 dúgvur, men nú liggi eg millum 13 og 16. Tað er vónleyst at verða í góðari venjing, tá ið vit onga breyt hava at skjóta á, segði Bogi Ward- um. R egin Enghamar kláraði seg nakað betur. Hann byrj- aði illa við 16 plettskotum, men kom síðani upp á 20 og 21. Skjúttarnir í høvuðs- staðnum hava manglað skjótibreyt í fleiri enn 10 ár, men teir stríðast framhald- andi fyri at sleppa fram at onkrum øki. Og av og á skjóta teir á breytini hjá Sunda Byrsufelag Gunnar og Marius Joen- sen vóru við í kappingini, sum teir kalla sporting, og teir endaðu sum nummar 10. Skjúttarnir raktu ikki formin Súkklarnir mistu luftina. Gunnar Dahl Olsen varð bestu føroyingurin við einum 10. plássi Regin Enghamar hevði tvey góð umfør, har hann rakti 20 og 21 av teimum 25 dúgvunum, sum teir skutu eftir í hvørjum umfari