Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 131 - 13. juli 2005 Karina misti á stokkinum Hevði Karina Petersen svomið eins skjótt í finaluni á Oyggja- leikunum, sum hon gjørdi til føroyameistara- skapið fyrr í ár, so hevði hon tryggjað sær gull í 50 metra bringusvimjing Svimjing Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Lerwick: Karina Peter- sen var vónbrotin eftir finaluna í 50 metra bringusvimjing, og tað hevði hon eisini orsøk til. Tá ið Karina vann føroyameistarskapiðfyrr í ár, svam hon teir 50 metrarnarí bringusvimj- ing við eini tíð undir 26 sekund. Hevði hon eisini gjørt tað í finaluni á Oyggja- leikunum, hevði hon vunnið gull, tí eingin av hinum svimjarunum kom undir 26 sekund. Bæði Karina og landsliðsvenjarin vóru vonbrotin av, at tað ikki eydnaðist Karinu at vinna heiðursmerki – og helst tað gullið, sum hon kundi havt vunnið. – Karina er skuffað av úrslitinum, og tað eri eg eisini. Hevði hon svomið so skjótt, sum hon gjørdi til FM, hevði hon bukað hinar av. Hon tóktist hava leiðsluna heilt fram móti endanum, men misti á stokkinum. – Vit ætla at analysera, hvat tað var, sum gekk galið, men vit vita eisini, at tað er ein nýggjur dag- ur í morgin, segði lands- liðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti eftir kappingina. Lerwick: Smílini vóru stór, armarnir vóru á lofti, og úr andlitun- um lýsti stoltleikin, tá ið teir fýra kvinnuligu svimjararnir hjá Føroyum vunnu fyrstu stafettina nakrantíð á Oyggjaleikum SVIMJING Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Lerwick: Føroyska kvinnu- stafettin í 50 metra frísvim- jing setti undan finaluni mánakvøldið kós ímóti gullinum. Tey, sum varða av svimj- ingini, vistu, at tað kundi ber til, um svimjararnir svumu upp ímóti sínum besta. Og tað gjørdu tær. Og tað bar til. Shaila millum Garðarnar, Lisbeth L. Joensen, Nat- halia Reinhardt og Elspa Mørkøre svumu Føroyar á mál á einum tryggum fremst plássi, og harvið vunnu tær eitt søguligt gullmerki til føroyska svimjing. – Hatta var ordiliga gott. Vit høvdu ikki roknað við hesum, men vit vónaðu tað, segði 13 ára gamla Elspa Mørkøre, eftir at hon sum seinasti svimjarin í sta- fettini hevði svomið gullið heim til Føroya. – Vit vistu, at kjansurin var har. Vit gjørdu okkara besta, og tað bar til, segði elsti svimjarin á stafettlið- num, Shaila millum Garðar- nar, sum er 23 ára gomul. Hildu leiðsluna allan vegin Føroyska liðið legði seg á odda tíðliga í kappingini, og munurin millum Føroyar Føroysku kvinnurnar ovast á sigurspallinum í svimjihøllini í Clickimin ítróttardeplinum mánakvøldið. Sigurin í stafettini var søguligur, tí hann var tann fyrsti hjá kvinnunum nakrantíð í Oyggjaleikum Gyltu kvinnurnar gjørdu bart Elspa Mørkøre var eitt sindur skadd í økslini, mentað forðaði ikki 13 ára gamla svimjaranum at svimja gullið heim til Føroya á teimum seinastu 50 metrunum í stafettini