Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 25 Talan gjørdist um tríggjar ferðir bronsu, tá føroysku fimleika- kvinnurnar mána- dagin royndu seg í liðkapping á gólv- inum og á hesti FIMLEIKUR Jákup/Jens Kristian Scalloway: Bermuda og Isle of Man sýndu aftur í ár, at tær framvegis eiga sterkastu liðini í fimleiki á oyggjaleikunum, men bronsuna hildu okkara kvinnur fast um hesaferð. Hesaferð vóru tað tó tær av Isle of Man, sum fóru við gullinum, meðan Bermuda mátti taka til takkar við silvurinum. Bronsuna hildu okkara tó eitt fast jarntak um. Í sam- laðu kappingini gjørdist talan um eitt hampuliga trygt triðja pláss, og somuleiðis var eingin vandi fyri medaljuni á hestinum. Hinvegin stóð nógv á í kappingini á gólvinum. Sterkasta føroyska kortið, Marit Magnussen, gjørdi eitt mistak, sum dróg nakað niður, og tí varð leingi roknað við, at talan ikki gjørdist um heiðursmerki í hesum. Tá talt varð saman, høvdu okkara tó neyvt sama stigatal sum Áland, og fagnaðurin á liðnum var ovurstórur, tá tær loksins fingu at vita, at tær eisini her høvdu vissað sær bronsuna. Leypa hægri Eftir kappingina høvdu vit orðið á Marit Magnussen, og hon duldi ikki fyri, at hon var sera væl nøgd um úrtøkuna hjá liðnum. - Bronsan var tað, sum vit høvdu hopa uppá, so heilt óvæntað var tað ikki. Men tú torir ikki ordiliga at trúgva uppá tað, fyrr enn tað hendir. So vit eru heilt víst øgiliga væl nøgdar, helt hon. Á hestinum var enntá nær við, at talan gjørdist um silvurmerki. Tað hevur annars verið á gólvinum, at tit hava verið sterkastar. Eru lop á hesitnum nakað, sum tit hava vant serliga nógv seinastu tíðina? - Ja. Vit hava vant nøkur onnur og størri lop. Og upp á tann mátan, so hava vit møguleika at skora nakrar hægri karakterir. Einstaklingar mikudagin Mikudagin verður einstak- lingakappingin á skránni. Her eru stórar føroyskar vónir til Marit sjálva, og eisini Anita Knudsen verður mett at hava góðar møguleikar á gólvinum. Sjálv vil Marit tó ikki siga nakað sum helst um, hvat hon roknar við. Men hon viðgongur tó so mikið, at hon sjálvandi hevur vónir um okkurt heiður- smerki. - Tað er øgiliga trupult at siga. Og tá tú sært hinar, so sær tað kanska nakað svart út. Men vónin er sjálvandi til staðar, og enn er hon so ikki dottin niður á jørðina, sigur Marit Magnussen at enda. Framúr góð byrjan Føroyski landsliðsvenjarin segði, at hann hevði vónir um eina bronsu. Og at hann var ovurfegin, nú talan gjørdist um bæði tvær og tríggjar av slagnum FIMLEIKUR Jákup/Jens Kristian Scalloway: Tá vit høvdu orðið á føroyska lands- liðsvenjaran, Henrik Berthelsen, visti hann enn ikki, at triðja bronsumerkið - tað á gólvinum - eisini var komið til høldar. Men við vissuni um tvey bronsumerki tóktist venjarin eisini at vera stak væl nøgdur. - Hetta er væl omanfyri tað, sum vit høvdu roknað við. Vit høvdu vónir um eitt bronsumerki, og nú hava vit so tvey í øllum førum. Enn eru tey tó ikki vísari enn so, at tað er tað, sum eg havi talt meg saman til. Eg vil ikki reiðiliga trúgva tí, fyrr enn eg síggi medaljurnar, helt hann fyri. Á gólvinum vóur annars størri vónir enn til hestin. Hvussu ber tað til, at tit stóðu tykkum somikið væl í lopinum. - Har vóru onkru einstøk kiks á gólvinum, og tey kostaðu sjálvandi nakað. Og hóast tað ikki skal nýtast sum nøkur umbering, so heldur tú jú altíð, at hini fáa dekan ov høgar karakterir í mun til okkum. Men tað er so bara ein partur av spælinum. - Á hestinum gekk hinvegin sera væl, og okkara lop vóru støðugt góð. Allar okkara lógu eisini um sjey í karakter, og hóast onkrar hjá hinum londunum fingu hægri skoru, so vóru samstundis aðrar, sum drógu nakað niður. Hjá okkum var hinvegin eingin, sum sveik, og tí gjørdist samlaða úrslitið so flott, helt Henrik. Mennninir seinnapartin Eftir evstamark okkara mánadagin skuldu menninir í eldin, tá teirra liðkapping var á skránni. Her hevur talan tær báðar seinastu ferðirnar verið um silvur, og landsliðsvenjarin hevur eisini vónir um, at hetta skal bera til hesaferð. - Tú veitst sjálvandi ongantíð, hvussu langt hini hava flutt seg tey bæði seinastu árini. Tað, sum vit kunnu gera, er at fyrireika okkum so væl, sum vit nú einaferð kunnu við teimum umstøðum, sum vit hava. Og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, tá kappingarnar eru ígongd. - Men í løtuni eri eg í øllum førum framúr væl nøgdur. Vit hava fingið eina sera góða byrjan upp á kappingina, og tað hevur nógv at siga, staðfesti Henrik Berthelsen at enda. - Vit hava vant nøkur onnur og størri lop. Og upp á tann mátan, so hava vit møguleika at skora nakrar hægri karakterir, segði Marit Magnussen um góða úrslitið á hestinum Fyrstu føroysku heiðursmerkjuni á oyggjaleikunum í Hetlandi fingu fimleikakvinnurnar. Marit Magnussen, Kristian Tofttegaard, Silja Højgaard, Anita Knudsen og Sonja Jacobsen ognaðu sær trý bronsumerki hvør fyrrapartin mánadagin. Fyrstu medaljurnar komnar Tað var eingin av okkara, sum sveik á hestinum, og tað gav eitt framúr úrslit samanlagt, segði venjarin hjá føroyska fimleika- landsliðnum