týsdagur 12. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
25
JÁKUP
Tú Sólvá. Hví spæla tit í
so langum shortsum. Eru
tey ikki øgiliga besverlig
at spæla í?
- Jú. Tey eru nokk so
besverlig. Vit burdu havt
hasi strømmu shortsini,
sum flogbólturin hevur.
Tað er jú eisini tað, sum
FIFA-forsetin, Sepp Blatt-
er, hevur skotið upp. Tekur
tú so undir við honum?
- Tey eru ikki so stór
allíkavæl. Kanska virka
tey so hjá Malenu, men
ikki hjá mær. Men eg
haldi, at hesar nýggju
troyggjurnar hjá okkum
eru feitar.
Jú. Tær eru flottar. Men
hevði tað altso ikki verið
nógv lættari at spæla í
onkrum
strømmum
draktum. Akkurát sum
rennarar
ella
flogbóltsspælarar?
- Ikki ordiliga strømmum.
Men tær kundu kanska
verið eitt sindur tættari.
Eitt nú eru hesi shortsini
frá monnunum, og tey eru
large, so tey kundu verið
eitt sindur minni.
Ok. Men hvat nummar
brúkar tú í skóm?
39!
Sólvá Joensen
og hinar oyggjarnar helt
sær allar 200 metrarnar.
Shaila millum Garðarnar
legði fyri, og hon var eitt
vet frammanfyri hinar, tá ið
Lisbeth L. Joensen leyp út
í. Hon legði Føroyar væl
fram um hinar oyggjarnar,
sum høvdu veikar svimj-
arar í hesum umfarinum.
Nathalia
Reinhardt
syrgdi síðani fyri, at leiðsl-
an hjá føroyingum varð
varðveitt, og so fekk yngsti
svimjarin á liðnum, Elspa
Mørkøre,
heiðurin
at
svimja
føroyska
gullið
heim á teimum seinastu 50
metrunum.
Lagið í topp
Føroysku genturnar vóru
ovurfegnar eftir sigurin, og
tær vóru errnar, tá ið
gullmerkini vórðu hongd
um hálsin á teimum, og
føroyski tjóðsangurin ljóm-
aði í svimjihøllini í Click-
imin ítróttardeplinum í
Lerwick.
Tá ið Sosialurin hitti tær
fýra eina góða løtu eftir
sigurin, var lagið framvegis
á toppinum, og tað var stutt-
ur teinur til látur og smíl.
– Eg gjørdi tað, sum eg
kundi, og so fekk eg ikki
gjørt meira, segði Lisbeth
L. Joensen um sín leiklut í
stafettini.
Nathalia Reinhardt var
triði føroyski svimjarin, og
hon stúrdi fyri, at leiðslan
hjá føroyska liðnum skuldi
rúka, tá ið hon leyp út í.
– Eg var bangin fyri, at
vit skuldu missa leiðsluna,
og vendingin hjá mær
kiksaði eitt sindur. Men so
mátti eg bara svimja tað
skjótari heimaftur fyri at
halda leiðsluna, segði hon.
Betraðu seg við fleiri
sekundum
Føroyar
endaðu
sum
nummar 3 í innleiðandi
kappingini, og tá svam liðið
í tíðini 1:55,38. Men tá
vóru onkrir av teimum
skjótu svimjarunum hvíld-
ir, og tað sást aftur í final-
uni, tá ið Føroyar stillaðu
við sterkasta liðnum til frí-
svimjing.
Tíðin varð betrað við
meira enn trimum sekund-
um, og 1: 52,14 var nóg
mikið til at vinna gullið í
hesari stafettini. Isle of
Wight gjørdist nummar 2
við 1:52,54, og Guernsey
nummar 3 við 1:53,13.
Sjey
svimjarar
vóru
meldaði til hesa stafettina,
og umframt tær fýra, sum
svumu finaluna, vóru eisini
Jutta Thomsen, Sára Ejdes-
gaard og Karina Petersen á
stefettliðnum.
Landsliðsvenjarin í
svimjing fegnaðist
um gullið hjá kvinn-
ustafettini, men
hann helt, at úrslit-
ini í finalunum
mánakvøldið vóru
eitt sindur misjøvn
SVIMJING
Eyðun
eydun@sosialurin.fo
Lerwick: Landsliðsvenj-
arin í svimjing, Petur Heð-
in á Fløtti, var nøkunlunda
nøgdur eftir finalurnar í 25
metra svimjihylinum í
Lerwick mánakvøldið.
– Úrslitini vóru eitt
sindur svingandi. Eg var
eitt sindur skuffaður av
onkrum. Genturnar svumu
væl, tíðirnar vóru eitt sind-
ur hips um haps, men tær
svumu allar rættiliga væl,
og tað týdningarmesta var
at vinna gullið.
– Tað hevur verið rætti-
liga soltið hjá kvinnunum
síðani 1997, men nú vísti
tær, hvar skápið skuldi
standa, tað var fantastiskt.
– Mansstafettin var
ófør. Teir eru ungir, og eg
vænti, at teir verða øgilig-
ir um tvey ár. Samanum-
tikið haldi eg, at vit fingu
helvtina av tí, sum vit
komu eftir í kvøld, segði
Petur Heðin á Fløtti.
Shortsini kundu verið
minni
Petur Heðin var
nøkunlunda nøgdur
Menninir endaðu numm ar fýra í stafettini, men landsliðsvenjarin væntar sær nógv av teimum um tvey ár
Elspa Mørkøre og hinar
fegnast um sigurin