Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 130 - 12. juli 2005 - Eg sigi ikki, at eg rokni við nøkrum gullmerkjum. Men eg taki lut í fýra kapp- ingum, og sjálvandi royni eg eftir gullin- um í teimum øllum, sigur Absalon Han- sen, sum longu hevur tikið lut á fimm oyggjaleikum - í trim- um ymsum kapping- argreinum ÍTRÓTTAMAÐUR Jákup/Jens Kristian Norröna: - Eg hevði ser- stakliga góðar vónir til teir longru teinarnar, og tí var eg sera spentur upp á kapp- ingina á 100 kilometrum. Eg lá eisini hampuliga væl fyri, tá bakhjólið brádliga punkteraði. Sum vant, so rætti eg høgra arm upp sum tekin um, hvat var hent, men har kom eingin hjálp- arbilur. Ikki fyrr enn eftir 10 minuttum kom bilurin fram, og tá var tað ikki ein gongd mítt hjól, sum hann hevði við sær, og so tímdi eg ikki meira. Eg tveitti súkkluna burtur, og tað var so endin á mínari súkklu- karrieru. Soleiðis greiðir Absalon Hansen frá einastu kapp- ingargreinini, sum hann ikki hevur vunnið nakað heiðursmerki í, tá hann hevur tikið lut á oyggja- leikunum. Avboð til seyðahunda- EM Tað telist helst millum tað heilt sjáldsama, tá íðkarar taka lut í fleiri ítróttargrein- um á oyggjaleikunum, men Absalon Hansen er heldur ikki nakar heilt vanligur ítróttarmaður. Hann tók í árunum frá 1985 til 1989 lut í rennikappingunum á oyggjaleikunum, har hann í 1989 vann gull á marathon teininum. Í 1991 var hann partur av súkklulandsliðn- um, har hann altso gavst eftir kiksaðu landavegs- súkklingina, og í 1997 var tað so bogaskjóting, sum hevði fangað hansara áhuga. Ta ferðina gjørdist talan um silvlur í recurve, og hóast hann hevur gjørt minni við bogaskjótingina seinnu árini, so er hetta nú aftur ítróttin, sum satsað verður uppá. Legg hartil, at hann hev- ur verið føroyameistari í fótbólti, er ein rættiliga habilur telvari, eins og hann í vár gjørdist nummar eitt, tvey og trý í seyðahunda- kapping. Eitt úrslit, sum annars kundi sent hann til EM-kappingina, men hend- an verður hildin í somu døgum, sum oyggjaleikir- nir, og tí vórðu avboð send til hetta. Bara seg sjálvan Umframt at bera boð um serstakliga góð evnir, so siga úrslitini helst eisini, at talan er um ein ítróttamann við einum óvanliga seriøs- um hugburði. Ein maður, sum ikki gevst, fyrr enn hann stendur á toppinum. Ella er tað nú so? - Eg veit ikki, hvussu hart tú skalt siga, at eg ongantíð gevi upp. Men sjálvandi eru ambitiónirnar til staðar. Eg skal ikki siga, at eg rokni við nøkrum, men her á oyggjaleikunum taki eg lut í fýra kappingum, og sjálv- andi fari eg at royna eftir gullinum í teimum øllum. Tey sum kenna teg, siga teg vera ein typa, sum verð- ur púrasta bitin av tí, sum tú tekst við. Er tað ikki ein eginleiki, sum er viðvirk- andi til góðu úrslitini. - Tað er tað kanska. Í øllum førum royni eg altíð at gera mítt ítarsta fyri at røkka úrslitunum. Eg veit, hvat krevst, um tú skalt verða bestur, og ongum nýtist at skumpa undir meg, fyri at fáa meg til venjingar. Tað er eisini tað, sum mær dámar so væl við slíkum ítróttargreinum. Tú hevur bara teg sjálvan at arbeiða við, og so er at gera tað arbeiðið ordiligt. Hugurin má vera har Hesin hugburðurin var kanska eisini tað, sum veruliga fekk gongd á renningina hjá Absalon, áðrenn renning veruliga var vorðin ein ítróttargrein í Føroyum. Trupulleikar við rygginum fluttu hann tó yvir á súkkluna, og sjálvur heldur hann ikki, at munurin var tann heilt stóri í hesum. - Eg var kanska eisini heppin, tí eg kom við í súkklingina, júst sum hon av álvara byrjaði. Tí var støðið ikki so øgiligt at byrja við, og eg var tí alla tíðina við millum teir bestu. Men eftir hendingina í '91 so tímdi eg ikki meira. Eitt er renning og súkkl- ing. Bogaskjóting er nakað heilt annað. Hvussu ólukk- an bar tað til, at tú síðani fór ígongd við hetta. - Tað er væl soleiðis, at allir dreingir halda tað vera stuttligt at skjóta til máls. Soleiðis hevði eg tað eisini sum smádrongur, og hetta er helst nakað, sum livir víðari. Í øllum førum varð eg alt fyri eitt freistaður, tá eg ta einu ferðina kom at práta við Schandorff um hetta, og so fór eg ígongd. - Tað gjørdist so til silvur á Jersey í '97, men eftir hetta hvarv hugurin nakað. Og hendir tað, so nyttar tað í mínum hugaheimi einki at halda á fram. Ongar umberingar Men nú er hugurin so aftur til staðar. Seinasta hálva árið hevur Absalon skotið at kalla hvørnn dag. Úrslit- ini komu eisini aftur rætti- liga skjótt, og so er spurn- ingurin, hvørt hesi eru nóg góð til heiðursmerki enn einaferð. Kanska eitt gull, nú sekstan ár eftir, at gullið á marathon-teininum kom til høldar. - Vit hava so fýra gull- merki at skjóta eftir. Og í so máta er tað stuttligt, at kappingin er broytt. Fyrr varð jú skotið yvir fýra dagar í tveimum FITA- rundum. Tá er skjótt, at onkur stingur avstað, og so kappast restin bara móti sær sjálvum. Við nýggju reglurnum er spenningurin nógv størri yvir allar dagar- nar, sigur Absalon. Og botn-seriøsi hugburð- urin endurspeglast, tá tosað verður um umstøðurnar at skjóta í Hetlandi. Her hevur verið tosað um lýggja vind- in, sum ofta kann snýta skjúttarnar, tí hesin ikki kennist á sama hátt, sum hann ger í Føroyum. Ein frágreiðing, sum toftamað- urin tó á ongan hátt hevur hug at keypa. - Sjálvandi spæla veður og vindur inn, og ein og hvør skjútti skjýtur eisini best, um tað er blikalogn. Men tað nyttar lítið at gera hetta til eina umbering. Tað er nærum altíð ein spurn- ingur um fyrireikingar, og so er spurningurin, um hes- ar hava verið nóg góðar. Fer altíð eftir gullinum Ein ítróttarmaður, sum altíð ger sítt ítarsta, og sum aloftast røkkur sínum málum. Líkamikið um tað er fótbóltur, renning, bogaskjóting ella seyðahundar, sum kappast verður um Skotið verður í recurve og compound. Í recurve er talan um meira traditonellar bogar, meðan compund er meira háteknologiskt, har meira teknisk útgerð er á bogunum. Talan er fýra kappingar í ávíkavist recurve og compund. Einstaklingar og lið skjóta sonevndar FITA-rundur, har 36 pílar verða skotnir á ávíkavist 90, 70, 60 og 30 metrum. Hvørt liðið kann telja fýra menn og tvær kvinnur, men tað er bara úrslitið hjá bestu kvinnuni og tveimum teimum bestu monnunum,sum telir við. Síðani er talan um face-to-face kappingarnar, har talan er um munandi færri pílar, og har tað bara er vinnarin, sum fer víðari. Føroyar hava vanliga staðið seg væl í bogaskjóting, har tað gjøgnum árini er vorðin talan um hópin av heiðursmerkjum. Ikki minst hevur Vang-húskið skotið seg langt upp. Schandorff hevur soleiðis 10 av 12 oyl-metum í compound hjá monnum, meðan Sigrid hevur 4 av 9 metum á kvinnusíðuni. Eisini dóttirin, Annika Vang, tykist hava góðan møguleika at gera um seg á leikunum hesaferð. Umframt møguligan vind, verður mjørk sagdur at vera størsti trupulleikin hjá skjúttunum. Tað kann eisini vera trupult at skjóta neyvt til máls yvir 90 metrar, um tjúkkur mjørki liggur yvir oyggjarnar. Nakað, sum tey flestu halda kann vera til fyrimuns fyri Føroyar og Hetland, um veðrið háttar seg soleiðis. Føroyskir luttakarar Compund, menn: Per Holm Andersen, Jógvan Niclasen, Jóannes Poulsen og Schandorff Vang Compound, kvinnur: Sigrid Vang Recurve, menn: Absalon Hansen og Rógvi Mohr Recurve, kvinnur: Rakul Dam og Annika Vang Luttakandi oyggjar: Áland, Bermuda, Føroyar, Guernsey, Isle og Man, Isle og Wight, Jersey, Orkney, Rhodos, Shetland og Ynos Mon FAKTA