týsdagur 12. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 131 - 13. juli 2005
Spentar til
Bermuda
Malena Josephsen
var sjálvandi fegin
um siguri á Álandi,
sum hon helt vera
uppibornan
FÓTBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Boddam: Talan var ikki
um
eina
ovurhonds
trupla uppgávu, tá før-
oysku fótbóltskvinnur-
nar bastu Álandi á
oyggjaleikunum.
- Vit væntaðu, at
Áland fór at vera tað
besta av mótstøðuliðun-
um, men vit vita sjálv-
andi ikki enn, hvussu
væl Bermuda eru fyri.
Tær rokna vit í øllum
førum eisini við eru
sterkar.
Men hetta liðið, sum
tit spældu ímóti í dag
tóktist ikki vera heilt so
væl fyri, sum tað liðið
var, ið tit hittu fyri fýra
árum síðani.
- Tað vóru tær kanska
ikki, men hinvegin, so
koma vit betri ígongd í
dag. Men tær fingu so
eitt mál, men vit megn-
aðu so tíbetur at koma
aftur. Og tær høvdu so
eisini nakrar skjótar har
frammi, sum tær royndu
at spæla upp á við
longum bóltum.
Spurd um spælið hjá
føroyska liðnum, so helt
Malena, at tað hevði
verið á eini leið.
- Tað gekk hampuliga
væl, men eg haldi ikki,
at tað riggaði nóg væl í
verjupartinum.
Men
sum dysturin leið, so
gekk tað kortini betri.
Og málið, sum tú
fekk. Har sá næstan út
til, at tú var um at fáa
ein skógv í høvdið. Er
tað kanska ikki nakað,
sum man hugsar, tá
farið
verður
eftir
bóltinum?
- Tað man vera so
ofta, at eg havi fingið
onkran snuddin, so tað
hugsi eg als ikki um,
segði Malena at enda.
Ein fegin vinnari. Gullið
er nú heilt nær, og so skal
bara vinnast á Bermuda
týsdagin
3-1 sigurin á Álandi
tóktist í seinna hálv-
leiki tryggari, enn
roknað varð við. Og
nú liggur gullið beint
til høgrabeinið hjá
kvinnulandsliðnum
FÓTBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Boddam: Tvey gullmerki á
rað hava sjávlandi gjørt
føroysku fótboltskvinnur-
nar til favorittar á oyggja-
leikunum. Sjálvar hava
kvinnurnar tó ikki verið
heilt so vísar í hesum.
Fyrsti sigurin fyri fýra
árum síðani kom eftir ein
sera harðan finaludyst móti
Álandi, sum ikki var partur
av leikunum,l tá okkara
endurvunnu
gullilð
í
stórum stíli fyri tveimum
árum síðani á Guernsey.
Verjan í trupulleikum
Tí var spenningurin stórur
undan dystinum mánadagin
móti Álandi. Hópur av
føroyskum áskoðarunum
høvdu eisini leitað sær móti
suðurendanunum av størstu
hetlendsku oynni, Main-
land, har dysturin varð
spældur, og fyri tað nógva
fingu tey eisini ein fínan
dyst aftur fyri túrin.
Fyrstu løtuna tóktist tað
tó, sum høvdu okkara ilt við
veruliga at seta seg á dystin.
Leikliga vóru vit kanska
omaná.
Ikki
minst
á
miðvøllinum,
har
tvær
ferðir Rannvá arbeiddu
gróthart, meðan serliga Ása
Dam á Neystabø var ein stór
hóttan í vongspælinum.
Hinvegin vóru tær hjá
Álandi ikki fyri nothing.
Fleiri ferðir var føroyska
verjan um ein háls, tá
álendsku kvinnurnar við
djúpum sendingum leitaðu
í tómrúmini aftan fyri
bakkarnar, og í nøkrum
førum gjørdist talan eisini
um
heilt
vandamiklar
støður.
Randi Wardum í mál-
inum hevði tíðliga í dyst-
inum eina framúr bjarging
frá leysari mótstøðukvinnu,
men eisini hon var tó prís-
givin á hálva tímanum.
Efitr at hava sent fleiri
kraftigar ávaringar um,
hvat kundi henda, slapp
kvika Rebecca Björkvall
avstað, tá ein bóltur varð
sendur inn um okkara
høgru síðu, og hon prikaði
hegnisliga í longra hornið,
tá Randi kom út ímóti.
Treiskaðust
Hetta kundi kanska havt
við sær, at okkara fingu ein
hvøkk, men fingu tær tað,
so varð hetta krógvað
øgiliga væl.
Rannvá Andreasen fór
um gjørligt inn í enn fleiri
nærdystir á miðvøllinum.
Ása álaði ferð eftir ferð
álendsku verjuna sundur
við teknisku snildum sín-
um, og við ávíkavist renn-
ing og ráari kropsstyrki
syrgdu Malena og Halltóra
fyri, at friður ongan tíð var
hjá mótstøðuverjuni.
Føroysku
kvinnurnar
mundu við góðari grund
kenna seg snýttar fyri
brotsspark,
tá
Rannvá
Andreasen slapp inn um
verjuna, men varð krøkt.
Men fimm minuttir fyri
leiklok kom lønin loksins.
Halltóra Joensen sendi
djúpt innlegg, og tó at
málverjin bjargaði hálv-
fluktaranum frá Ásu, so
tveitti Malena seg fram um
verjuspælarr og stútaði
returin í kassin.
Settu seg á alt
Tað var kanska symbolskt,
at Halltóra átti at økt um
leiðsluna, tá hon við einum
flúgvandi høvdara skuldi
avslutta vakrasta álopið í
dystinum, men hon varð
akkurát ov stutt til skrúv-
andi innleggið frá Sólvá, og
so streyk tann bólturin
framvið.
Men
gjøgnumspældu
álopini frá føroyskari síðu
vóru meira enn nakað
annað tað, sum eyðkendi
seinna hálvleik. Hallið á
vøllinum og frískliga lotið
var nú eisini í parti við
okkara, og í longum løtum
var talan beinleiðis um
spæl upp á eitt mál.
Fleiri ferðir gjørdist talan
um heilt góðar møguleikar,
og eftir 18 minuttum fingu
vit eisini løn fyri stríðið.
Rannvá og Halltóra spældu
seg hegnisliga ígjøgnum
verjuna, og tó at málverjin
hálvbjargði, so kom ein
óheppin álendskur fótur
fyri returin.
Uttan iva ein sálarligur
niðurtúrur hjá unga álend-
ska liðnum, og so tóktist alt
avgjørt. At Ása so seinni
var heppin at senda eitt
innlegg beinleiðis í kassan,
tá málverjan gjørdi sítt
kansak einasta mistak í
dystinum, bara staðfesti
sigurin.
Og
at
Áland
seinastu løtuna fekk onkran
møguleikan, mundi eina-
mest vera ein avleiðing av,
at okkara nú tóku sær meira
av løttum. Undir øllum
umstøðum, so var sigurin
heima.
Next
stop
er
Bermuda, og um tann
dysturin verður vunnin, er
einki at ivast í, at føroysku
fótbóltskvinnurnar
hava
skorað reint hat-trick.
Føroyar-Áland 3-1 (1-1)
0-1: Rebecca Björkvall, 30.
1-1: Malena Josephsen, 40.
2-1: Nicolina Wikström (sjálvm.), 63.
3-1: Ása Dam á Neystabø, 82.
Føroyar: Randi Wardum - Sólvá Joensen, Bára S.
Klakstein, Unn Kragesteen, Ann Olsen - Ása Dam á
Neystabø,
Rannvá
Augustinussen,
Rannvá
Andreasen, Vivian Bjartalíð (Jacoba Langgaard) -
Halltóra Joensen (Elin Katrina Haraldsen), Malena
Josephsen (Rakul Magnussen)
FAKTA UM DYSTIN
Hóast Áland gav okkara ein hvøkk, so vóru Vivian Bjartalíð og føroysku kvinnurnar flúgvandi, tá tær mánadagin tóku eitt stórt
fet nærri gullmerkjunum
Føroyar-Áland 3-1 (1-1):
Gullið liggur til høgra
beinið