Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 27 Eini hálvt hundrað føroyskir bátar liggja í havnini í Lerwick, nú oyggjaleikir eru OYGGJALEIKIR Jákup/Jens Kristian Lerwick: Tað er longu nakað langt síðani, at bátaeigarar í Føroyum fóru undir fyrireikingar, nú oyggjaleikir skuldu haldast í Hetlandi. Teinurin til grannar okkara fyri sunnan er ikki tann stóri, og tá gistingar- møguleikarnir í Hetlandi samstundis eru avmarkaðir, var tað mett meira enn upp- lagt, um ferðing og gisting kundi takast í einum. Hugna sær Longu týsdagin fór stórur partur av hesum undir ferðina til Hetlands, og eftir at seinastu bátarnir komu afturat hópinum, sigldi alt fylgið í felag inn móti Havnini. Sjálvandi við teimum báðum sluppunun- um, Johonnu og Draganum, fremst. Og tær nýtist ikki at leita leingi, áðrenn eyguni finna á onkran føroying í havnar- lagnum. Frá morgunstund- ini surraðu flestu kabúss- urnar við bæði amati og nýgjørdum kaffi, og skorið yvir ein kamb man hugna- ligt vera tað orðið, sum best lýsir huglagið í havnini. Guitarar, harmonikur og sangur hoyrdust ymsa- staðni, og so hvørt sum náttin nærkaðist, gjørdist sangurin í havnarlagnum alsamt ljódligari. - Og hóast løgreglan helst hevur til uppgáva at tryggja ein hampuligan náttarfri, so tóktust hesi heldur einki at hava ímóti føroysku bátunum og manningini, sum hugnaðu sær í Havnini. 20 tímar at sigla Ein teirra, sum hevur tikið ferðina niður við báti, er John Hansen av Toftum, sum tó hevur búð í Havnini tey nógvu seinnu árini. Tað vil siga, tá hann ikki hevur siglt úti í stóru verð. Saman við soninum, Tummas Eli Hansen, og einum vinmanni hjá hesum fór John hósdagin undir ferðina. Og tá vit høvdu orðið á hann fríggjadagin, tóktist hann bara vera heilt væl nøgdur um hetta. - Vit skuldu upprunaliga verða fimm bátar, sum fylgdust, men tað gjørdist so bara til tveir, tá alt kom til alt. Men tað bilti nú ikki tað stóra. Veðrið var á eini leið, og tað tók okkum ein- ar 20 tímar at sigla alla leiðina. Nú eru vit so her, og so er bara at taka sær av løttum í nakrar dagar, helt hann. Jú - einki er at ivast í, at talan verður um eina bæði góða og skemtiliga viku hjá siglingarfólkinum, og so er bara at vóna, at ítróttarligu úrslitini eisini fara at standa mát við vónirnar. Lerwick ýður í føroyskum bátum Tummas Eli Hansen ferðast til Hetlands saman við pápanum, John, og vinmanninum, Sámal Ímundarson Tvær av eldsálunum í arbeiðinum við sluppini, Jóhonnu. Niels við Gjógvará, sum eisini er kokkur umborð, og Gudmundur Jacobsen Tær báðar snotuliga føroysku sluppirnar liggja við bryggju Nakrir av føroysku bátunum, sum eru í Lerwick nú um dagarnar