Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 13. juli 2005 27 Tað stóð nógv á, tá stigini skuldu teljast upp í borðtennis- kappingini. Eitt skifti hildu grønlendingar seg hava hálvfinalu- plássið, men hetta fall kortini til Føroyar BORÐTENNIS Jákup/Jens Kristian Sandwick: Ikki síðani oyggjaleikirnar í 1991 hava føroyingar vunnið heiðurs- merki í liðkappingini í borðtennis. Ta ferðina gjørdist talan um silvur, eftir at liðið í 1989 hevði vunnið bronsu, men síðani hevur verið steindeytt. Gullmerkini hava mest sum verið staðfest longu frammanundan, tá Carl Prean hevur verið á liðnum hjá Isle of Wight síðani hetta, men hann var so ikki partur av leikunum hesaferð. Hetta, saman við styrk- inum, sum føroyska liðið hevði fingið sær í Thomas Rasmussen, gjørdi, at vónirnar hjá føroyingunum vóru ikki heilt ongar undan liðkappingini, og talan gjørdist so eisini um bronsu. Innanhýsis dystir Men talan var mest sum eina langa elevator-ferð, áðrenn føroyingar høvdu vissu fyri, at tað vóru vit, sum áttu lut í hálvfinaluni. Tað var í øllum førum ein stór strika í rokningini, tá byrjunardysturin ímóti Guernsey varð taptur. Hetta hevði við sær, at dysturin móti Jersey skuldi vinnast, um nøkur vón skuldi vera fyri hálvfinaluni. Hetta eydnaðist eisini, men tá liðið so skuldi staðfesta plássið við sigri á Grøn- landi, fylgdu nervarnir ikki við. Grønland vann dystin 4- 3, og so fóru menn at telja saman. At byrja við hildu fleiri, at liðið við flest vunnum settum var fremst, men soleiðis var als ikki. Hinvegin eru tað innan- hýsis dystir, sum telja, og so bleiv tað brádliga heilt nógv vert, at kvinnusíðan stóð seg somikið væl móti Jersey. Tað bar nevnliga við sær, at Føroyar vóru fremstar í innanhýsis uppgerðunum, og so vóru bronsukrónurnar heima. Kjartan Eli mátti gevast Í hálvfinaluni var bitin tó ov stórur. Roknað varð ann- ars við, at talan skuldi ger- ast um dyst móti Isle of Wight, men tá hesi taptu stórt fyri Gotlandi í seinasta dystinum, gjørdust innanhýsis uppgerðirnar eisini avgerandi her, og so ruku verjandi meistararnir út. Tað eydnaðist sterkasta føroyska kortinum, Thomas Rasmussen, at vinna sínar báðar dystir í hálvfinaluni, men hesaferð fekk hann ikki eins góða hjálp frá Kjartani Eli, sum hann hevur fingið áður í kapp- ingini. Kjartaln Eli tapti 3-0 í sínum fyrra dysti, og tá kvinnusíðan so var við undirlutan í bæði ein- og tvímansleiki, samstundis sum blandaða doublan tapti, valdi Kjartan Eli at geva avboð, tá ein hóttandi skaði hevði hug at arga. Men bronsumerkini vóru longu heima, og tað mundi í øllum førum vera nakað, sum øll í føroysku leguni fegnaðust um. Hálvfinala gevur bronsu Sandwick: Hóast føroy- sku føroyska borðtenn- islandsliðið aftur týs- dagin skuldi í eldin, har spælast skal um triðja plássið, so hevur liðið longu vissað sær bronsumerkini. Í borðtennis-kapping- unum er tað nevnliga so, at tað bara er í finaluni, at spælt verður um heiðursmerki. Øll liðini skulu tó spæla um pla- seringarnar, soleiðis at hesar kunnu nýtast til styrkismetingina á kom- andi oyggjaleikum. Tí kann dysturin móti Hetlandi týsdagin fáa stóran týdning. Fjórð besta liðið hesa ferð skal nevnliga í bólk saman við besta liðnum, meðan tvey'arin og trý'arin koma í sama bólk til ta tíð. -jm Kjartan Eli verður klárur Sandwick: Hóast hann noyddist at gevast í hálvfinaluni móti Got- landi, so er helst eingin ivi um, at Kjartan Eli Hentze framhaldandi verður partur av føroysku oyggjaleika- luttøkuni. Í liðkappingini hava úrslitini hjá Kjartani Eli verið framúr, og spenn- ingurin er stórur um, hvussu langt hann og Thomas Rasmussen kunnu røkka í einmans- leikinum. Og ikki minst, hvussu langt teir báðir kunnu røkka sam- an í harradoubluni. Seinastu dystirnar hevur skráin tó verið strævin, og tá Kjartan Eli merkti nakað av eymleika í arminum, og tá dysturin móti Got- landi longu var taptur, so gjørdi hann av at taka seg úr dystinum. -jm Gotland ella Guernsey Sandwick: Tað verða Gotland og Guernsey, sum skulu spæla finalu- dystin í liðkappingini. Gotland vann sum kunnug 5-2 á Føroyum í sínari hálvfinalu, og í hinari hálvfinaluni vann Guernsey somuleiðis 5- 2 á Hetlandi. -jm Fyrsta heiðursmerkið í 14 ár Tað skuldi vísa seg at gerast um ikki gull, so bronsuna vert, at føroysu kvinnurnar stóðu seg so væl í dystinum móti Jersey. Her er tað Marin í Dali, sum roynir seg í einmansleiki