Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. september 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 185 - 27. september 2000 Nr. 185 - 27. september 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Tað var meðan føroyska landsliðið fyrst í hesum mánaðinum royndi seg á Svangaskarði, at Súni Olsen var á royndarvenjing hjá hollendska FC Zwolle, sum spælir í næstbestu hollend- sku deildini. Sum skiltist á Súna ta ferðina, so hevði tað gingist honum rættuliga væl, og sjálvur roknaði hann tá við, at onkur sáttmáli kundi spyrjast burturúr. Dreymurin veruleiki Hetta tykist nú at vera veru- leiki, og við hesum er ein partur av dreyminum hjá unga gøtumanninum gingin út. Tá vit fingu orðið á hann mánakvøldið, var tað sjálv- andi ein fegin unglingi, sum vit prátaðu við, men hin- vegin var eisini merkisvert, hvussu róligur hann var um alt hetta. Sjálvur heldur hann, at tað síðani venjingarleguna hjá GÍ hevur verið roknað við, at okkurt fór at henda. Geir Lange, sum í fleiri ár hevur rætt GÍ eina hjálp- andi hond í fyrireikingunum av venjingarlegu teirra, hev- ur seinastu 18 árini starvast sum sonevndur talentspei- dari. Geir segði tá frá, at hann so avgjørt helt møgu- leikar vera í fótbóltsevnu- num hjá Súna, og síðani Súni Olsen til Hollands Beint sum fótbóltslandskappingin er lokin, fer 19 ára gamli gøtumaðurin til Hollands JÁKUP MØRK Seinastu sjey árini hevur Geir de Lange verið mað- urin, sum hevur hjálpt GÍ við fyrireikingum, tá felagið hevur verið á árligu ven- jingarleguni í Danmark. Sostatt er við árunum í- komið eitt gott samband við mannin. Kanska skuldi heldur staðið vinarlag, tí sjálvur letur Geir ongan iva vera um, at hann heldur nógv av GÍ. Bæði sum felag og teimum einstaklingum, sum eru í felagnum. Drúgvar royndir Eitt av teimum geramálum, sum Geir eisini tekst við, er at hann seinastu 18 árini hevur verið talentspeidari. T.v.s. leitar eftir ungum evnaríkum leikarum, sum kunnu gerast áhugaverdir hjá ymsum europeiskum fe- løgum. - Eg havi fingið nógvar royndir hesi árini, og tá eg í summar sá Súna spæla, var eg ikki í iva um, at talan her var um ein sera evnaríkan leikara. - Hann er tó heldur í eldra lagi í so máta, hóast hann bert er 19 ár. Í Hollandi og Belgia er vanligt, at sáttmáli verður gjørdur við leikarar um 15 ára aldur, tí feløgini tá hava nógv størri møgu- leikar at menna teir. Sum dømi um heilt leik- arar, sum Geir hevur sent uttanlands, nevnir hann svenska Pär Zatterberg, sum mong munnu meta sum ein hin fremsta svenska leik- aran í løtuni. Hesin fór 15 ára gamal til belgiska An- derlecht, har hann í fleiri ár taldist millum bestu leik- ararnar, áðrenn hann í summar skifti til grikska O- lympiakos. Betri møguleik í Hollandi Geir ivast tó ikki í, at Súni hevur góðar møguleikar at menna seg heilt nógv í Hollandi. - Tað hevur verið skrivað um, at t.d. Rosenborg eisini hevði áhuga í honum, men her haldi eg, at menningar- møguleikarnir í Hollandi eru nógv størri. Hetta av teirri einføldu orsøk, at her fær hann spælt á rættuligum grasi í 11 mánaðir, ístaðin fyri einar seks mánaðir, sum talan er um í Noreg. Kanska mest spennandi parturin av fótbóltsævintýr- inum hjá Súna er agenturin, sum hevur fingið sáttmálan í lag. Talan er hollendska Henk van Ginger, sum hev- ur felagið, World Socce- consult. Hesin er umboð hjá nógvum kendum leikarum, og millum annað hevur hann staðið fyri handlunum av Jaap Stam, Raimond Van Der Gouw og Sami Hypia. - Hetta haldi eg vera av alstórum týdningi, tí við hesum standa so at siga allir møguleikar opnir fyri Súna, um so er, at evnini og viljin eru nóg stór. Og at viljin er í lagi ivist eg ikki í, leggur Geir de Lange afturat. GÍ fær stórar møguleikar Umframt týdningin, sum hetta kann hava fyri Súna, leggur Geir eisini dent á, at fyri GÍ kann hetta samstarv verða av alstórum týdningi. - Hetta gevur heilt avgjørt møguleikar til felagið. Bæði tí teir leikarar, sum eru í felagnum, fáa meira at stremba eftir, men eisini, tí teir á henda hátt kunnu draga fleiri evnaríkar leik- arar til felagið. Hvørt hetta seinna fer at gerast møguleiki, kann bert framtíðin vísa, men fyri før- oyskan fótbólt sum heild er at vóna, at hetta kann seta enn meira ferð á ta menn- ing, sum hevur verið so eyð- kend seinnu árini. At umheimurin hevur fingið eyguni upp fyri før- oyskum fótbólti, tykist so als eingin ivi at vera um. Súni hevur stórar møguleikar Geir de Lange, sum hevur hjálpt Súna við at sleppa til Hollands, sær stórar møguleikar í føroyska leikaranum hava Geir og mammubeiggi Súna, Pauli Jarnskor, arbeitt við málinum. Eitt arbeiði, sum í fyrsta umfari var lið- ugt mánakvøldið, tá GÍ og hollendska felagið samdust um treytirnar fyri spæl- araskiftið.. Finna seg til rættis Fyrstu tíðina í felagnum fer Súni ivaleyst at nýta til at finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum. - Tá eg var og royndar- vandi, búi eg hjá einum húski har niðri, og har skal eg so búgva fyrstu tíðina. Í desember mánaði fái eg so væntandi egna íbúð, sigur ungi gøtumaðurin. Sostatt er líkt til, at døg- urðin stendur á borðinum fyrstu tíðina í øllum førum, men eru tey heima heilt trygg við at lata sonin fara uttanlands at royna seg. - Ja, eg haldi meg kunna siga, at øll heima hjá okkum eru sera spent um hetta. Ikki minst pápi mín, sum alla tíðina hevur eggjað mær til, so frá teirra síðu er als ein- gin trupulleiki,sigur Súni at enda. Vónandi verður tað held- ur ikki nakar trupulleiki hjá Súna at finna seg til rættis í nýggja fótbóltsumhvørvi- num. Gongst nóg skjótt við hesum, er einki at ivast í, at vit innan stutta tíð hava enn eitt nýtt andlit á fótbólts- landsliði okkara. Eitt andlit, sum mong halda longu skuldi verið í hópinum hjá Allani Simonsen. Beint sum føroyska kappingin endar, fer Súni Olsen til Hollands at royna fótbóltsevni síni Geir de Lange, sum var millum áskoðararnar í Gøtu sunnudagin, heldur at allir møguleikar standa opnir fyri Súna Mynd: Jonhard Hammer Tað var ikki frítt, at drama- tikkur var í luftini, tá átjanda og síðsta umfarið var á skr- ánni aftaná døgurða leygar- dagin. Longu frammanund- an var tað greitt, at Skáli hevði vunnið deildina. Ein- ki var avgjørt um, hvør skul- di vinna silvur og bronsu, hvør skuldi spæla um eitt pláss í næstbestu deildini, hvør skuldi flyta beinleiðis niður, og hvør skal spæla um eitt pláss í deildini. Vinnarin Á Skála vóru teir spentir uppá, um tvørámenn, sum hesa seinastu tíðina hava havt ilt við at manna lið, fóru at møta upp. TB møtti upp, og teir løgdu rygg til 8–0 tap. Fyrsta hálva tíman bendi ikki so nógv á, at tal- an fór at verða um stórsigur. Pauli Hansen, sum hevur verið nógv skaddur í ár, setti hol á beinanvegin, men so gekk ein góð løta. Skáli hevði bóltin nógv mest, teir høvdu fleiri møguleikar, men inntil í 28. minutti megnaði Jónas Johannesen í TB málinum at halda tætt. Bogi Gregersen til 2–0, og hann gjørdist dagsins maður bæði so og so. Topp- skjúttin í fjør (eisini hann hevur verið nógv burtur frá í ár, tí hann hevur verið skaddur) skoraði fýra mál, áðrenn hann í 77. minutti noyddist av vøllinum. Tá fekk hann fyri aðru ferð gul- a kortið, og so kom osta- skorpan úr lummanum. Í næstsíðsta minuttinum varð gula kortið fyri aðru ferð stungið fyri næsarnar á Kristiani Olsen hjá TB, og so noyddist hann undir brúsu. Eftir dystarlok handaði formaðurin í kappingar- nevndini hjá FSF, Bærge B. Hansen, skálamonnum steypið, sum teir eisini vunnu í fyrraárið, og gull- krónurnar. Stóri taparin Undan kappingarbyrjan duldu teir í AB ikki, at mál- ið hjá teimum var bara at steðga eitt ár í 3. deild. AB vildi vera triði møguleikin í høvuðsstaðnum. Teir vóru væl við í oddastríðnum, men tað var sera kostnað- armikið hjá teimum, at teir taptu báðar dystirnar ímóti sandoyingum. B71 vann 4– 2 á Argjum og 3–2 á Sandi. AB hevði undan leygar- degnum møguleika at vinna silvurkrónurnar og rættin at spæla um eitt pláss í næst- bestu deildini. Teir mistu uppflytingarmøguleikan, og teir fingu hvørki silvur ella bronsu. Dysturin á Argjum minti ikki sørt á 1999 kapping- arárið, tá B36 í 4. deild snýtti AB. Heimaliðið á Ar- gjum noyddist síðsta tíman at spæla við tíggju monn- um. Eyðun Dalsgarð fekk gult kort í 29. minutti, og tá hann tríggjar minuttir seinni aftur sá gult, noyddist hann av vøllinum. Hóast teir vóru undir- mannaðir, so megnaðu teir á tímanum at leggja seg framum 2–1. Útjavnandi B3 málið var rættuliga heppið. Ólafur Debes fekk nakkan á hornasparksinnlegg, bólt- urin støkk á skinnabeinið á Regini Arge, og so hevði B36 vunnið silvurkrónur, meðan AB einki fekk og tískil stóð eftir sum stóri taparin. Nýggjur møguleiki Síðani sandoyingar í áttati árunum við nógvari ferð fóru úr 3. og upp í 1. deild, hava teir ikki roynt at flyta upp úr 3. deild. Næstbesta liðið hjá teimum hevur ver- ið støðugt í ár, men tað hev- ur ikki verið nógv tosað um uppflyting. B71 er framvegis 3. deild- arlið, men teir hava møgu- leikan at flyta upp. Teir skulu spæla tveir dystir um plássið í 2. deild. Hvørjum teir skulu spæla ímóti verð- ur avgjørt leygardagin. Tað eru tríggir møguleikar. Un- dan síðsta umfarinum er LÍF næstaftast. Leirvíkingar eru javnir í stigum við GÍ. Grannaliðini hava nítjan stig í part, men HB, sum hevur tjúgu stig, er eisini í vanda. LÍF skal leygardagin spæla í Gundadali ímóti B36. Tað man kennast iva- leysa torført hjá leirvíking- um, men tað verður ikki minni torført hjá HB og GÍ, sum skulu spæla ávikavíst á útivølli ímóti ÍF og á heimavølli ímóti KÍ. B71 vann leygardagin 2– 0 í Klaksvík. Heimaliðið hevði í royndini at bjarga liðnum mannað seg væl, so tað var strevið hjá B71, men teir megnaðu setningin. Áhugavert er at staðfesta, at tað var avgerðin, um at innanhýsis mál og mál skor- að á útivølli ikki hava nakað at siga, sum bar við sær, at B36 fekk silvur og B71 bronsu. Bæði liðini endaðu á 33 stigum, og tey vunnu hvønn sín innanhýsis dyst. B71 vann 2–1 í Gundadali, og B36 vann 1–0 á Sandi. Høv- du málini á útivølli vigað, tá tað stendur á jøvnum í innanhýsis stigum og mál- um, so hevði B71 vunnið silvur og B36 bronsu. Nú var tað samlaði málmunur- in, sum var avgerandi. B36 hevur málmunin +22, og B71 hevur málmunin +15. KÍ hevur ikki heilt mist vónina um at spæla í 3. deild komandi ár. GÍ vann 4. deild, og teir flyta upp í 3. deild. Um tað fer at vilja so illa til, at GÍ noyðist nið- ur úr 2. deild, so fer teirra lið úr 3. deild, og so sleppur KÍ frá at flyta niður. Hin møguleikin hjá KÍ er, at 4. deildarliðið hjá teimum flytir upp. Teir endaðu á øð- rum plássi í 4. deild. Tað vil siga, at teir fáa ein møgu- leika at spæla um eit pláss í 3. deild. Tað verður ímóti FS Vágum, sum endaði næstaftast í 3. deild. Vónbrotini Vágbingar vunnu sannfør- andi ímóti B68. Harvið end- aði VB á fimta plássinum. Eftir átjanda umfarið eru teir bara tvey stig frá bron- sukrónunum og møguleik- anum at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini. Tí kann ikki sigast annað, enn at VB eisini í 3. deild hevur havt eitt gott kappingarár. Sammett við undanfarnu árini hava B68 og ÍF staðið seg illa. Serliga hjá B68 er tað merkisvert, at eyka- menninir hjá besta liðnum, sum fram til síðsta sunnu- dag vóru við í FM stríðnum, hava havt afturpartin í vatn- B71 tók argjamenn á málstrikuni 3. deild: Vónbrotið í AB var stórt, tá teir ikki megnaðu at halda tørn ímóti B36. B71 sigurin í Klaksvík bar við sær, at sandoyingar fyri fyrstu ferð spæla um eitt pláss í næstbestu deildini, og at KÍ flutti niður skorpuni í 3. deild. Tá B68 leygardagin tapti í Vági, noyddist venjarin, Kjartan Nesá, at spæla úti á vøll- inum. Tá Jóhan Dávur Høj- gaard ikki hevur verið heima, hevur Kjartan verið í málinum. Kjartan Nesá hevur ofta verið seinasti skansin hjá toftamonnum. Nú kom hann á málskjútta- ralistan – ivaleyst fyri fyrstu ferð nakrantíð! Vágamenn ætlaðu sær at gera seg galdandi í 1. deild og ivaleyst eisini í 3. deild. Tað hevur ikki gingið væl í 1. deild, og tað hevur gingið illa í 3. deild. Hóast átjanda umfarið er farið afturum, so er framvegis møguleiki fyri, at FS Vágar flytir niður úr 3. deild. Møguleikin er nevndur omanfyri. Endi Og so var kappingarárið í 3. deild liðugt fyri í ár. Vit hava roynt at fylgt við, og vit halda, at tað hevur eydn- ast so toluliga. Einar tvær ferðir hava vit ikki megnað at umrøtt umfarið í somu viku, sum tað varð spælt. Tað harmast vit um, sam- stundis sum vit gleðast um tey, ið hava givið okkum eitt herðaklapp fyri at hava ver- ið við til at gera kappingina hugaliga – bæði um stigini og um hvussu tað stendur til á málskjúttaralistanum. Nú hava vit í fleiri ár um- røtt 3.deild. Nógv heimild- arfólk veita okkum ein beina, og teimum takka vit aftur í ár fyri gott samstarv. Ofta verður grenjað um dómaraseðlarnar. Vit kunnu í hesum sambandi siga, at royndirnar í ár vísa, at dóm- ararnir eru nógv betri til at skriva nágreiniligar dóma- raseðlar í 3. deild, enn teir vóru fyri nøkrum fáum ár- um síðani. Høvdu allir min- st til at senda teir til FSF beinanvegin eftir dystarlok – sum tað er teimum álagt – so hevði tað verið upp- aftur betur. Í hvussu stórum álvara fe- løgini taka 3. deild er ein heilt annar spurningur. Í fleiri førum eru dystirnir ikki spældir, tí annað liðið ikki er møtt. At tað ikki fær álvarsligar avleiðingar, at eitt lið ikki møtir til fleiri dystir, er ivaleyst ein spurningur, sum fer at verða tikin upp, tá feløgini og Fót- bóltssambandið fara at eft- irmeta kappingina. H Úrslit, 18. umfar ÍF–FS Vágar 4–1 (1–0) 1–0: Árni Petersen 40. 2–0: Jákup Baldvinsson 58. 3–0: Jákup Baldvinsson 62. 3–1: Elfinn Ørvarodd 70. 4–1: Jákup Baldvinsson 74. VB–B68 4–1 Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nøvnini á málskjúttu- num AB–B36 2–2 (1–1) 0–1: Petur M. Johansen 22. 1–1: Sigurd Vatnhamar 36. 2–1: Sonny Djurhuus 61. 2–2: Regin Arge 88. Reytt kort: Eyðun Dalsgarð, AB, 32. (tvey gul) Skáli–TB 8–0 (5–0) 1–0: Pauli Hansen 6. 2–0: Bogi Gregersen 28. 3–0: Bogi Gregersen 34. 4–0: Marius Joensen 37. 5–0: Bogi Gregersen 42. 6–0: Bogi Gregersen 54. 7–0: Hans Kristian Djurhuus 85. 8–0: Arnhold Berg 87. Reytt kort: Bogi Gregersen, Skáli, 77. (tvey gul), Krist- ian Olsen, 89. (tvey gul) KÍ–B71 0–2 (0–1) 0–1: Julian Thomsen 0–2: Páll á Reynatúgvu Yviirlit yvir allar málskjútt- arnar í triðju deild verður í blaðnum í komandi viku. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Skála 18 12 - 2 - 4 70 35 35 38 2 B36 18 10 - 3 - 5 49 26 23 33 3 B71 18 11 - 0 - 7 59 46 13 33 4 AB 18 10 - 2 - 6 77 44 33 32 5 VB 18 10 - 1 - 7 52 46 6 31 6 TB 18 6 - 2 - 10 47 56 -9 20 7 B68 18 5 - 5 - 8 43 45 -2 20 8 ÍF 18 6 - 2 - 10 46 55 -9 20 9 FS Vágar 18 5 - 2 - 11 48 68 -20 17 10 KÍ 18 5 - 1 - 12 42 112 -70 16 Endaliga støðan, 3. deild menn Vinnarar av triðju deild hjá monnum 2000, Skála Mynd: Sveinur Tróndarson