týsdagur 12. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 131 - 13. juli 2005
VINNUSÍÐU-
KRONIKKIN
Signar P Heinesen
Búskaparliga støðan í land-
inum kann mátast í ognum,
inntøkum, inntøkum lands-
kassans, arbeiðsloysi o.ø.
Vit hava í seinastuni hoyrt
almennar frágreiðingar, sum
meta búskaparligu støðuna í
Føroyum i løtuni at vera
rímiliga góða, aðrar met-
ingar eru eitt sindur daprari.
Men skræll er ikki talan um.
Fyri at siggja, hvussu
trupult tað mangan tykist
vera at meta um búskapar-
ligu framtíðina, kunnu vit
eitt nú hava í huga, hvussu
almennu frágreiðingarnar
um útlitini í alivinnuni vóru
í ár 2000. Hvussu nógvar al-
mennar frágreiðingar rokn-
aðu tá við einum skrælli í
vinnuni?
Men búskaparliga støðan í
dag er mangan ein frukt av
strategisku støðuni í gjár. Í tí
perspektivinum sást kreppan
í alivinnuni longu rættiliga
týðuliga í 1998-99 og
hómaðist helst árið fyri. Tí
eins og tann búskaparliga
støðan kann metast meir ella
minni neyvt, soleiðis kann
tann strategiska støðan eisini
metast. Tann mest týðandi
spurningurin er, hvussu
leiðslan í samlaðu skipanini
hongur saman, heilt frá ov-
asta politiska valdi út til tann
einstaka, sum røktar ali-
fiskin. Tað, sum vit sóu í
1998-99 var, at tann ítøkiliga
vitanin, sum var í skipanini,
kom ikki til høldar í ítøki-
ligum avgerðum og tiltøkum
á týðandi økjum. At síggja
hetta var nøktandi fyri at
meta um strategisku støðuna
innan alivinnuna - og harvið
búskaparligu útlitini.
Strategiska støðan í
Føroyum í dag
Løgmaður hevur blást í
lúður, at Føroyar skulu vera
millum heimsins fremstu
lond í 2015. Helst er stundin
væl vald. Um nakrar av mín-
um metingum eru so nøk-
unlunda eftirfarandi, skulu
vit helst eini 10 ár aftur í
tíðina fyri at finna seinastu
ferð, eitt realistiskt høvi var
at broyta strategisku støðuna
í Føroyum. Tað sigur eitt
sindur um tann tíðarhori-
sont, talan er um í strateg-
iskum høpi fyri eitt land.
Boðað er frá eini "Strategi
2015" ætlan og kann tað
helst vera rættiliga skilagott.
Spurningurin er bert, hvat
stendur í eini slíkari ætlan.
Landsstýrið kann sjálvsagt
seta í verk meir ella minni
desperatar ítøkiligar menn-
ingarætlanir; tað kann seta í
verk meir ella minni desp-
erat
"almenn"
"privat"
"vinnulig" "matadorspøl";
og landsstýrið kann gera so
mangt annað, sum í strateg-
iskum høpi fær yvirskriftina
"Vi gør det uanset hvor
klogt", har avgerðarmegin
er stór, men lítið skil er í
grundarlagnum (E.Johnsen,
Strategisk analyse og synt-
ese, 1993). Ella sagt við
øðrum orðum, at fiksar
loysnir og gandaorð sleppa
ígjøgnum skipanina upp til
hægsta avgerðarstað.
Trupulleikin við slíkum
vælmeintum tiltøkum er, at
í einum strategiskum kyks-
endi verður úrslitið av hes-
um, at long tíð og nógv
orka verður brúkt millum
nógv væl meinandi - og
helst eisini evnarík - fólk,
men til fánýtis. Slík tiltøk
hava tað við at festast í
minni okkara sum enn ein
roynd, sum miseydnaðist.
Ítøkilig átøk skulu gerast.
Spurningurin er bert, í
hvørjum samanhangi. Hvør
ger hvat, nær, hví og við
hvørjum endamáli? Upp-
gávan hjá ovastu politisku
leiðsluni er fyrst og fremst
at skapa eitt strategiskt fóta-
festi - og so er spurningurin,
hvat tað ítøkiliga er?
Strategisk leiðsla
Sami E. Johnsen hevur skil-
markað hugtakið strategisk
leiðsla og fyri at halda seg
til hansara upprunaligu
orðingar, ljóðar hendan
skilmarkan á donskum:
"Strategisk ledelse består
i at generere summen af de
egenskaber, som er nød-
vendige og tilstrækkelige
til aktivt at udvikle eksist-
ensgrundlaget for en strat-
egisk enhed."
Fyri at fáa nakra ítøkiliga
meining í hendan setningin,
mega vit eisini hava eina
fatan av, hvat ein strategisk
eind er:
"En strategisk enhed kan
defineres som en organ-
isme, der udøver en sådan
mission, at den kan leve og
udvikle sig i samspil med
dens omgivelser."
Sæð frá landsstýrisins
sjónarmiði er tann strateg-
iska eindin alt landið. Um
tað er ein eind. At vera í
strategiskum
kyksendi
merkir ítøkiliga, at landið
hongur ikki saman. Menn-
iskjalig orka, vitan, initiativ
og átøk fara fyri skeyti.
Veruleikin, sum einstakling-
ar og fólk, sum taka lógva-
tak saman, kenna á sær er, at
einki ber til. Luftin fer úr
ballónini, dýrt keypt vitan
røkkur ikki til tey fólk, sum
hava hana fyri neyðini, initi-
ativið fánar og átøkini hanga
ikki nóg væl saman til tess
at skapa nakra menning.
Tann mentanin, sum Palli-
ba er ein partur av, veit full-
væl, hvat strategisk leiðsla
er í praksis. Kanska eru
orðini ikki tey somu, sum
tey her verða sett fram, men
í teirri mentanini legði
skilamaðurin - sum hevði
álit millum manna - til, og
hvør einstakur legði ta orku
í uppgávuna, hann var
mentur. Í felag rukku tey
málinum. Við orðunum hjá
E. Johnsen kunnu vit siga, at
tey "genererer summen af
de egenskaber, som er nød-
vendige og tilstrækkelige til
aktivt
at
udvikle
eks-
istensgrundlaget ... i sam-
spil med dens omgivelser."
Trupulleikin hjá Palliba
var - og er - at hann er lítil-
látin. Gomlu V4 sendingar-
nar høvdu eisini ein Fossa-
dun. Mentanin, sum Fossa-
dun er partur av, hevur ikki
roynt at taka tøk móti til-
verunnar margfeldi. Fossa-
dun hevur tikið avgerðir og
trýstir tær ígjøgnum "uan-
set hvor klogt". "... i sam-
spil med dens omgivelser"
gevur onga meining fyri
Fossadun. Hann hevur síni
egnu virði, roynir av øllum
alvi at " udvikle eksistens-
grundlaget... i krig med
dens omgivelser" - og skilir
ikki, hví eksistensgrundar-
lagið bert svinnur.
Í
samrøðuni
millum
Palleba og Fossadun hevur
Palleba lyndi til at gloyma,
at hjallurin hjá honum
kanska má dvína fyri onkr-
um átaki, sum hevur øðr-
visi perspektiv - og Fossa-
dun hevur lyndi til at
gloyma, at tann uppgávan,
sum hjallurin loysti í gjár,
skal eisini loysast í morgin.
Eitt høvi
Sum nevnt meti eg tað ikki
vera nakra sjálvfylgju, at
sitandi løgmaður hevur ein
ítøkiligan møguleika at
gera ein mun - sum munar.
Tað eru so mangir veruleik-
ar, innanlands sum uttan-
lands, sum løgmansem-
bætið ikki røkkur, men sum
tó skulu vera til staðar, fyri
at støði kann leggjast undir
einum strategiskum fóta-
festi, har vit eru komin
okkum út í kyksendi.
... at skapa strategiskt
fótafesti
Høvuðsuppgávan
hjá
landsins stýri er at fasthalda
landinum sum eina strateg-
iska eind, at gera landið
møguligt at stýra og leiða
"... i samspil med dens
omgivelser". Høvuðsupp-
gávan í løtuni er at koma
burturúr einum strategisk-
um kyksendi og fáa strate-
giskt fótafesti. Um mínar
metingar eru nøkunlunda
eftirfarandi, hevur sitandi
løgmaður ein ítøkiligan
møguleika at fáa Føroyum
strategiskt fótafesti aftur.
Harafturat vita vit rætti-
liga væl, hvussu vit skipa
neyðugu aktivitetirnar
Eingin
strategi
uttan
risiko og eingin strategi
uttan at binda størsta partin
av fólkinum til uppgávuna.
Tann skipan, sum strateg-
isku aktivitetirnir skulu set-
ast í verk undir, skal tí vera
soleiðis sett saman, at flestu
okkara kenna hana sum
okkara frá fyrsta degi. Hetta
skal skiljast heilt ítøkiliga.
Alarin í Suðuroy og banka-
kvinnan í Vágoy, útróðrar-
maðurin í Norðuroyggjum
og krambakallurin í Sandoy
- øll skulu hava ein ítøki-
ligan møguleika, í størri ella
minni mun, at vera við at
lyfta uppgávuni. Samstund-
is skulu aktivitetirnir spjaða
risiko, tí vit vita fyri vist, at
mangt verður gjørt skeivt.
Uppgávan er at gera minst
møguligt til fánýtis - og at
seta á, har møguleikin fyri
skjótast møguligt at røkka
ítøkiligum
úrslitum
er
størstur. Fyri høvuðsøkini í
vinnuni vita vit eisini nøk-
unlunda, hvar frægast er at
seta á.
Og røkka úrslitum
... uppá styttri og longri sikt
uttan at dúva uppá hepnið
eina. Hepnið skal til við-
hvørt, men tað kann vera
ein svikafullur arbeiðs-
felagi. Eins og vit í 1998-99
sóu rættiliga greitt, at
skræll stóð fyri framman í
alivinnuni, men sóu ikki,
hvør tann ítøkiligi dropin
var, sum fekk bikarið at
flóta yvir og nær, soleiðis
síggja vit í dag rættiliga
greitt, hvørjir aktivitetir
skulu til fyri at fáa eitt
strategiskt
fótafesti
í
føroyskari vinnu og undir
hvørji skipan. Bíða vit eftir
at síggja, hvørjir aktivitetir
ítøkiliga koma at hepnast
og nær, tá koma vit at bíða
leingi.
Landsins stýri og
Palliba
Tað nyttar lítið, um landsins
leiðsla fyrireikar seg væl at
fara uppá gólv og landsins
ovasta embæti skipar, um
ikki hini á gólvinum taka
undir við kvæði og stevi,
sláa ringin. Tað nyttar lítið,
um fólkið stendur og bínir, tí
hesin dansurin verður helst
av ongum, soleiðis sum so
mangur annar var av ong-
um. Tey strategisku tøkini
kunnu
samanberast
við
føroyska dansin - tað eru
nógv fólk, sum tilsamans
fáa ein góðan dans burturúr.
Í strategiskari leiðslu skipar
tann eini ella tey fáu - sum
hava álit millum manna -
kvæðið, men hvør einstakur
hevur sín lut í leiðsluupp-
gávuni.
Meðan
Palleba
kvøður niðurlagið, umhugs-
ar skiparin næsta ørindi.
Ørindi míni í hesi grein
eru at siga, at eg havi ein
varhuga av, at vit kunnu gera
okkum til reiðar at trína
dansin aftur - so kann tað
vera, at mangur hevur
gloymt bæði niðurlag og
kvæði, men tað kemur. At
onkur stingur seg upp, tekur
mikrofon í hond og roynir at
skipa sítt egna kvæði,
meðan dansurin gongur,
mega vit eisini liva við.
Búskapur og strategi - støða og
framtíðarútlit
Tey strategisku tøkini kunnu
samanberast við føroyska
dansin - tað eru nógv fólk,
sum tilsamans fáa ein góðan
dans burturúr. Í strategiskari
leiðslu skipar tann eini ella tey
fáu - sum hava álit millum
manna - kvæðið, men hvør
einstakur hevur sín lut í
leiðsluuppgávuni. Meðan
Palleba kvøður niðurlagið,
umhugsar skiparin næsta
ørindi