Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 131 - 13. juli 2005 Fimta pláss til liðið Føroysku badminton- spælararnir kláraðu ikki av álvara at gera seg galdandi í liðkapping- ini. Liðið vann tveir teir seinastu dystirnar, men endaði sum nummar 5 BADMINTON Eyðun eydun@sosialurin.fo Lerwick: Føroyar klár- aðu ikki at spæla seg í hálvfinalurnar í lið- kappingini í badminton, men tá ið spælt varð um plaseringarnar frá 5 til 7, vunnu Føroyar báðar sínar dystir og endaðu nummar 5. Teir báðir seinastu dystirnir vóru ímóti Isle of Man og Orkney. Fyrra dystin, sum var ímóti Isle of Man, vunnu Føroyar trygt 4-1. Bjartur Lamhauge og Guðri Poulsen vunnu sínar einmansleikir. Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vunnu tvímansleikin hjá monnum, Guðri Poul- sen og Guðrun Poulsen taptu tvímansleikin hjá kvinnum, og Brynhild Djurhuus Carlssen og Aksel Poulsen vunnu blandað tvímansleikin. Kláraðu eisini Orkney Seinni dysturin var ímóti Orkney, og her eydnaðist eisini føroy- ska liðnum at vinna, hóast sigurin var meira tepur. Aksel Poulsen og Guðri Poulsen vunnu sínar einmansleikir, og Erland Poulsen og Rani í Líð vunnu tvímans- leikin. Guðri Poulsen og Guðrun Poulsen taptu tvímansleikin hjá kvinnum, og Rani í Líð og Guðrun Poulsen taptu blandaða tvímans- leikin. Men samanlagt gjørd- ist tað til ein 3-2 sigur til Føroyar. Hetta gav samanlagt eitt fimta pláss í lið- kappingini í badminton. Nú verður farið undir kappingarnar í eins- mansleiki. Teir hildu seg hava vunnið trý silvur- merki, men alt í ein- um var føroyska mansliðið í fimleiki rópt upp á sigurpallin sum vinnarar av kappingini á hesti. Tá stóðu bæði spælarar og leiðarar sum kánus eina løtu, men alt endaði við stórum fagnaði FIMLEIKUR Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Scalloway: Tað kom púra óvart á bæði fimleikarar, leiðarar og áskoðarar, at Føroyar skuldu vinna eitt gullmerki í liðkappingini hjá monnum á hesti og á gólvi. Eftir at kappingin varð lokin staðfestu bæði venjari og fimleikarar, at tað fyri fjórðu ferð á rað gjørdist til silvurmerki í liðkappingini. Liðkappingin varð skipað á tann hátt, at fimleikararnir kappaðust á hesti og gólvi, og fyri hvørja av hesum kappingum vóru heiðurs- merki latin. Hafturat vórðu úrslitini í kappingunum tald saman til eitt samlað úrslit, sum eisinigav heiðursmerki. Og sum tað síðsta vóru bestu einstaklingarnir í kappingini kosnir. Byrjaðu við silvur Føroyingar høvdu roknað seg fram til, at teir fóru at vinna trý silvurmerki, eftir at kappingarnar vóru lidnar. – Vit mangla eitt sindur upp til Isle of Man, men hetta er í lagi, tí vit fóru eftir silvuri og vónaðu so at fáa gull, staðfesti Høgni Øster, ein av fimleikarun- um, meðan bíðað varð eftir endaliga úrslitinum og heiðursmerkjahandanini. Fyrst vóru heiðursmerkini á gólvi handað, og her vann Isle of Man sum væntað. Føroyar vóru nummar 2 og Jersey nummar 3. Gullið kom sníkjandi Men tá ið tað kom til handanin av heiðursmerkj- um í lopinum um hestin, vórðu øll tikin á bóli – Vit stillaðu upp úti í gongini, og har skuldu silvurvinnararnir standa fremst. Vit stillaðu okkum fremst, men fingu so boð um at fara longur aftur. Tá hugsaði eg, at vit endaðu nummar 3, men vit skuldu standa mitt fyri, og so hugs- aði, at vit endaðu á einum deildum silvurplássi hóast alt, greiðir Helgi Winther Olsen frá. Men soleiðis var ikki. Føroyar og Jersey endaðu á einum deildum fyrsta plássi frammanfyri Isle of Man, og føroyingarnir endaðu tí ovast á sigurspallinum. Venjarin Henrik Berthel- sen stóð bara og gapaði, tá ið føroyingarnir vóru róptir upp sum vinnarar – hann hevði tikið fyri givið, at Isle of Man var frammanfyri. – Hetta var eitt lítið yvirraskilsi, og tey eru tey bestu, segði venjarin fegin, eftir at hansara menn høvdu fingið gullið um hálsin. Alt er deiligt Í samlaðu støðuni endaði tað við, at Isle of Man var fremst. Síðani kom føroyska liðið, og Jersey varð nummar 3. Umframt alt hetta vóru teir bestu einstaklingarnir kosnir, og her vann Helgi Winther Olsen eitt silvur- merki fyri síni avrik á gólvinum og á hestinum. Sostatt endaði tað við, at menninir vunnu fýra heiðursmerki í liðkapp- ingini í fimleiki. Trý silvur- merki – kanska sum væntað og vónað – og so eitt óvæntað gullmerki, sum øll høvdu ynskt sær, men eingin hevði roknað við. – Vit fóru eftir silvuri, og eg hevði roknað við, at vit fóru at klára tað. Men at vit nú standa við einari gull- medalju fyri fyrstu er ótrú- liga deiligt. Eg eri lukkuligur, og alt er deiligt, segði ein fegin Helgi Winther Olsen eftir kapp- ingina. – Hendan kappingin er eitt sindur serlig, og alt snýr seg um at verða best á degnum. Støðið er lagt fast frammanundan, og so ræður tað um at gera alt so gott og pent sum gjørligt. Vit høvdu vónað og satsaðu upp á gull, men eg rokni ikki við, at nakar av okkum veruliga trúði upp á tað. Teir fimu tóku seg sjálvar Rósing Dam, Øssur Eirikstoft, Helgi Øster og Høgni Winther Poulsen vunnu mánadagin fyrsta føroyska gullmerkið á Oyggjaleikunum í Hetlandi. Harafturat syrgdu mannligu fimleikararnir eisini fyri trimum silvurmerkjum sama dag