týsdagur 12. juli 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 12. juli 2005
29
Mánamorgun varð
almannakunngjørt, at
størsti profilurin í
føroysku 1. deild,
Súni Olsen úr GÍ,
hevur gjørt ein tvey
ára langan sáttmála
við danska superliga-
felagið AaB. Feløg úr
Sveits, Skotlandi og
Noregi vóru eisini
inni í myndini
FÓTBÓLTUR
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Landsliðsleikarin, GÍ-lið-
skiparin og toppskjúttin í
føroysku 1. deild verður
ikki at síggja komandi tvey
árini í gulu GÍ-troyggjuni.
24 ára gamli Súni Olsen
hevur nevniliga undirskriv-
að ein tvey ára langan sátt-
mála við danska super-
ligafelagið AaB (Aalborg
Boldklub), sum í fjør gjørd-
ist nummar fýra í donsku
superliguni, og sáttmálin
byrjar formliga tann 1.
august í ár.
Fleiri feløg
Á tíðindafundi mánamorg-
un í hølunum hjá Kaup-
thing í Havn varð greitt frá,
at fleiri feløg úr ymsum
londum hava seinastu tíðina
sýnt áhuga í Súna Olsen.
Jákup í Stórustovu, um-
boðsmaður hjá Súna Olsen,
vildi ikki siga, hvørji onnur
feløg hava verið inni í
myndini, men feløg úr
Skotlandi, Noregi og Sveits
hava roynt at fingið fatur á
profilinum úr Syðrugøtu.
- Men tá so Aab setti seg
í samband við okkum og
vildi hava ein beinleiðis
handil í hús uttan uttan
royndarvenjingar og annað,
sum kann seinka gongdini,
mettu vit, at hetta var ein
frálíkur møguleiki, sigur
Jákup í Stórustovu. Um-
boðsmaðurin metir, at Aab
helst var besta loysnin av
teimum feløgum, sum vildu
hava fatur á 24 ára gamla
gøtumanninum.
Hvørki Jákup ella Súni
sjálvur vilja siga nakað um
peningaligu viðurskiftini,
men Súni Olsen sigur seg
vera nøgdan við fíggjarliga
partin av sáttmálanum.
Hóast
sáttmálin
byrjar
formliga tann 1. august, fer
Súni beinanvegin í gongd í
Aab. Hann fór niður við
flogfarinum
mánadag
fyrrapart, og longu týsdag-
in skal hann til Svøríkis á
venjingarlegu við super-
ligahópinum hjá AaB.
Við í steypafinaluni
Danska superligan fer av
bakkastokki longu tann 20.
juli, har Aab skal hitta FC
Keypmannahavn á heima-
vølli, og stóri spurningurin
fyri gøtufólk hevur verið,
um
gullklumpur
teirra
verður við á GÍ-liðnum í
seinnu hálvfinaluni móti
B71 í kappingini um Løg-
manssteypið tann 24. juli,
og um hann verður til reiðar
29. juli í steypafinaluni á
Tórsvølli, um GÍ leikar seg
í finaluna. At GÍ verður
annar steypafinalisturin, er
sera sannlíkt, eftir at fyrra
hálvfinalan
endaði
við
einum 5-1 sigri til GÍ, har
Súni sjálvur gjørdi trý av
málunum.
Men allur ivi varð beind-
ur av vegnum, tá Jákup í
Stórustovu kundi vátta, at
avtalan millum GÍ og Aab
gevur Súna møguleikan at
vera við í teimum báðum
týdningarmiklu
steypa-
dystunum hjá GÍ. Hetta
vera so báðir teir seinastu
dystirnir hjá Súna á hesum
sinni í føroyskum fótbólti.
Sostatt verður Súni helst
ikki við á Aab liðnum í
hesum tíðarskeiði, og tí
kann fyrsti dysturin hjá
honum gerast móti ongum
øðrum enn donsku meist-
arunum Brøndby tann 7.
august.
Miðvallari ella bakkur
Men hetta er ikki fyrsta
ferðin, at Súni fer út um
landoddarnar at royna seg.
Gøtumaðurin var í hol-
lendska
felagnum
FC
Zwolle frá 1999-2002, og
við royndunum í Hollandi í
huga sigur Súni Olsen, at
mentanarligu fyrimunirnir
við Danmark hava týdning
fyri hann persónliga, nú
hann aftur skal royna seg
uttanlanda.
- Samanborið við Hol-
land skuldi eg sjálvsagt nú
havt betri møguleikar at
fella til uttanfyri vøllin, og
tað eri glaður fyri, sigur
Súni.
Tað er orsakað av avrik-
um hansara á landsliðnum,
at Aab hevur fingið eyga á
Súna, og tað var eftir
dystirnar móti Sveits og
Írlandi, at samskiftið fór í
gongd
millum
danska
superligafelagið og Súna
Olsen. Á landsliðnum hev-
ur hann leikt sum vinstri
bakkur, meðan hann í GÍ
hevur leikt á miðjuni og í
álopinum. Spurningurin er
so, um Aab hevur keypt
Súna sum bakk ella mið-
vallara.
- Eg veit satt at siga ikki,
hvar teir ætla at brúka meg,
og fyri meg hevur tað í
veruleikanum
ikki
so
stóran týdning, hvar á
vøllinum eg spæli. Eg vóni
bert at fáa spælitíð, sigur
Súni Olsen.
Á heimasíðuni verður
nógv gjørt burturúr nýggja
leikaranum, og her verður
Súni umtalaður sum ein all-
round spælari, sum bæði
kann spæla vinstri bakkur,
vinstri
miðvallari
og
sentralur miðvallari. Við
dygdunum sum ein leikari,
ið kann røkja fleiri pláss á
liðnum, verður sagt á Aab
heimasíðuni, at nú hevur
felagið fingið ein leikara,
teir leingi hava leitað eftir.
Og
hvørjir
eru
so
møguleikarnir hjá Súna at
vinna sær pláss á besta
Aab-liðnum?
- Við teimum dygdum, eg
havi, meti eg, at eg skuldi
havt møguleikan at vinna
mær fast pláss á liðnum, og
hetta er sjálvsagt eisini mítt
mál. Tað kemur møguliga
at taka tíð at sleppa framat,
men mítt mál er, at tað ikki
gongur ov long tíð, áðrenn
eg fái regluliga spælitíð,
sigur Súni.
GÍ í trupulleikum
Sølan av Súna Olsen førir
við sær eitt stórt tómrúm
fyri GÍ. Súni hevur snøgt
sagt verið berandi megin á
liðnum og hevur við sínum
mongu málum og dygdar-
avrikum ognað GÍ nógv
týdningarmikil stig í harða
niðuflytingarstríðnum.
Men formaðurin í GÍ,
Brandur Jacobsen, sigur, at
GÍ í løtuni ikki hevur
nakrar ítøkiligar ætlanir um
at fáa nýggjar leikarar til
felagið, sum kunnu fylla
ovurstóra tómrúmið eftir
Súna.
- Vit hava sjálvsagt ant-
ennurnar úti, men vit vita
ikki enn, í hvønn mun vit
fara at styrkja liðið eftir
Súna. Í løtuni er einki spæl-
arakeyp ítøkiligt, men hetta
er so ein spurningur, vit í
framtíðini mugu taka støðu
til, sigur Brandur Jacobsen,
formaður í GÍ, sum bæði
harmast og fegnast um
hendingina.
- Vit hava mist ein
fantastiskan leikara, men
samstundis frøast vit vegna
Súna. Vit ynskja honum alt
tað besta og vóna, at hann
slær til í Superliguni, sigur
Brandur Jacobsen.
Súni stevnir móti superliguni
Súni Olsen
24 ár
94 dystir og 41 mál fyr GÍ
22 dystir fyri FC Zwolle frá august 1999 til apríl
2002
20 dystir fyri føroyska A-landsliðið
FAKTA
- Við teimum dygdum, eg havi, megi eg, at eg skuldi havt møguleikan at vinna mær fast pláss á liðnum, og hetta er sjálvsagt eisini mítt mál, segði 24 ára gamli Súni Olsen á tíðindafundi
mánamorgunin, sum nú hevur gjørt ein tvey ára langan sáttmála við danska superligafelagið Aab. Vinstrumegin situr umboðsmaður hansara Jákup í Stórustovu, og høgrumegin er GÍ formaðurin
Brandur Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen