týsdagur 12. juli 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2005
29
Heri um
reppið at
fáa bronsu
Heri Ziska endaði
sum nummar 4 í
hamarkasti mána-
dagin. Hann var ikki
langt frá brons-
umedaljuni, men
gullvinnarin var í
einum flokki fyri seg
og setti nýtt
Oyggjaleikamet
HAMARKAST
Eyðun
eydun@sosialurin.fo
Lerwick: Mánadagin var
kappingin í hamarkasti á
leikvøllinum á Clickimin
ítróttardeplinum.
Heri Ziska var við í
hesari kappingini, og tað
var líka við, at hann vann
bronsumerki.
Heri Ziska tveitti 43,01
metrar, og tað var slakar
80 sentimetrar styttri enn
bronsuvinnarin av Got-
landi. Cayman Island fór
við silvurinum, og Isle of
Wight við gullinum.
Andy Frost av Isle of
Wight er í flokki fyri seg,
og hann setti nýtt Oyggja-
leikamet við 68,17 metr-
um. Hann tveitti næstan
20 metrar (!) longur enn
tann næstbesti.
Andy Frost er ættaður
av Isle of Wight, men
hann er so góður í hamar-
kasti, at hann hevur verið
á enska U21 landsliðnum.
Marius er
millum teir
bestu
Tingwall:
Mánadagin
vóru tveir føroyskir byrs-
uskjúttar við liðkapping-
ini í skeet, sum var hildin
á skjótibreytini í Ting-
wall.
Marius
Joensen
og
Rúni Debes stóðu seg
væl, tí teir endaðu sum
nummar 4 í kappingini.
Føroyar fingu 144 dúgv-
ur, meðan teir frá Isle of
Man fingu 160 dúgvur og
vunnu bronsuna.
Tað var tó hugaligt at
síggja yvirlitið yvir teir
einstøku skjúttarnar í lið-
kappingini, tí Marius
Joensen gjørdi rættiliga
vart við seg í hesari
kappingini.
Samanlagt var hann
næstbesti skjúttin, og
hann var beint í hølunum
á tí besta skjúttanum.
John Magnus Lauren-
son úr Hetlandi rakti 86
av 100 dúgvum, meðan
Marius hevði 84 plettskot.
Hetta
skuldi
givið
ávísar vónir til einstak-
lingakappingina í skeet,
sum verður seinni í vikuni
Skal føroyskur
fimleikur taka seg
enn meira fram – og
helst fram um Isle of
Man – er alneyðugt
við betri umstøðu-
num at venja undir.
Tað ber ikki til at leita
eftir tímum og brúka
nógva tíð til at gera
klárt og rigga av, tá ið
venjast skal, halda
royndasti fimleikarin
á føroyska lands-
liðnum og
landsliðsvenjarin
FIMLEIKUR
Eyðun
eydun@sosialurin.fo
Scalloway: – Eg veit ikki,
hvussu hugaligir fótbólts-
spælararnir høvdu verið,
um teir skuldu sett málini
upp, hvørja ferð teir skuldu
vant.
Soleiðis sigur Høgni R.
Øster, tá ið hann tosar um
umstøðurnar, sum fimleik-
ur hevur at venja undir í
Føroyum.
– Vit hava brúk fyri einari
høll, sum útilokandi er til
fimleik. Har skal útgerðin
standa klár, so at tað altíð
kann venjast, og tað slepst
undan at brúka nógv tíð til
at gera klárt og rudda av,
sigur royndi føroyski fim-
leikarin, sum mánadagin
varð við til at tryggja føroy-
ingum gull í liðkapping í
fimleiki.
– Avgerandi orsøkin til,
at Isle of Man er framman-
fyri okkum, er, at tey hava
nógv betur umstøður til at
venja undir. Høvdu vit havt
slíkar umstøður, so kundu
vit vant meira og fyrireika
okkum
enn
betur
til
Oyggjaleikirnar,
sigur
Høgni R. Øster.
Fasilitetir skapa
munin
Landsliðsvenjarin í fim-
leiki, danin Henrik Berthel-
sen, tekur undir við Høgna
R. Øster.
– Í 2001 var føroyska
liðið minst líka gott sum
tað av isle of Man, men
síðani hava teir verið
frammanfyri okkum, og tað
kemst útilokandi av, at tey
hava betur umstøður til at
venja
í,
sigur
Henrik
Berthelsen.
Hann heldur, at myndug-
leikarnir ikki hava skilt,
havt skal til fyri at menna
fimleikarar.
– Nógvir politikarar hava
tað fatan av fimleikinum, at
tað eru nakrar gentur, sum
renna runt á gólvinum í
einari høll, men soleiðis er
tað bara ikki.Tað skal meira
til enn nakrir tímar í einari
høll, har alt skal gerast
klárt
og
takast
niður
hvørjaferð.
– Tað eru tvey fimleika-
sentur á Isle of Man, og har
er útgerðin til fimleik altíð
tøk at brúka. Tað eru slíkar
umstøður, sum vit hava
brúk fyri í Føroyum, sigur
Henrik Berthelsen.
Helgi Winther Olsen vann silvurmerki sum næstbesti
fimleikarin í liðkappingini mánadagin
á bóli
Umstøðurnar til
venjing mugu
betrast munandi