týsdagur 12. juli 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 130 - 12. juli 2005
Við einum 2-0 sigri á
TB heldur Skála fast í
oddasessinum hjá
sær.
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Skála var greiður favorittur
undan dystinum á Fjarða-
stevnu, og teir livdu eisini
upp til favorittheiti hjá sær.
Løgdu bragdliga fyri
Tá ið liðini bæði hittust á
Skála í fyrsta umfarinum av
Formuladeildini,
vunnu
skálamenn ein sannførandi
5-1 sigur, og tvøramenn
vildu fegnir vaska lemjandi
ósigurin av sær sunnu-
dagin.
Tað gjørdu teir eisini í ein
ávísan mun, tí avrikið hjá
TB var munandi betur
sunnudagin, enn tað hevði
verið í fyrra dystinum.
Hóast Skála legði bragdliga
fyri og legði seg á odda
heilt tíðliga í dystinum, so
fall TB ikki í fátt, og gest-
irnir høvdu eisini onkran
møguleika at koma upp á
javnt.
Fyrsta málið kom longu,
tá ið seks minuttir vóru
spældir
av
dystinum.
Skálamenn spæla seg fram
eftir vøllinum, og teir koma
ígjøgnum úti í høgru síðu.
Bólturin verður lyftur heilt
yvir um TB-málið, og við
handaru stong er Hanus
Thorleifsson hægstur og
setur krúllin undir bóltin,
og so er 1-0.
Bæði liðini royndu at
skapa nakað fram eftir
vøllinum, og hóast tað var
Skála, sum hevði bóltin
mest, so vóru tvøramenn
ikki heilt vandaleysir, og
teir kundu havt javnað fyri
steðgin. Hinvegin hevði
Skála
eisini
sínar
møguleikar at økja um
leiðsluna, men tá ið farið
var
til
hálvleiks
stóð
framvegis
1-0
til
heimaliðið.
Fyrimyndarligt
uppspæl
Eftir steðgin hevði Skála
greitt
munin
á
tvøra-
monnum, og teir spældu
bóltin
runt
sínamillum
uttan stórvegis hóvasták.
Trúfasta áskoðarafjøldin
hjá heimaliðnum noyddist
tó at bíða rættuliga leingi
eftir at síggja Skála sláa
sigurin fastan, tí seinni
hálvleikur var gott og væl
hálvrunnin, áðrenn tað
hendi.
Heimaliðið byggir eitt
álop upp í høgru síðu, og
spakuliga verður álopið
flutt longur og longur inn
eftir vøllinum. Bólturin
endar heilt yviri í hinari
síðuni, har vongurin sendir
bóltin væl inn fyri málið
hjá TB. Jonhard Frederiks-
berg er fyrstur á bóltinum,
men hóast Predrag Mark-
ovic fær hendurnar á bóltin,
missur hann onkursvegna
royndina hjá Jonhardi inn í
málið, og so var dysturin
avgjørdur.
Við sigrinum á TB heldur
Skála fast í oddasessinum
hjá sær, og vinnar teir móti
EB/Streymi
í
seinasta
umfarinum fyri steðgin,
sum
verður
komandi
sunnudag,
kann
Skála
halda summarfrí á fremsta
plássinum.
Tvøramenn skulu tvær
ferðir í dyst í vikuni. Útsetti
dysturin móti GÍ verður
annaðhvørt mikukvøldið
ella hóskvøldið, og í viku-
skiftinum skulu teir spæla
móti arvafíggindunum úr
VB.
Skála heldur fast
Nógvir harðir og kontantir dystir vóru um miðvøllin, tá ið Skála sunnudagin vann 2-0 á TB á Fjarðastevnu á Skála.
Mynd: Álvur Haraldsen
Skála-TB 2-0 (1-0)
1-0 Hanus Thorleifsson 6.
2-0 Jónhard Frederiksberg 70.
Skála: Vlada Filipovic – Bárður Danielsen, Rúni
Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu – Bjarni
Jørgensen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen,
Hanus Thorleifsson (Jenel Gorgunaru 86.) – Bogi
Gregersen
(Arnold
Berg
78.),
Jónhard
Frederiksberg (Sveinur Justinussen 86.).
TB: Pedrag Markovic – Pedrag Zivkovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Birgir Rasmussen (Dan
Mortensen 46.) – Allan Poulsen (Einar Petersen
59.), Aleksander Jovevic (Hallur Christianen 71.),
Bárður Dimon,
Jón Johannesen – Olivur
Abrahamsen, Emmanuel Larby.
Gult kort: Emmanuel Larbi.
Dómari: Dagfinn Olsen.
FAKTA
Tað gongur einki hjá
klaksvíkingum í
Formuladeildini.
Leygardagin høvdu
teir vitjan av B36, og
úrslitið gjørdist sætta
tapið á rað hjá KÍ.
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fortreytirnar hjá KÍ undan
dystinum leygardagin vóru
annars toluliga góðar, tí
tilfarið, ið venjarin Odd-
bjørn Joensen hevði at ráða
yvir til dystin, var tað
frægasta, ið hann hevur havt
í síni tíð sum venjari hjá
klaksvíkingum. Hinvegin
vóru klaksvíkingar fullvæl
greiðir yvir, at tað var eitt
tað sterkasta liðið í land-
inum, sum kom á vitjan.
Gekk javnt á
Tað gekk annars rættuliga
javnt á í dystinum norðuri í
Klaksvík. Í mun til fleiri av
undanfarnu
umførunum
stóðu klaksvíkingar rættu-
liga væl á vøllinum, og teir
fingu eisini onkrar ein-
stakar málmøguleikar.
Hóast B36 er oddalið, so
hevur tað víst seg, at tað
gongur ógvuliga striltið hjá
havnarliðnum at spæla seg
til opnar málmøguleikar.
Soleiðis
var
eisini
í
Klaksvík, har tað enn
einaferð var staðfest, at
B36 fær alt ov lítið burtur
úr sínum vongspæli.
Hinvegin dugdu havnar-
menninir væl at revsa
mistøkini, sum KÍ gjørdi,
og tað kostaði klaksvík-
ingum dýrt. Annar av
klaksvíkingunum í B36,
Allan Mørkøre, legði gest-
irnar á odda, tá ið fyrri
hálvleikur var ein góðan
hálvan tíma gamal.
KÍ missur bóltin í upp-
spælinum, og B36 fer
avstað við bóltinum á høgra
vongi.
Bólturin
verður
sendur innfyri, og har er
Allan Mørkøre fyrstur á og
potar í netið til 1-0.
Dysturin var rættuliga
tættur,
men
hóast
KÍ
kanska hevði teir størru
møguleikarnar, so tóktist
tað tó allatíðina sum um, at
B36 hevði tamarhald á
støðuni, og at tað bert var
ein spurningur um tíð,
áðrenn gestirnir punkteraðu
dystin.
Tað gjørdu teir, tá ið
okkurt um eitt korter var
eftir at spæla. B36 vinnur
bóltin eftir eitt KÍ-innkast,
og teir gera skjótt av fram
eftir vøllinum. Fróði Benja-
minsen sleppur at renna inn
móti málinum, og úr spísk-
um skýtur hann bóltin mill-
um beinini á KÍ-málverj-
anum, Karstin Joensen, og
so var 2-0.
Eitt sindur av dramatikki
var eisini í dystinum. Fyrst
fekk Kenneth Jacobsen hjá
B36 beinleiðis reytt fyri at
siga okkurt við dómaran,
og nakað seinni var Høgni
Madsen hjá KÍ rikin av
vølli fyri eina at síggja til
ikki serliga grova takling.
Oddbjørn framvegis
venjari
Eftir dystin leygardagin fór
tað at ganga sum rótasúpan,
at KÍ-venjarin, Oddbjørn
Joensen, hevði sagt seg úr
starvinum, men hesum vísa
bæði KÍ og Oddbjørn
sjálvur aftur.
KÍ fekk í farnu viku ein
danskan spælara, Mathias
Tauber, til hópin hjá sær,
men danin valdi eftir bert
fimm døgum í Føroyum at
stinga í klæðsekkin og fara
aftur til Danmarkar uttan at
hava spælt ein einasta dyst.
B36 fór leygarkvøldið til
Íslands, har teir skulu
fyrireika seg til UEFA-Cup
dystin móti ÍBV úr Vest-
mannaoyggjunum.
Upp-
gerðirnar móti ÍBV eru ein
tann besti møguleikin hjá
einum føroyskum liði at
vinna
seg
víðari
í
evropeisku kappingini, og
spennandi verður at fylgja
havnarliðnum.
Gongur av skriðuni hjá KÍ
KÍ-B36 0-2(0-1)
0-1 Allan Mørkøre 32.
0-2 Fróði Benjaminsen 75.
KÍ:Karstin Joensen - Leon Bjartalíð,Niclas Niclasen,
Jan Andreasen, Harley Bertholdsen(Kristoffur
Jacobsen 75.) - Høgni Madsen, Jan Joensen, Atli
Danielsen - Arnhold Joensen, Heðin á Lakjuni,
Hjalgrím Elttør(Ove Nysted 64.)
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen,
Klæmint Matras, Pól Thorsteinsson, Alex José dos
Santos - Ingi Højsted, Fróði Benjaminsen, Mikkjal
Thomassen (Niels Joensen); Bergur Midjord (Óbi) -
Allan Mørkøre, Levi Hanssen (Wellington).
Gult Kort: Niclas Niclasen - Ingi Højsted
Reytt Kort: Høgni Madsen - Kenneth Jacobsen
Dómari: Eiler Rasmussen
FAKTA