týsdagur 12. juli 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Grønlendingar vunnu
heldur ikki á
Føroyum hesaferð,
men mótstøðan úr
stóru oynni harðnar
fyri hvørja ferð
FLOGBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Eftir lætta sigur-
in á Hetlandi fyrr um dagin,
høvdu menninir eina heldur
truplari uppgávu, tá teir í
seinasta dystinum á kvøld-
inum skuldu royna seg móti
Grønlandi.
Ikki tí. Grønland hevur
enn ongantíð roynt at vinna
á Føroyum, og tað gjørdu
teir heldur ikki hesaferð.
Men í nógvum førum hevur
talan verið um sera javnar
dystir, og hóast settini siga
3-0, so var talan als ikki um
nakran lættan sigur hjá
okkara monnum.
Fyrsta settið gekk annars
uttan stórvegis trupulleikar.
Rúni, Jón og Bartal skiftust
um at smasha seg fram við
grønlendska blokkinum, og
hóast spælið sum heild ikki
koyrdi heilt optimalt, so
tóktist hetta vera nóg mikið
til ein hampuliga tryggan
sigur.
Tað kom tó spakuliga
kinkur í føroyska spælið.
Grønlendingarnir
fingu
spakuliga blokkin at standa
betri, og hetta smittaði
sjálvsagt víðari í spælinum.
Móttøkurnar gjørdust betri,
og í fleiri førum kom føroy-
ska liðið undir veruligt
trýst.
Frustratiónir tóktust eis-
ini at koma í spælið hjá
okkara, sum als ikki tóktist
eins komfortabult. Oftani
varð styrkin nýtt heldur enn
skilið, og kendu grøn-
lendingar sína vitjunartíð,
so kundu teir helst havt
tikið okkurt settið.
Men fyri tað mesta
eydnaðist kortini at halda
grønlendska liðnum aftan
fyri, og í einstøkum rykk-
um fingu okkara so eisini
togað seg avgerandi pettið
frá mótstøðuni. Og so
skerst ikki burtur, at ein
stórur
munur
millum
Føroyar og Grønland eisini
var, at Rúni Weihe er í
okkara parti. Ikki minst
kom hetta greitt fram
seinastu løtuna av triðja
settinum. Tá avgerandi
bóltarnir skuldu vinnast,
hevaði Bárður yvir til
komandi liðfelagan, sum
eisini
var
ósvikaliga
tryggur hvørja ferð.
Tvey stig afturat kontini
komu til høldar, og so var
bara at kvika sær heim
undir brúsuna og í song,
soleiðis at menn kundu
vera so hvíldir sum gjørligt
undan næsta dystinum, sum
var á skránni týsmorgunin.
Og týskvøldið verður so
stóri dysturin í bólkinum.
Tá fara Føroyar og Áland at
takast í oddabrakinum. Ein
dystur, sum eisini ger av,
hvørt liðini skulu møta
Saaremaa ella Bermuda í
hálvfinaluni.
30
Nr. 131 - 13. juli 2005
West Mainland: Føroy-
sku
flogbóltsmenninir
høvdu skund, tá teir týs-
morgunin spældu móti
Orkney.
Orsøkin var einamest, at
teir um kvøldið skuldu
spæla avgerandi dystin í
bólkinum ímóti Álandi, og
tí ráddi um at spara sum
mest av krúti til ta upp-
gerðina.
Og hetta eydnaðist til
fulnar, má sigas. 47 min-
uttir var alt, sum okkara
menn nýttu til uppgávuna,
og tá hevði Orkney so
bara vunnið 22 bóltar.
Og so er at vóna, at
hetta var júst tann byrjanin
upp á dagin, sum okkara
høvdu tørv á. Í øllum før-
um er støðan í so máta
meinlík hjá Álandi, sum
eisini hevði dyst á skránni
týsmorgunin. Tá vunnu
teir upp á 49 minuttir 3-0
á Hetlandi, og so verður
spennandi at síggja, hvat
av teimum báðum odda-
liðunum rakar dagsformin
týskvøldið.
-jm
Føroyar-Orkney 3-0 (25-9, 25-5, 25-8):
Skjótt prosess
Skjót
avgreiðsla
Lerwick: Hóast spælið í
dystinum móti Grønlandi
í løtum ikki var av tí allar-
besta, sum tað føroyska
manslandsliðið
hevur
sýnt, so tóktist føroyski
hevarin,
Bárður
B.
Mikkelsen,
sera
væl
nøgdur um úrslitið.
- Tað, sum hevði størsta
týdningin, var sjálvandi,
at stigini vórðu fingin til
høldar. Og hartil var tað
eisini gott, at vit kláraðu
tað í trimum settum. Vit
høvdu jú ein dyst frá í
morgun í beinunum, og
sjálvt um hesin ikki var
serliga strævin, so ger tað
dagin sera langan og
tungan.
- Hartil varð hesin
dysturin tann seinasti á
kvøldinum yvirhøvur, og
longu tíðliga í morgin
skulu vit aftur spæla. So
tað er týdningarmikið, at
vit sleppa í song sum
skjótast. Vit mugu jú vera
so væl fyri, sum tað á
nakran hátt ber til, tá vit í
morgin skulu spæla móti
Álandi.
Men
hóast
tit
eru
nøgdir, so sá tað í løtum
út til, at frustratiónir vóru
at hóma í spælinum. Er
tað bara ein náttúrlig
avleiðing av, at alt ikki
gongur heilt eftir vild, tá
møðin eisini fer at gera
um seg.
- Tað er tað kanska.
Men trupulleikin var eis-
ini, at vit ikki hoyrdu
hvønn annan. Vit tosaðu
nakað um hetta, og tá vit
ístaðin fóru at hyggja
meira uppá hvønn annan,
gekk tað betri.
Men er ein larmandi
høll ikki júst tað, sum
helst vil hava í slíkum
dystum.
- Sjálvandi. Men tað er
so eisini nakað, sum tú
skalt venja teg við. Tað
verður neyvan friðarligt í
morgin, tá vit skulu spæla
móti Álandi, so vit kunnu
nokk akkurát tað sama
læra tað nú, helt Bárður at
enda.
-jm
Føroyar-Bermuda 3-0 (25-
10, 25-21, 25-19):
Avslapping
hjá
kvinnunum
Lerwick:
Heldur ikki
mánadagin var talan um
nakra serliga trupla upp-
gávu hjá føroysku flog-
bóltskvinnunum.
Dysturin hesa ferð var
móti Bermuda, og tað tók
ikki meira enn fimm
korter,
áðrenn
hesar
vórðu ruddaðar av veg-
num.
Serliga í fyrsta settinum
settu føroysku kvinnurnar
dagsskránna, og tó at
talan ikki gjørdist um
somu einvegis uppvísing
eftir hetta, so komst tað
einamest av, at okkara
tóku sær meira av løttum.
Hóast tað soleiðis hevur
verið talan um lættar upp-
gávur fyrstu dystirnar, so
er einki at ivast í, at hesar
eisini koma væl við. Ikki
minst hava nýggju kreft-
irnar tørv á at fáa nakrar
dystir og nakað av sjálvs-
álitið við í viðføri til
truplu uppgávurnar, sum
heilt víst fara at koma.
-jm
Føroyar-Hetland 3-0 (25-8,
25-11, 25-15):
Á byrjunar-
støði
Lerwick: Tað eru ikki
meira enn 12 mánaðir
síðani, at flogbóltur mill-
um menn gjørdist aktuell-
ur her á Hetlandi. Hetta
var einamest, tí oyggj-
arnar fegnar vildu verða
partur av oyggjaleikunum
í hesari ítróttargreinini
eisini, men tað merkir
ikki,
at
hetlendingar
megna at gera nakað ser-
ligt við hini liðini.
Hjá føroysku monnun-
um varð dysturin helst
eisini einamest nýttur
sum eitt høvi at strekkja
sær beindini mánamorgu-
nin, og fingu okkara
sveittan fram, so mundi
hetta heldur vera av upp-
hitingini enn av dystinum.
-jm
Í longum løtum av dystinum riggaði føroyska spælið als ikki eftir vild, men tað eydnaðist kortini at basa Grønlandi við trimum
settum móti ongum
Føroyar-Grønland 3-0 (25-15, 25-21, 25-22):
Kom so við Álandi