Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2005 31 Christian Høgni gjørdi bart Landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen skeyt øll trý málini, tá ið NSÍ sunnudagin vann 3-1 á VB í Runavík sunnudagin FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin millum liðini bæði byrjaði rættuliga javnt, og ilt var at siga, hvønn veg tað fór at ganga. Kanska hevði NSÍ eina lítla yvirvág, men vágbingar lógu eisini framvið. Lík mál Tað sá eisini út til, at tað fór at standa á jøvnum í hálvleikinum, tí málleyst var, tá ið farið var undir 45. minuttin. Men so bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Ungi og evnaríki Bogi Løkin hevði bóltin nakað úti í vinstru síðu á miðvøllinum, og hann sendi bóltin hegnis- liga inn um verjuna hjá vágbingum, soleiðis at Christian Høgni Jacobsen, sum nú aftur var í álop- inum, gjørdist leysur, og landsliðsmaðurin sendi trygt framvið Bjarna í VB- málinum til 1-0. Hetta var ein vátur vøttur at fáa hjá vágbingum, men VB fall ikki í fátt, og teir svaraðu aftur beint eftir steðgin. Eitt VB-álop verður bygt upp, og altíð vandamikli Símun Samuelsen, ið hevði ein góðan dag sunnudagin, fer ígjøgnum í vinstra borði. Hann rekur eitt sind- ur inn móti málteiginum, áðrenn hann sendir bóltin innfyri, har Dan Djurhuus kemur stormandi við tveimum verjuleikarum í rygginum. Dan er fyrstur á bóltin, og Jens Martin er prísgivin. Nú gekk javnt á, men um miðjan seinna hálvleik av- gjørdu Christian Høgni Jacobsen og runavíkingar dystin. Fyrst var tað Brynjólvur Nielsen, ið spældi Christian Høgna leysan ígjøgnum, og so var 2-1. Ein minutt seinni var tað Páll Mohr Joensen, sum syrgdi fyri avgerandi avleveringini. Eins og í hinum báðum málunum hjá NSÍ var talan um eina avlevering inn um verjuna hjá VB, og fyri triðju ferð var Christian Høgni ósvika- liga tryggur, tá ið hann gjørdist einsamallur við Bjarna Johansen. Eftir hetta tóktist tað sum um, at runavíkingar høvdu fult tamarhald á støðuni, og í veruleikanum fór flogið av dystinum. Við tveimum málum upp á ein góðan minutt hevði NSÍ avgjørt dystin. Bæði liðini kunnu nú gleða seg til eina hart til- trongda summarfrí. Fyrst skal eitt umfar afturat í For- muladeildini spælast, og tá skal NSÍ á vitjan hjá ÍF í Fuglafirði, meðan vágbing- ar skulu spæla oyggjaupp- gerð móti TB á heimavølli. Leingi gekk rættuliga javnt á millum NSÍ og VB í Runavík sunnudagin, men um miðjan seinna hálvleik avgjørdi Christian Høgni Jacobsen við tveimum málum dystin til fyrimuns fyri NSÍ Mynd: Álvur Haraldsen 1-0 Rókur av Fløtum Jesp- ersen roynir seg við skot- roynd, sum málverjin hálv- bjargar, men í aðru atløgu fær Jákup á Borg sent í netið. 2-0 Tór-Ingar Akselsen stingur ein bólt inn um verjuna hjá ÍF til Hans á Lag, sum sendir framvið Tórði í ÍF-málinum. 3-0 Jákup á Borg leggur ein bólt inn fyri úr høgru síðu. Bólturin endar hjá Róki av Fløtum Jespersen, sum skorar til 3-0. 4-0 Rasmus Nolsøe skýtur eitt hornaspark úr vinstru síðu, og við handaru stong er Hans á Lag hægstur og stútar í kassan. 5-0 Jákup á Borg sendir eitt innlegg úr høgru síðu, og eitt sindur heppið fær Bárð- ur Mortansson við hælinum stýrt bóltinum í netið. 6-0 Jákup á Borg sendir eitt innlegg úr høgru, sum Heine Fernandez setir í netið til 6-0. 7-0 Janus M. Joensen sleppur aftur til baklinjuna í vinstru síðu og leggur inn- fyri, har Heine Fernandez skallar í netið. 8-0 Rasmus Nolsøe skýtur eitt hornaspark úr høgra borði. Dómarin er nakað seinur at bríksla fyri, at hornasparkið skal takast, og tað er ikki fyrr enn, at bólturin er á veg inn í ÍF- brotsteigin, at floytan ljóð- ar. At kalla allir spælararnir steðga upp, men Hallur Danielsen setir tó høvdið undir bóltin, sum fer í mál, og púra óvæntað góðkennir dómarin málið. Eitt klokkuklárt mistak, tí dómarin hevði bríkslað, eftir at hornasparkið varð tikið, og harvið hevði hann steðgað dystinum, men málið var viðurkent. 9-0 Enn einaferð er Jákup á Borg upp á spæl í høgru síðu, og tað endar við, at Bárður Mortansson kemur at standa væl fyri, og hann sendir bóltin í netið til endaliga úrslitið 9-0. Málini: NSÍ – VB 3-1 (1-0) 1-0 Christian Høgni Jacobsen 44. 1-1 Dan Djurhuus 50. 2-1 Christian Høgni Jacobsen 65. 3-1 Christian Høgni Jacobsen 66. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Jónstein Petersen – Páll Mohr Joensen, Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin (Ikechukwu Onyema 46.), Andy Olsen – Dánial Hansen (Kári Hansen 81.), Christian H. Jacobsen (Hjalmar Dalbúð 81.). VB. Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Súni úr Hørg, Jákup Olsen – Dan Djurhuus, Poul N. Poulsen (Hallur Joensen 72.), Edvard Blé (Jón K. Poulsen 77.), Milan Kulic, Símun Samuelsen – Nenad Zivanovic. Gult kort: Ikecukwu Onyema – Poul N. Poulsen, Mortan úr Hørg, Símun Samuelsen, Súni úr Hørg. Dómari: Lassin Isaksen FAKTA HB-ÍF 9-0(4-0) 1-0 Jákup á Borg 2-0 Hans á Lag 3-0 Rókur av Fløtum Jespersen 4-0 Hans á Lag 5-0 Bárður Mortansson 6-0 Heine Fernandez 7-0 Heine Fernandez 8-0 Hallur Danielsen 9-0 Bárður Mortansson HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Rasmus Nolsøe, Johannes Joensen, Janus M. Joensen - Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe(Vagnur Mohr Mortensen 78.),Tór-Ingar Akselsen - Rókur av Fløtum Jespersen(Bárður Mortansson 59.), Hans á Lag(Heine Fernandez 59.) ÍF: Tórður Thomsen - Sverri Ellingsgaard(Tórur Egholm 64.), Áki Petersen, Eyðálvur Petersen, Fritleif í Lambanum - Hanus Eliasen, Høgni Zachariassen, Eyðun Ryggshamar(D. P. Højgaard 81.), Magni á Lakjuni - Sylla Ahmed, Gunnar Nielsen(Atli Petersen 60.) Gult kort: Johannes Joensen - Eyðun Ryggshamar, Fritleif í Lambanum Dómari: Jens Petur Brattalíð FAKTA Eitt skert ÍF-lið bleiv runnið um koll í Gundadali sunnu- dagin, og 9-0 sigurin hjá HB var ikki eitt mál ov nógv. Í veru- leikanum kundi sig- urin saktans verið tvey-siffraður FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var væntandi, at HB fór at renna ÍF um koll í Gundadali sunnudagin, av tí at fuglfirðingar mangl- aðu fleiri av sínum stuð- ulsleikarum. Men at sig- urin skuldi gerast so stór- ur, sum hann gjørdist, var kanska eitt sindur óvænt- að. ÍF skramblaði so líðandi Fyrstu løtuna av dystinum fylgdi ÍF við heimaliðn- um, men tað var týðuligt, at gestirnir høvdu eina nýggja miðverju, sum ikki var samanspæld, tí hvørjaferð at HB legði trýst á, hevði verjan hjá ÍF ilt við at finna plássini hjá sær, og hetta gav leikar- unum hjá heimaliðnum stórt rásarúm. Tað gingu heldur ikki meiri enn 13 minuttir, áðrenn Jákup á Borg legði HB á odda. ÍF hevði ein stóran møguleika at javna, tá ið Hanus Eliasen kom at standa leysur heilt inni undir málinum hjá HB, men Bárður Johanne- sen bjargaði væl, og so var tann vandin burtur. Lítla løtu seinnu gjørdi Hans á Lag tað til 2-0, og skriftin á vegginum gjørd- ist alsamt týðuligari. Heimaliðið trýsti óført á málið hjá Tórði Thom- sen, og tað var bara ein spurningur um tíð, nær heimaliðið fór at økja. Tað gjørdu teir tvær ferðir stutt undan steðginum, soleiðis at hálvleiks-støð- an var 4-0 til HB. Gestirnir úr Fuglafirði skramblaðu so líðandi, og hóast ÍF helt tørn fyrsta korterið eftir steðgin, so skrædnaði fullkomiliga hjá fuglfirðingum, tá ið HB framdi eina dupultút- skifting. Bárður Mortans- son og Heine Fernandez komu á vøllin, og teir fingu tvey mál í part tann hálva tíman, ið teir vóru á vøllinum. Hóast talan gjørdist um ein knúsandi 9-0 sigur til HB, ið saktans kundi verið størri, so var tað ikki nakað sannførandi HB-av- rik, ið gevur bjartar vónir undan Champions League dystinum móti Kaunas mikukvøldið. Hinvegin er tað trupult at borðreiða við sjampanjufótbólti, tá ið man spælir móti einum so vánaligum liði, sum tað ÍF-liðið ið var í Gundadali sunnudagin. Spæl upp á eitt mál