Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 13. juli 2005 31 Vindurin órógvaði, og á mannfólkasíðuni verður talan helst ikki um heiðursmerki í FITA-umførunum. Men Sigrid Vang hevur skotið væl, og liðið liggur enn til silvur BOGASKJÓTING Jákup/Jens Kristian Lerwick: - Gloym Guern- sey og gloym heiðursmerk- ini hjá okkum. Vit skulu halda fast um silvurmerkini. Boðini frá Schandorff Vang eru ikki at misskilja, tá aðrir av føroyska liðnum royna at fregnast um, hvørt hann hevur flutt seg nærri heiðursmerkjunum týs- morgunin. Nógvi vindurin órógvaði sjálvandi eisini compound- skjúttarnar, og tí vóru ein- støk óvæntað úrslit at síggja á talvuni eftir fyrsta dagin. Ikki minst tann sannroynd, at Schandorff sjálvur og ævigi kappingar- neytin, Billie Finnie, av Hetlandi vóru væl uttan fyri heiðursmerkjarøðina eftir fyrsta dagin. Á mannfólkasíðuni var besta føroyska kortið eftir fyrsta dagin Jógvan Nicla- sen, sum var á sætta plássin- um, meðan tað gekk nakað væl betri hjá Sigrid Vang á kvinnusíðuni. Sigrid var her nummar trý, og tí er tað fyrst og fremst her og í liðkappingini, at heiðurs- merkjavónirnar liggja. Trygt silvur til liðið Hjá liðnum tykist Guernsey annars at hava tikið seg sera nógv fram seinastu tvey árini. Soleiðis høvdu teir á mannfólkasíðuni tríggjar skjúttar millum seks teir bestu, og tað hevur givið eitt hampuliga trygt fyrsta pláss. Skulu teir hóttast, so eru føroyingarnir tó næstir, men við inum muni upp á 40 stig undan skjótingini á teimum styttru teinunum, tykist hetta vera ein sera møtumikil uppgáva. Niður- eftgir vóru 25 stig til Jersey á triðja plássinum. Við einum framúr góðum avriki frá Anniku Vang, var føroyska recurve- liðið á odda týsmorgunin, eins og Annika sjálv var næst fremst í sera javna oddastríðnum BOGASKJÓTING Jákup/Jens Kristian Lerwick: Vindurin var av tí heilt keðiliga, tá boga- skjúttarnir mána- og týs- dagin skutu FITA-rundur- nar fyri lið og einstaklingar. Soleiðis hálvgum aftan ífrá kom skiftandi lotið oman yvir skjúttarnar, og sum onkur tók til, so var tað trupult at skjóta, tá tú alla tíðina skalt medda eftir skivuni, sum stendur við síðuna av tínari egnu. Intens liðkapping Men tað er ikki verri enn so, enn at treytirnar eru tær somu hjá øllum luttakarun- um, og vindur er sum so heldur ikki nakað ókent fyribrigdi hjá føroyskum skjúttum. Tað tykist tó ikki, sum verður talan um somu heiðursmerkjasavnan, sum tað so oftani áður hevur verið talan um, men nakað av metalli er tó í væntu. Undan evstamarki okkara var størsti spenningurin í recurve, har Annika Vang eftir mánadagin hevði lagt seg heilt fram í oddin. Bara eitt stig skilti Anniku frá fremsta skjúttanum, og so skuldi ikki tað heilt stóra til í týsdagsumfarinum á stytt- ru teinunum, um Anniak skuldi røkka heilt upp. Og tað merktist eisini væl hjá liðnum, sum annars verður mett sum eitt hitt sterkasta recurve-liðið, sum Føroyar hava havt. Rógvi Mohr og Absalon Hansen vóru eftir mána- dagin á ávíkavst fimta og áttanda plássinum, og samanlagt flutti hetta Føroyar fram á oddasessin. Men heldur ikki meira enn akkurát. Her høvdu Føroyar 1231 stig. Orkney hevði 1227 og Hetland hevði 1222 stig. So tað skal ikki nógv ganga galið, áðrenn plaseringar verða mistar. Hinvegin kunnu vit sjálvandi eisini vóna, at hini londini kiksa onkran pílin, og so sær brádliga heilt gott út. Heiðursmerki eftir mánadagin gull silvur bronsa 1 Isle of Man 12 6 7 2 Jersey 9 7 7 3 Guernsey 7 6 9 4 Cayman Islands 3 3 0 5 Bermuda 2 5 1 6 Hetland 2 4 4 7 Føroyar 2 4 3 8 Gotland 2 0 2 9 Gibraltar 2 0 1 10 Isle of Wight 1 4 5 Borðtennis, lið Bólkur B v t +/- d v - t dystir dystir sett stig 1 Guernsey 5 5 - 0 27 8 19 10 2 Føroyar 5 3 - 2 22 13 9 6 3 Jersey 5 3 - 2 16 19 -3 6 4 Grønland 5 3 - 2 23 12 11 6 5 Áland 5 1 - 4 7 28 -21 2 6 Orkney 5 0 - 5 10 25 -15 0 Badminton, lið Undanbólkur A v t d v - t dystir dystir +/- stig 1 Jersey 2 2 - 0 9 1 8 2 2 Føroyar 2 1 - 1 6 4 2 1 3 Gibraltar 2 0 - 2 0 10 -10 0 Flogbóltur, kvinnur Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Føroyar 2 2 - 0 6 0 6 4 2 Áland 2 2 - 0 6 1 5 4 3 Bermuda 2 0 - 2 1 6 -5 2 4 Orkney 2 0 - 2 0 6 -6 2 Flogbóltur, menn Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Áland 4 4 - 0 12 0 12 8 2 Føroyar 4 4 - 0 12 1 11 8 3 Gotland 4 2 - 2 7 6 1 6 4 Grønland 4 2 - 2 6 7 -1 6 5 Hetland 4 0 - 4 0 12 -12 4 6 Orkney 4 0 - 4 0 12 -12 4 Fótbóltur, kvinnur d v - j - t v/mál t/mál +/- stig 1 Bermuda 2 2 - 0 - 0 13 0 13 6 2 Føroyar 2 2 - 0 - 0 9 1 8 6 3 Áland 2 1 - 0 - 1 7 3 4 3 4 Isle of Man 2 1 - 0 - 1 4 6 -2 3 5 Hetland 2 0 - 0 - 2 0 9 -9 0 6 Guernsey 2 0 - 0 - 2 0 14 -14 0 OYL-STØÐUR Í stórum Robin Hood stíli hevur Annika Vang skotið føroyska recurve liðið á gullkós. Og sjálv var Annika týsmorgunin í hørðum stríði um gullmerkið fyri kvinnur Annnika skjýtur eftir gullinum Liðið er tað týdningarmesta Gull til liðini Tað eydnaðist ikki at fáa endaligu úrslitini í bogaskjóting staðfest, áðrenn blaðið fór til prentingar, men undan seinastu 24 pílunum lógu bæði recurve og compound liðini til gull. Recurve-liðið var tá heili 45 stig framman fyri Orkney á næstfremsta plássinum, meðan compound-liðið, sum var væl aftan fyri Guernsey, var tá 36 stig framman fyri Guernsey. Hjá kvinnunum lá Sigrid Vang trygt á einum triðjaplássi í compound, og hjá monnunum var Jógvan Niclasen í harðari kapping um silvurmerkið í compound. Í recurve-kappingini var talan helst ikki um heiðursmerki til einstaklingar, men bæði Rógvi Mohr og Annika Vang vóru á fjórðaplássinum. jm