Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 130 - 12. juli 2005 EB/Streymur og GÍ býttu stigini, tá ið liðini hittust á Mølini á Eiði leygardagin, sum samstundis var seinasti landskapp- ingardysturin hjá Súna Olsen fyri GÍ fyribils FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin á Eiði var ikki serliga væl spældur. Lítið hugflog var at síggja, og tað var sjáldan, at liðini bæði megnaðu at spæla seg til nakrar málmøguleikar. Liðskiparin hjá GÍ, Súni Olsen, skrivaði mánadagin undir sáttmála við danska superligafelagið AaB, og tí var dysturin á Eiði seinasti landskappingardysturin hjá Súna fyri GÍ fyribils. Súni við í báðum málunum Tað var kanska eitt sindur undrunarvert, at EB/Streymur legði út við eini rættuliga verjukendari uppstilling. Fimm mans vóru á miðvøllinum hjá heimaliðnum, meðan Sonni L. Petersen var einsamallur heilt frammi í álopinum. Tað hevði verið eitt sindur betur skiljandi, um mót- støðuliðið var eitt av teim- um trimum oddaliðunum, men talan var altso um eitt av liðunum í niðara enda. Ein tann besta møguleik- an í fyrra hálvleiki fekk GÍ, tá ið teir høvdu eitt fríspark úr eini 30 metra fjarstøðu, ið Súni Olsen sum vant tók sær av. Landsliðsmaðurin langaði til, men René Tór- garð í EB/Streyma-málin- um fekk akkurát beint bólt- inum upp um tvørstongina, og so var tann vandin av. Undan dystinum var eitt sindur ivasamt, um Sorin Anghel hjá EB/Streymi fór at verða tøkur, men rumen- in var við frá fyrsta bríksli. Tað vísti seg tó, at Sorin ikki var heilt klárur, og hann noyddist av vøllinum, tá ið einans ein hálvur tími var leiktur, og Teitur Joen- sen kom á vøllin fyri hann. Hesin sami Teitur Joensen hevði eisini ein sentralan leiklut, tá ið heimaliðið legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Súni Olsen missir bóltin á mið- vøllinum, og Teitur Joensen strýkur avstað. Kviki koll- firðingurin stingur bóltin inn um verjuna hjá GÍ til Sonna L. Petersen, og topp- skjúttin í fremstu deildini í fjør er eirindaleysur og langar bóltin framvið Marcin Dawid í GÍ-málin- um. Gøtumenn royndu at trýsta fyri at koma upp á javnt aftur, men tað var ikki fyrr enn heilt móti dystar- enda, at tað endiliga bragd- aði hjá GÍ. Enn einaferð var tað Súni Olsen, ið skeyt eitt fríspark nakað uttan fyri brotsteigin hjá EB/Streymi. Skotið rakti ein verjuleik- ara hjá EB/Streymi, og bólturin datt fyri føturnar hjá Sámali Joensen, sum ongar trupulleikar hevði av at senda bóltin í netið til 1- 1, sum eisini gjørdist enda- liga úrslitið. Dysturin leygardagin var enn eitt dømi um, at EB/Streymur hevur ilt við at halda tørn allar 90 minuttirnar. Teir hava fleiri ferðir í ár verið á odda til heilt móti dystarenda, men hava síðani mist á stokkin- um. Hjá GÍ verður tað spenn- andi at síggja, hvussu liðið fer at standa seg uttan Súna Olsen, sum, uttan at taka nakað frá hinum, er drív- megin á GÍ-liðnum. GÍ javnaði í evstu løtu Sámal Joensen javnaði fyri GÍ í evstu løtu. Her dystast Sámal við verjuleikaran Fróða Clementsen hjá EB/Streymi Mynd: Álvur Haraldsen EB/Streymur-GÍ 1-1(0-0) 1-0 Sonni L. Petersen 57. 1-1 Sámal Joensen 89. EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Andrzej Pazek, Fróði Clementsen, Jóhann á Stongum – Bárður Olsen, Knút Vesturtún (Brian Olsen 80.), Egil á Bø, Jákup Martin Joensen – Sonni L. Petersen, Sorin Anghel (Teitur Joensen 27.). GÍ: Marcin Dawid – Jónreid Dalheim, Atli Gregersen, Robert Rzeczycki, Pól Henning Jacobsen – Símun Louis Jacobsen (Krzysztof Popczynski 71.), Magni Jarnskor (Áslakkur R. Petersen 65.), Sam Jacobsen (Kaj Ennigarð 80.), Hanus Jacobsen, Súni Olsen – Sámal Joensen. Gult kort: Fróði Clementsen, Andrzej Pazek - Atli Gregersen, Pól Henning Jacobsen. Dómari: Páll Augustinussen FAKTA Kappróðurin við í morgin Stór frásøgn frá kapp- róðrinum á Fjarða- stevnu verður í blaðn- um í morgin. Nú er greitt, at tað verður Birgir Sondum, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið á ólavsøku. Birgir hevur áður roynt seg sum dómara í steypafinaluni, og tað var í 2002, tá ið NSÍ vann 2-1 á HB. tn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Skála 16 9 - 5 - 2 34 17 17 32 2 B36 16 9 - 5 - 2 22 7 15 32 3 HB 16 10 - 2 - 4 46 18 28 32 4 NSÍ 16 6 - 6 - 4 25 21 4 24 5 EB/Streymur 16 5 - 7 - 4 17 23 -6 22 6 ÍF 16 4 - 4 - 8 19 40 -21 16 7 GÍ 15 4 - 3 - 8 19 25 -6 15 8 VB 16 4 - 3 - 9 18 29 -11 15 9 KÍ 16 4 - 2 - 10 21 31 -10 14 10 TB 15 3 - 5 - 7 13 23 -10 14 Máltindurin Súni Olsen GÍ 9 Allan Mørkøre B36 8 Hans á Lag HB 8 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 8 Bogi Gregersen Skála 8 Rúni Nolsøe HB 7 Tór-Ingar Akselsen HB 7 Heðin á Lakjuni KÍ 7 Jónhard Frederiksberg Skála 7 Dan Djurhuus VB 7 Hans Pauli Samuelsen EB/S 6 Hanus Thorleifsson Skála 6 Rasmus Nolsøe HB 5 Óli Johannesen TB 5 Símun Louis Jacobsen GÍ 4 Heine Fernandez HB 4 Jákup á Borg HB 4 Rókur F. Jespersen HB 4 Atli Danielsen KÍ 4 Andy Olsen NSÍ 4 Helgi L. Petersen NSÍ 4 Milan Kulic VB 4 Besti málskjúttin í fyrstu deild fær eftir kappingarárið handað gylta skógvin frá Adidas Birgir skal døma finaluna Lesið Sosialin