týsdagur 12. juli 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 131 - 13. juli 2005
Í kvøld skulu føroya-
meistararnir úr HB
spæla fyrra dystin
móti litaviska
meistaraliðnum
Kaunas í undankapp-
ingini til Champions
League. Dysturin
kann hava sera stóran
týdning fyri Havnar
Bóltfelag, og tí er
serliga nógv gjørt
burtur úr fyrireiking-
unum.
CHAMPIONS LEAGUE
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Um so er, at HB hevði
megnað at bast litavisku
meistarunum, so stendur
allarhelst enska stórfelagið
Liverpool, ið vann Champ-
ions League farna kapping-
arár, og bíðar fyri framman.
Enska liðið skal spæla móti
walisiska TNS í sínum
undanumfari, og tað verður
mett sum ein ógvuliga løtt
uppgáva hjá Liverpool
Í HB eru tey fullvæl
greið yvir, at tað verður
ógvuliga trupult at røkka
næsta umfarinum, men um
tað skuldi hent seg, so
hevði ein uppgerð móti
Liverpool havt við sær eina
eyka inntøku upp á slakar
10 milliónir krónur fyri
havnarfelagið, verður mett.
Allir mans klárir
Í eini roynd at verða so væl
fyri sum møguligt, hevur
HB keypt allar sínar leikar-
ar leysar frá arbeiði mána-
dag, týsdag og mikudag í
hesi vikuni, og seinnapartin
í gjár savnaðist hópurin á
Hotel Hafnia, har teir hava
gist í nátt og verið saman til
dystin í kvøld.
Tá ið vit í gjár hittu leik-
andi venjaran hjá HB,
Heina Fernandez, kundi
hann fegnast um, at allir
mans eru tøkir til dystin
móti Kaunas.
- Vit hava ongan skaddan
leikara í løtuni. Bárður
Mortansson hevur verið
skaddur, men hann fekk ein
hálvan tíma á vøllinum
sunnudagin, og ikki kann
sigast annað enn at hann
gjørdi tað gott, sigur Heine
Fernandez.
Í dystinum móti ÍF
sunnudagin kom Bárður á
vøllin saman við Heina
Fernandez, og teir báðir
fingu tvey mál í part tann
hálva tíman, ið teir vóru á
vøllinum. Spurdur um góða
avrikið hjá teimum báðum
fer at hava við sær, at onkur
útskifting verður framd í
álopinum í mun til byrjun-
aruppstillingina móti ÍF,
sigur Heine Fernandez:
- Tað dugi eg ikki at siga
enn. Vit hava eina venjing
afturat undan dystinum, og
hon verður avgerandi fyri,
hvørjir
fara
at
teljast
millum teir fyrstu ellivu,
sigur HB-venjarin.
Danskur styrkur
komin
Við í hópinum hjá HB
verða eisini tveir nýggir
leikarar, nevnliga teir báðir
danirnir, Jan Larsen og
Martin Nielsen, sum komu
til landið mánadagin.
Eftir ætlan skuldu teir
báðir koma sunnudagin,
men floglíkindini í Vágum
forðaðu fyri hesum, og
ístaðin fingu teir høvi at
uppliva bæði Ísland og
Noreg, áðrenn teir kundu
stíga á føroyska jørð.
Tá ið HB hevur fingið
hesar báðar donsku leikar-
arnar til dystirnar móti
Kaunas, tykist tað sjálv-
sagt, at teir báðir verða við
í byrjunaruppstillingini hjá
føroyameistarunum
í
kvøld. Heine Fernandez vil
tó einki siga, um so er, ella
um hvørjir leikarar verða
noyddir
at
víkja
fyri
teimum báðum dønunum.
Skulu halda
konsentratiónina
Hjálparvenjarin hjá HB,
Albert Ellefsen, var herfyri
í Litava og hugdi at einum
dysti hjá Kaunas, og hann
hevur síðani greitt Heina
Fernandez frá tí, ið hann sá
har yviri.
- Vit vita, at talan er um
eitt lið, sum er rættuliga
væl fyri kropsliga, og sum
kann spæla skjótan fótbólt.
Albert legði eisini til
merkis onkran einstakan
spælara, ið tykist hava ein
rættuliga avgerandi leiklut
á liðnum, sigur Heine
Fernandez.
Leikandi venjarin hjá
føroyameistarunum heldur
tað verða ógvuliga umráð-
andi, at liðið heldur kon-
sentratiónina allan dystin, tí
gert tú eitt mistak, kanst tú
rokna við, at tað verður
revsað beinanvegin.
- Vit noyðast at ansa eftir,
at vit ikki gera mistøk, og
tað er serliga í uppspælin-
um, at tað er umráðandi.
Missa vit bóltin í uppspæl-
inum, er vandi fyri, at teir
revsa okkum, áðrenn vit
eru komnir upp á pláss í
verjupartinum. Somuleiðis
ræður um, at vit eru
ógvuliga konsentreraðir í
deyðbóltsstøðum,
sigur
Heine Fernandez.
Harðari enn vanligt
HB-venjarin sigur, at leik-
ararnir skulu verða greiðir
yvir, at teir í kvøld skulu á
vøllin og spæla ein altjóða
dyst, og at stórur munur er
á hesum dystinum og ein-
um dysti í heimligu kapp-
ingini.
- Í altjóða fótbólti er tað
tann sterkasti, sum vinnur.
Dómararnir loyva nógv
meiri, og tí skulu vit ikki
verða bangnir fyri at geva
aftur av somu skuffu í
nærdystunum. Teir
eru
ógvuliga væl fyri kropsliga,
og tað verður ógvuliga
trupult hjá okkum at standa
mát við teir á tí økinum. Í
Føroyum
verður
nógv
minni loyvt, og tað verður
floytað fyri næstan hvønn
einasta nærdyst, heldur
Heine Fernandez.
Hava hitt Kaunas áður
Fyri tveimum árum síðani
hitti HB eisini Kaunas í
Champions League undan-
umfarinum, og tá vann lita-
viska liðið 1-0 í Føroyum
og 4-1 í Litava, men mun-
urin á liðunum báðum var
ikki so stórur, sum tað á
pappírinum kundi sæð út
til.
Í HB vóna tey, at tað í ár
skal gerast eitt munandi
betur úrslit, og dreymurin
er sjálvsagt, at litaviska
meistaraliðið skal koppast,
soleiðis at Liverpool og
milliónirnar gerast veru-
leiki.
Dysturin millum HB og
Kaunas verður á Tórsvølli í
kvøld klokkan 19.00
Badminton
og fimleik-
ur rúka út
av Oyggja-
leikum
Endaliga avgerðin
um, hvørjar
ítróttargreinar
verða við á næstu
Oyggjaleikunum er
tikin. Judo sleppir
inn í hitan aftur,
men fimleikur og
badminton rúka út
OYGGJALEIKIR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lerwick: Fyrireikarar-
nir á Rhodos hava nú
gjørt endaliga av, hvørj-
ar ítróttargreinar vera
við á Oyggjaleikunum
har í 2007.
14
ítróttargreinar
verða við, og meðan
greinar sum judo, triath-
lon og tennis koma inn
aftur í hitan, verða bad-
minton og fimleikur
koyrd út í kuldan.
Valið av ítróttargrein-
um hongur saman við,
hvørjar fasilitetir vertir-
nir hava at bjóða, og
Rhodos heldur seg ikki
kunna skipa fyri eitt nú
kappingum í badminton
og fimleiki.
Badminton hevur altíð
verið við til Oyggjaleik-
ir, meðan fimleikur ikki
hevur verið við hvørja-
ferð.
Oyggjaleikirnir
á
Rhodos verða í døgun-
um frá 30. juni til 7. juli
í 2007.
Teir báðir donsku spælararnir, ið HB hevur leigað til dystirnar móti Kaunas, komu til landið mánakvøldið. Her eru teir avmyndaðir saman við stjóranum í
Havnar Fótbóltur, Steinfinni Mittelstein. Tað er Jan Larsen vinstrumegin og Martin Nielsen høgrumegin.
Mynd: www.hb.fo
Nú skal slagið standa
Føroyska róðrarkvinnan
Katrin Olsen gjørdist sam-
an við bátafeløgunum um-
borð á danska dupult-
scullaranum nummar tvey
í altjóða kapping í Luzern
um vikuskiftið.
Katrin og bátafelagarnir
vunnu sítt innleiðandi um-
far leygardagin, men í fin-
aluni vóru teir akkurát ov
stuttar og noyddust at lúta
fyri Kina, sum gjørdist ein-
ans 0,29 sekund framman
fyri danska bátin.
Katrin Olsen sigur á
heimasíðuni hjá Havnar
R ò ð r a r f e l a g ,
www.drekin.fo, at tær vóru
nokk so skuffaður eftir
róðurin, men tó ikki heilt
ónøgdar við silvurið.
Nú eru tær úttiknar til at
HM í Japan, og tað verður
so arbeitt fram ímóti nú.
Annars kemur manningin
á vitjan í Føroyum um
ólavsøkuna, so at tær
sleppa at uppliva føroysk-
an kappróður.
tn
Katrin gjørdist nummar
tvey í Sveits