Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vanja Just- inussen er Føroya størsti Europe fjepp- ari, tí hevði Sosialurin borið so í bandi, at Vanja slapp at hitta hetjur- nar, sum hon hevur fjeppast uppí, síðan hon var trett- an. Vanja og vit bíðaðu sera leingi, áðrenn vit sluppu inn til svensku rokk- ararnar. Men aftan á segði ein nøgd Vanja, at tað var vert at bíða eftir G! Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá vit hittu Vanju uttan fyri backstage húsini, var hon snollað til, sminkað, nýklipt og ílatin troyggju stima og brosju til føroysk klæði innanfyri ein kovboyjakka og í svørtum buksum. Tað siðbundna og tað nýggja, sera stílfult og kekkað. Men sam- stundis eitt sindur kalt. Bíðaðu og bíðaðu Avtalan var greið: Vit skuldu hitta Europe áðrenn konsertina, so- leiðis umleið ein tíma, áðrenn teir skuldu á pallin. Vit komu í góðari tíð, hálvan annan tíma áðrenn teir skuldu á pallin. Vit søgdu frá, at vit vóru komin og bíðaðu. Fleiri ferð mintu vit á fundin. Eitt korter áðrenn bólkurin skuldi á pallin, fingu vit boð- ini, avtalan varð út- sett til aftan á kon- sertina. Vit skuldu koma beint eftir, at Europe vóru farnir av pallinum. Tá høvdu vit bíða í yvir ein tíma, og serliga Vanja var sera køld. Eftir konsertina, fóru vit aftur til Backstage húsini. Vit fingu at vita, at vit máttu bíða fimm minut- tir, meðan teir komu niður á jørðina eftir framførsluna. Tá eitt korter var farið, komu nýggj boð, nú ótu teir eina máltíð, so tað tók nokk einar tíggju minuttir afturat. Tá vit høvdu bíðað enn ein hálvan tíma, sloppu vit innar. Tað var deiligt endiliga at sleppa inn í hitan. Umboðsmaðurin, sum hevði gjørt avtaluna við okkum og, sum hevði útsett avtaluna so ofta, tók ímóti. Hann var segði, at Vanja kundi hitta ein ella tríggjar limir, tað var ikki møguligt at hitta teir allar. Vanja segði, at hon vildi fegin hitta so nógvar sum møguligt, men serliga Joey Tempest. Hava hitt konufólk áður Ian Haugland, Joey Tempest og xx komu inn í tronga køkin í backstage húsinum. Vanja tosaði flótandi svenskt og virkaði ótrúliga rólig og væl fyrireikað. Hon spurdi hvat teir hildu um, at ein genta soleiðis vildi hitta teir. Teir flentu og søgdu, at tað ikki var so óvanligt. Mina klasskompisar Vanja greiddi frá, um hvussu hon hevði fjeppast, og um at hon fyrr plagdi at brúka allan sín pening til bløð við myndum av Europe. Men at onkur hevði smitað bókina burtur, tá hon var farin á eftirskúla. Teir spurdu hvør fann uppá slíkt, at smitað myndir av teimum burt. Hon vísti teimum eis- ini sína "Mina klass- kompisar" bók, har hon hevði skrivað eina síðu um hvønn av teim- um. Teir lósu áhugaðir bókina, og hildu tað verða ordiliga stutt- ligt. Teir tóktust ordiliga áhugaðir og vinarligir. Tá Vanja gav teimum gávur, sum hon hevði keypt teim- um, tyktust teir veru- liga glaðir og takk- samir. Serliga Ian Haugland helt gávuna vera kul, og fór beint til sonin at vísa honum trýdimension- ella fiskin innið í einum glasterningi. Tey prátaðu um leyst og fast. Teir spurdu, hvat henni dámdi nýggju fløguna og um, hvønn sang henni dámdi best. Teir fjasaðu eitt sindur og hugnaðu sær og virkaðu náttúr- ligir. Tá vit fóru út, prátaðu Vanja og Joey eitt sindur longur, og John Norum kom út at heilsa uppá hana. Fer aftur á konsert Sunnudagin prátaðu vit aftur við Vanju. Hon segði, at hon var so takksom fyri løtuna, at hon sunnumorgunin hevði sent eini boð til teir á heimasíðuni og takkað fyri, at teir høvdu givið sær tíð til at hitt hana, og at hon vónaði at sleppa at hitta teir aftur onkuntíð. Hon fortaldi, at hon umhugsaði at fara á konsert við Europe uttanlands,og hevði kannað teirra spæli- skrá fyri at finna útav, hvørja konsert hon skuldi til. Hon segði, at tað hevði verið vert at bíða eftir hesum, sjálvt um tað eina løtu var kalt. Teir vóru so niðri á jørðini, og tað var ordiliga stuttligt. Hon var tó eitt sindur kedd av, at hon hevði gloymt at tikið myndir, og at spurt helvtina av spurning- unum, sum hon skuldi spyrja teir. Hon segði, at hon hevði brúkt alla sína orku uppá at halda seg ró- liga, og tí glapp ymiskt burtur ímillum. Nr. 136 - 20. juli 2005 5 Ta› var vert at bí›a eftir e›urbúffar