Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 136 - 20. juli 2005 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eldru gøtukonurnar undir liðini á mær, flentu sum smágentir at nøkrum av teimum fúlaru tekstunum hjá Páll Finnur Páll. Men størsti parturin av áhoyrarunum livdu bara við í tónleikinum, og fingu eina góða konsertuppliving. Páll Finnur Páll eiga í "Forelskaður sjón- leikari" mest spælda lag seinastu tvey árini, og fyrra fløgan hjá bólkinum hevur selt væl. Harumframt er bólkurin tiltikin fyri stórslignar og góðar konsertir. Men hóast hetta varð bólkurin aftur í ár settur at spæla á lítla pallinum á Spælipláss- inum á G!, hetta var eitt mistak í fjør, og tað var tað aftur í ár. Hetta er ein av teimum bólkunum, sum klárar at bera eina kvøld- framførslu á stóra pallinum. Konsertin var frálík, fólk livdi við, og bólkurin hevði áhoyr- arafjøldina í sínum lógva. Løgini hjá teimum eru so áhoyr- aravinarlig, at sjálvt við tekstum, sum fáa sjálvt tey harðastu at kenna seg illa við, gongur tað. Páll Finn- ur Páll løgdu G! fyri sínar føtur annað árið á rað. Nýggju løgini ljóðaðu heilt øðiliga spenn- andi, og vit kunnu bert gleða okkum til, at fløgan kemur. G! Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fitti Teitur er ikki long- ur líka fittur, aftaná at punkararnir úr 200 fóru á pallin, og punkaðu tey bæði seinastu løgini hjá Teituri fríggjakvøldið. Men hóast Teitur ongantíð aftur verður líka fittur í eygunum á teimum nógvu áhoyrarunum, sum høvdu leitað sær oman á sandin, so var hetta ein fantas- tisk tónleikauppliving. Tvey av størstu føroysku tónleikanøvnunum á palli saman. Ljóðmyndin, sum varð skapt í løgunum "Last kid on the playground" og "Hitchhiker" var í besta lagi ógvuslig og í ring- asta lagi devulsk. Fólk vistu ikki, um tey skuldu hoppa ella bara standa gapa í sjokk.Við tveimum trummuleikarum og tveimum el-gittarum buldraðu og brakaðu teir 200 ferð so hart, sum Teitur plagar. Fyrsta stóra navn Teitur var fyrsta ordiliga stóra navnið á pallin á G!, og heilt fitt av fólki var á konsertini, sum var ein ferð gjøgnum nýtt og gott gamalt hjá einum av frægastu føroysku laga- smiðunum. Teitur er skjótt til reiðar at fara í upp- tøkuhølið aftur, og hetta merkti framførsluna, fleiri nýggj løg vóru á skránni, og tey vóru flest øll góð. Umframt tey bæði løgini, sum 200 tolkaðu, var eisini frálíka "Wait- ing for Mars to come out" eitt satt hæddarpunkt. Undantakið var "All my mistakes become master- pieces", tittulin varð mótprógvaður í lagnum, sum var tað ringasta á spæliskránni. Tolkingin hjá Teituri av "Great balls of fire" hevur seinsta árið verið ein fastur partur av hansara spæliskrá, og var tað aftur fríggjakvøldið. Hetta er ein frálík tolk- ing, sum er sera egin. Løg sum "Regnið", "I was just thinking", "Poetry and Aeroplanes", "Sleeping with the lights on", "To meet you" og besta lag í Føroyum "Josephine" fingu stóran part av áhoyrarunum at syngja við. Teitur er vorðin fólkaogn í Føroyum. Teitur 200 desibel G! Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hjørdis og genturnar munnu vera ein tann fólkakærasti bólkurin í Føroyum. Øll duga at syngja við í næst- an øllum løgunum. Men bólkurin hevur ongantíð hildið eina konsert. Altso ikki fyrr enn leygardagin. Spæliplássið á G! gjørdist tann upplagdi karmurin og børn og fyrrverandi børn savnaðust í stórum tali at lurta. Genturnar vóru vorðnar konir, men sungu enn líka hjartaliga.Tær løgdu fyri við sanginum um indianara- børnini, og høvdu røttu koreografiðina aftur við. Hetta var herligt, og spæliplássið sang við. "Mala hendan veg" var somuleiðis sungin við røttu koreografiini. Spæliskráin var stúgvandi full av kendum sangum: "Dukkan fía", "Í barna- garði", "Rivnar gularøt- ur", "Tú skalt klappa" og "Eg vil telja stjørnur" fyri at nevna narkrar teirra. Hjørdis spældi gittar og Maria Guttesen ljómborð, afturat teimum var ein stórur bólkur av parykk- ílætnum tónleikarum, sum stuðlaðu undir løgini. Hæddarpunktið á konsertini var, tá Maria Guttesen sang eina ótrúliga vakra útgávu av "Dukka mín er blá". Maria hevur fingist nógv við tónleik, og klár- ar seg væl í danska tón- leikaídnaðinum, men ongan- tíð havi eg hoyrt Mariu sungið so vakurt, sum í hesum lagnum. Fyrsta konsertin hjá Hjørdis og gentunum gekk væl, so vónandi verður hett ikki tann síðsta. Hjørdis og genturnar fyri børn í øllum aldri Páll Fann Páll á G!