Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Festivalkirkjan: Vilja bróta múrar ni›ur Nr.140 - 26. juli 2005 7 - Vit vilja bróta niður múrar millum samkomuvirksemi og tann so- kallaða verðsliga heim- in. Karmarnir í tí tradition- ellu kirkjuni eru ofta ein forðing, tá vit í samkomuni vilja hava samband við fólk, sum ikki vanliga ikki vitja kirkjur og samkomur, sigur Tummas Jacobsen, sam- komuleiðari í Filadelfia, ið hevði eina festival-kirku á G! festi- valinum G! KIRKJAN Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mitt í øllum meldrinum og teimum túsundtals menniskjunum á G! festivalinum kundi tú finna eitt róligt stað við sofum og bleytum teppi undir fótum. Filadelfia hevði aftur í ár eina festival- kirkju saman við hinum básunum á festi- valinum. Vit settu okkum eina løtu í komfortablu sofurnar at rinda møð- ina eftir konsertir í langar banar og fingu át ið Tummas Jacobsen, ið var staddur í kirkjuni bæði kvøldini. Hetta var sanniliga ein kontrast til lívið, ið fór fram aðrastaðni á festivalinum. - Vit royna at skapa eina friðarliga atmos- færu, so at fólk kunnu kenna seg væl. Vit hava eisini roynt at gera tað so komfortabult sum gjørligt hjá gestunum, sigur Tummas Jacobsen. Fyri ikki at nokta nøkrum atgongd var tað eisini loyvt at smakka sær á og roykja inni í kirkjuni, sum ikki er vanligt í samkomuhølum kring landið. Kirkjan hevur eisini lagt dent á tað visu- ella, har tey vitjandi síggja lovsang á flat- skermi, tá tey trína innar, og hølini eru prýdd við málningum eftir Edith Mørkøre. Veittu vaktir Eins og í fjør hevði samkoman í Filadelfia skaffað vaktir til festivalin. - Vit hava veitt festivalinum 500 vakt- artímar, og tað er alt frívilligt arbeiði. Tey vilja stuðla sam- komuni og festi- valinum, sigur Tummas Jacobsen, ið er sera væl nøgdur við úrslitið. - Tað hevur hilnast sera væl fyri okkara viðkomandi. Tjaldið hjá okkum var smækfult bæði kvøldini, og vit fingu nógvar góðar samtalur - eisini um andalig viðurskiftir, sigur samkomuleiðarin í Filadelfia. Hann sigur víðari, at tey í samkomuni eru rættiliga tilvitað um, hvat endamálið við hesum tiltakinum er. - Vit vita, hvat vit vilja við hesum. Vit vilja bróta nakrar múrar, sum eru millum kirkjur og samkomur øðrumegin, og tað meira verðsliga lívið hinu- megin, sigur Tummas Jacobsen. - Jesus gekk allastaðni, har fólkið var, og Guds nærvera er ikki avmarkað til eitt samkomuhús, leggur Tummas Jacobsen afturat. - Tá fólk síggja hetta slagið av samkomu, spyrja tey seg sjálvi, um ein kirkja kann vera soleiðis. Vit royna við øðrum orðum at flyta mørk, sigur Tummas, og hann metir sjálvur, at tað hevur riggað væl. Karmar og innihald Spurdur hvønn karmar- nir kring samkomulív hava, sigur Tummas Jacobsen, karmarnir, sum eisini liggja í hugaheimi hjá fólki, mangan eru ein forðing fyri samskifti millum menniskju. - Vit vilja lækka gáttina millum tað verðsliga og tað anda- liga. Hetta er ótraditionelt í Føroy- um, og hetta er ein formur, sum man ikki er vanur at síggja, og tað hevur við sær, at vit kunnu fáa samband við fleiri fólk, enn vit vanliga gera, sigur Tummas Jacobsen. Tummas Jacobsen í tjaldinum hjá samkomuni Filadelfia, ið bjóðaði fólki inn til ein heitan munn og hugnaligar umstøður við málningum, teppi og bleytum sofum Mynd: Álvur Haraldsen Fríggjakvøld kl. 21.15 -Eitt, tvey trý, sting inn í. Fýra, fimm longur inn. Annar sangarin í Páll Finnur Páll, Páll Oddur Rubeksen, sær veruliga út til at taka sær av løttum á pallinum á spælipláss- inum, meðan hann spýtir út ein fúlan tekst eftir ein annan. -Visti tú, at abbi tín undir Fjalli var pedofil, tá omma tín var blivin senil, hoyrist blásandi úr hátalurunum. Á grøna graslíkinum á spæliplássinum veit ein partur av áhoyrarunum ikki, hvussu tey skulu fyrihalda seg til tekstir- nar hjá Pálli Finni Páll. Summi flenna í kíki, meðan onnur gerast meira álvar- som, sum framførslan gongur. -Teir hava sgu ongar hemningar what so ever, hoyri eg onkran siga aftanfyri meg. -Tað er feitt, at onkur torir at syngja um sov- orið, tí alt hatta er fullkomiliga tabu í Føroyum, hóast øll vita, at hatta fer fram, hoyri eg onkran annan siga. Sparkandi, stuttligu og speiski tónleikurin hjá Páll Finnur Páll er aftur ein dundrandi succes. Fremst framvið pall- in er ein stórur fjepp- araskari, sum hoppar og syngur við alla fram- førsluna hjá havnar- bólkinum. Á spæliplássinum eru kortini kontrastir, sum vilja nakað. Meðan stórur partur av áskoðarafjøldini syngur við lagnum hjá Páll Finnur Páll um abban, sum sker ein misnýttan smá- drong sundur, og fleygar sær eftir líkinum, reiggja ósek smábørn á spæli- plássinum og hugna sær á litføgru hoppiborgini. Tað eru ikki øll á spæliplássinum, sum eru so fegin um speisku og stutt- ligu tekstirnar hjá Páll Finnur Páll. Ymsastaðni á spæliplássinum renna for- eldrur runt og halda fyri oyrini á børnunum, meðan tekstir um blottarar og pedofilar blása úr hátalarunum. Vælumtóktu framførslur- nar hjá Páll Finni Páll í ár og í fjør eiga at geva havnarbólkinum pláss á G! Festivalinum komandi ár, og tá kundi verið skila- gott at latið teir spælt seinni á kvøldi, so smá- børn sleppa undan at hoyra um pedofilar og blottarar, meðan tey hugna sær á spæliplássinum. .páll Pedofilar og hoppiborgir