týsdagur 26. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 140 - 26. juli 2005
Leygardag
kl.15.09
REPORTAGA
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Dánjal
á
Neystabø
hevur alla verðina á
sínum herðum, og smáu
børnini spíla eyguni
út og rópa. Verðin skal
niður í eitt glas, sum
Hallur
Johannesen
síðani skal drekka.
Børnini hava hug at
fara fram at hjálpa
til, meðan mammurnar
gera sítt ítarsta til
at temja sínar ungar og
halda teimum sitandi,
meðan
teir
tríggir
Dánjal, Hallur og Búi
Dam undir útisjónleik-
inum
Ævintýraferðin
seta hugflogið í gongd
hjá børnum sum vaksnum
á spæliplássinum á G!.
Sólin bakar fram-
vegis, og stemningurin
er róligur. Tey flestu
liggja ella sita á
grøna
kunstgrasinum,
meðan tey allar ivri-
gastu børnini standa
uppi og peika og við-
merkja tað, sum fer
fram. Av og á verður
friðurin órógvaður av
hørðum
ljóðroyndum
niðri á sandinum, og
sambært skránni skuldi
tað verið villi heavy-
bólkurin SIC, sum í
løtuni
hevur
ljóðroynd.
Tað sæst á øllum
brøgdum, at útisjón-
leikuin Ævintýraferðin
er ein roynd at akti-
vera
barnasinni
og
interagera við smáu
áhoyrararnar, og hetta
sær út til at eydnast
til fulnar. Men tey
vaksnu síggja út til at
hugna sær eins nógv og
børnini, tí Hallur,
Búi og Dánjal duga væl
at undirhalda og koma
við jøvnum millumbilum
við viðmerkingum, sum
eisini eru stuttligar
fyri tilkomnar sálir.
Móti endanum á fram-
førsluni verða børnini
biðin um at koma upp á
pallin
at
imitera.
Tann fyrsti drongurin
hevur
nevarnar
á
lofti, og øll rópa við
ein munn, at hatta er
ein boksari. Fleiri
onnur børn nýta síðani
høvið at fara fram at
imitera.
Ein lítil ljóshærdur
drongur sæst tó, sum
fegin vil fara fram,
men sum ikki tykist
hava neyðuga dirvið.
4-5 ára gamli drongur-
in stendur uppi og
hevur hondina hálvgum
á lofti, men fer aftur
um mammu sína, tá hann
endiliga
fær
møgu-
leikan og verður biðin
um at koma fram. So
skjótt, næsta barnið
fer upp, stendur hann
aftur og veipar við
ørmunum fyri at gerast
tann útvaldi, men hann
kendi
ikki
sína
vitjunartíð,
og
møguleiki
hansara
tykist vera rokin á
hesum sinni.
Til seinast vera øll
børnini biðin um at
reisa seg og spæla við,
og tey kunnu sjálvi
sleppa at velja, hvat
tey vilja vera. Øll
børnini
reisa
seg
manssterk og útfolda
síni
leiklistarligu
evni, meðan Búi, Hall-
ur og Dánjal ganga runt
og gita, hvat børnini
spæla. Og har eru bæði
cowboyarar, svimjarar,
rennarar o.s.fr.
Tey vaksnu førka seg
longur aftur at seta
seg. Nakrar øl skyggja
í sólini, og lógva-
brestirnir runga, tá
teir tríggir enter-
tainararnir eru lid-
nir. SIC skal í gongd
niðri á sandinum, men
tað eru fá, sum leggja
leiðina
oman
móti
størra pallinum eftir
frisælu upplivingina á
spæliplássinum.
Tey
hava betri hug at vera
sitandi, til Hjørdis
og
Genturnar
skulu
hava
sína
søguligu
framførslu
teirra
klokkan 16.45.
Leygardagin
kl. 14.33
Samrøða
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
So var tíð til ein bajara
eina løtu. Á vegnum oman-
fyri spæliplássið og minna
pallin situr íslendski
journalisturin og føroya-
vinurin, Jens Guð, og
slappar av í sólini. Undir
liðini
er
myndamaður
hansara Albert Thorleifs-
son, og teir eru á G!
Festivalinum í arbeiðs-
ørindum fyri Fréttablaðið,
størsta íslendska tíðinda-
blaðið.
Jens Guð hevur í mong ár
skrivað um føroysk viður-
skifti í íslendsku miðlar-
nar, og hann hevur gjørt
sítt til at promovera mong
føroysk tónleikanøvn í
grannalandinum. Hesaferð
er hann komin at ummæla
G!, men júst nú hava
oyrini fingið nóg mikið,
sum hann sjálvur tekur.
Hann og myndamaðurin hava
fingið fatur á hvør síni
1,5 liturs gulløl eftir
eina langa fríggjanátt, og
teir tykjast at vera í
góðum hýri. Spurdur, hvat
higartil
hevur
verið
hæddarpunktið fyri hansara
viðkomandi, er Jens Guð
skjótur at svara.
-
Mín
favorittur
higartil hevur verið 200.
Eg havi fylgt teimum frá
byrjan, og teir hava ment
seg sera nógv. Men Hjálmar
var
eisini
ein
stór
uppliving í gjárskvøldið,
sigur
Jens
Guð.
Hann
g r e i ð i r
frá,
at
hann
og
myndamaðurin Albert búgva
í einum privathúsum í
Syðrugøtu hjá familju hjá
Eivør Pálsdóttir, sum teir
hava skrivað so nógv um í
størsta
íslendska
tíðindablaðnum.
- Hetta tiltakið er
heilt einfalt fantastiskt.
Karmarnir
við
bygdalívinum, sandinum og
sjónum skapar ein heilt
serligan stemning, og tað
er
ein
fantastisk
uppliving at vera við á
G!,
sigur
íslendski
tónleikaskribenturin.
Jens
Gud
metir,
at
tónlistarliga støðið sum
heild hevur verið sera
høgt á G!. Hann metir, at
G!
Festivalurin
er
á
altjóða stigi, bæði hvat
tónleiki
og
samskipan
viðvíkur, og sjálvur lovar
hann at gera sítt til, at
tiltakið skal á breddan í
Íslandi.
Men hann hevur tó hug at
ilskast
inn
á
fleiri
føroyskar tónleikabólkar.
- Tað eru alt ov nógvir,
sum syngja sínar sangir á
enskum. Eg kann ikki tola,
at føroyskir bólkar til
føroysk tiltøk bara syngja
enskt. Tíðin er farin, tá
enskt var obligatoriskt í
tónleikaheiminum,
slær
Jens Guð fast.
Ná, undirritaði fer víðari
oman á Spæliplássið at
hyggja at útisjónleikinum
Ævintýraferðin, men Jens
Guð og myndamaðurin vera
sitandi við gullbajaranum
eina løtu afturat.
Tvær øl í sólini
Ævint‡r á spæliplássinum