týsdagur 26. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 26. juli 2005
23
UTTAN ÚR HEIMI
Bretska løgreglan
leitar eftir fimm
monnum, sum verða
settir í samband við
bumburnar í London.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Løgreglan í London hevur
gjørt av at senda uppaftur
fleiri løgreglumenn at leita
eftir teimum fýra monnu-
num,
sum
royndu
at
spreingja fýra bumbur í
býnum seinasta hósdag.
Um vikuskiftið varð ein
ryggsekkur
við
einari
bumbu funnin í einari lund
við Wormwood Scrubs har
vesturi í London, men
løgreglan veit ikki, at
hendan
bumban
hevur
samband við teir somu fýra
menninar, ella um talan er
um ein fimta bumbumann.
Men sambært blaðnum The
Times heldur løgreglan, at
fimm bumbumenn ganga
leysir í býnum.
Keldur innan løgregluna
hava
sagt,
at
bumbu-
menninir eru helst av
eysturafrikonskum
upp-
runa, og at løgreglan hevur
fingið vissu fyri, at teir
høvdu samband við teir
fýra
sjálvmorðsbumbu-
menninar, sum sprongdu
bumburnar tann 7. juli.
Tann atsóknin kravdi 56
mannalív.
Sambært
The
Times
heldur løgreglan eisini, at
ein maður hevur lagt allar
bumbuatsóknirnar
til
rættis, og hann gongur
eisini leysur enn.
Fimm bumbumenn
ganga leysir í London
Egyptiskir eygleiðar-
ar halda ikki, at tað
var al-Qaeda, sum
sprongdi bumburnar
í Sharm el-Sheikh
leygarnáttina.
Yvirgangur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani leygarnáttina hava
væl mannað egyptisk løg-
reglulið leitað eftir monnu-
num, sum skipaðu fyri
teirri blóðugu atsóknini at
frítíðarstaðnum Sharm el-
Sheilk, har minst 86 fólk
lótu lív.
Í gjár kunngjørdi løg-
reglan, at hon leitaði eftir
fimm pakistonskum ríkis-
borgarum, sum vóru í
Egyptalandi,
men
sum
eingin hevur borið eyga við
síðani atsóknina. Framm-
anundan hevur løgreglan
sagt, at atsóknin var sera
væl fyrireikað. Eitt nú
høvdu
bumbumenninir
tikið
øll
eyðkenni
av
motorunum í bilunum, sum
teir brúktu til atsóknina, og
tí veit løgreglan ikki, hvør
átti bilarnar.
Egyptisku myndugleikar-
nir kunngjørdu um viku-
skiftið, at ein felagsskapur,
sum hevur tilknýti til al-
Qaeda, hevði átikið sær
ábyrgdina av atsóknini at
Sharm el-Sheikh, sum er
eitt sera væl umtókt frí-
tíðarstað hjá útlendingum.
Men egyptiskir eygleið-
arar ivast í, at hetta er so.
Teir halda, at tað mundu
heldur vera egyptiskir mót-
mælismenn, sum sprongdu
bumburnar, og at enda-
málið við atsókini er at
órógva stýrið hjá Hosni
Mubarak, forseta. Forseta-
val verður í Egyptalandi í
næstum, og fyri fyrstu ferð
sleppa fleiri valevni at stilla
upp. Kortini hava myndug-
leikarnir
strikað
fleiri
valevni, og tað hevur elvt til
misnøgd, skrivar Reuters.
Egyptisku eygleiðarar siga,
at tað er ikki óhugsandi, at
tað vóru víðgongdar and-
støðukreftir, sum sprongdu
bumburnar í Sharm el-
Sheikh,.
Nógvir hundrað norður-
lendingar hildu frí í Sharm
el-Sheikh, tá bumburnar
brustu, og nakrir teirra
fingu skaða. Tey flestu,
sum doyðu, vóru egyptar,
men atsóknin kostaði eisini
ferðafólkum úr Turkalandi,
Bretlandi, Italia, Kekkia,
Russlandi, Niðurlondum,
Ísrael og Ukraina lívið,
skrivar Reuters.
Neyvan al-Qaeda
Egyptiskir eygleiðarar halda ikki, at tað var al-Qaeda, sum skipaði fyri atsóknini í Sharm al-Sheikh.
Tinglimirnir møttu ikki
Nú um dagarnar skipaði leiðslan í bretska parlamenti-
num fyri einari yvirgangsvenjing í Undirhúsinum, mrn
áhugin ímillum tinglimirnar vísti seg ikki at vera serliga
stórur. Bara 30 tinglimir ella minni enn fimm prosent
av tingmanningini tóku lut í venjingini, skrivar
tíðindastovan AFP.
Geoff Hoon, sum er formaður í Undirhúsinum, sigur,
at hann er sera vónsvikin av luttøkuni. Bob Russel, sum
var tann einasti av tingmanningini hjá Liberaldemo-
kratunum, sum var við í venjingini, heldur, at teir
bretsku politikararnir áttu at víst størri áhuga fyri
venjingini, tá hugsað verður um tað, sum er hent í
London í seinastuni.
-Vilja politikararnir hava teir vanligu borgararnar at
geva trygdini størri áhuga, áttu teir at gingið undan sum
góðar fyrimyndir, sigur Bob Russel við AFP.
Dýrt heilsuverk
Ein nýggj frágreiðing vísir, at einki land í heiminum
brúkar lutfalsliga so nógvar pengar til heilsuverkið
sum USA. Í 2002 rindaði hvør einasti amerikanari
góðar 32.000 krónur til heilsuverkið, og tað var nógv
meiri, enn fólk í øðrum framkomnum londum gjørdu.
Harafturat kann nevnast, at í 2002 fóru 14,6 prosent
av amerikonsku bruttotjóðarframleiðsluni til heilsu-
mál. Í Danmark var tað tilsvarandi talið 8,8 prosent.
Amerikanskir granskarar, sum hava kannað
viðurskiftini, siga í einari frágreiðing, at tað er í lagi,
at amerikanarar rinda meiri fyri heilsumál, enn onnur
gera, men trupulleikin er, at teir fáa ikki meiri fyri
pengarnar kortini. Tvørturímóti vísir tað seg, at USA
hevur lutfalsliga færri sjúkrahússengur, færri læknar
og færri sjúkrasystrar enn onnur framkomin samfeløg.
Granskararnir skriva í frágreiðingini, at ameri-
kanska heilsuverkið byggir í stóran mun á marknaðar-
politisk viðurskifti, har tryggingarfeløgini hava nógv
at siga. Teir siga, at hendan skipanin hevur nógvar
útreiðslur við sær, og at hon krevur eisini munandi
størri umsiting enn tær skipanir, sum onnur lond hava.
-Tað er í lagi, at fólk gjalda meiri, um tey fáa
tilsvarandi meiri fyri pengarnar, men tey fáa tað sama
sum onnur, sigur professarin Gerard Andersson við
tíðarritið Health Affairs.
Flogvanlukka var sjálvmorð
Týska løgreglan sigur, at tann einsamalli maðurin,
sum datt niður í einum flogfari tætt við tinghúsið í
Berlin seinasta fríggjakvøld, gjørdi tað við vilja.
Løgreglan sigur, at kona tann 39 ára gamla
flogskiparan hvarv seinasta hósdag. Fríggjamorgunin
var maðurin til avhoyringar hjá løgregluni, men varð
latin leysur aftaná. Seinni um dagin fór hann út á ein
lítlan flogvøll, og nakað seinni datt flogfar hansara
niður tætt við ríkisdagsbygningin. Frammanundan
hevði hann givið einum 14 ára gomlum soni lyklarnar
til húsini og ymsar aðrar lutir.
Løgreglan í Berlin hevur framvegis ikki funnið ta
horvnu konuna, men gitt verður, at maðurin hevur
beint fyri henni, og at hann síðani tók lívið av sær við
at lata flogfar sítt detta niður.
Samanbrestir í Nepal
Sunnudagin vóru harðir samanbrestir ímillum løg-
regluna og mótmælisfólk í nepalska høvuðsstaðnum
Katmandu.
Mótmælisfólkini kravdu, at fyrrverandi forsætisráð-
harrin Sher Bahadur Deuba skal latast leysur úr
fongslinum. Hann og fleiri hundrað aðrir politikarar
vórðu tiknir og settir í fongsul, tá Gyanendra kongur
koyrdi tjóðartingið og stjórnina til hús í vár. Síðani
hevur kongur stýrt landinum einsamallur við hjálp frá
herinum og løgregluni.
Óheftar keldur siga, at minst 25 mótmælisfólk
vórðu tikin sunnudagin, og at umleið 15 mótmælis-
fólk og tíggju løgreglumenn fingu skaða í bardøgu-
num.