týsdagur 26. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 140 - 26. juli 2005
Søkt verður eftir skrivara til Heilsufrøðiskipanini í Havn at byrja skjótast
møguligt. Starvið er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávur:
• Skrivari hjá leiðaranum fyri Heilsufrøðiskipanina
• Veita tænastu til heilsufrøðingarnar kring landið
• Journalisering
• Samskipa fundir
• Upprætta og skráseta barna/familjujournalir
• Gera høgtøl
• Fyrisita og samskipa arbeiðstilfar til heilsufrøðingarnar
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella hollar royndir innan skrivstovuyrkið
• Góðar málkunnleikar til føroyskt og danskt
• Góðan telduførleika á brúkarastigi
Persónligir eginleikar:
• Evni til at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkiskap
• Tænastusinnað
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri førleikamenning
• Eina skipan í menning og fakliga virknar starvsfelagar
Setanar- og lønarviðurskifti:
Setanarøkið er Heimarøktin og Serforsorgin. Tænastustaðið er í løtuni skriv-
stovuna hjá Heilsufrøðiskipanini í Havn. Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjartu Vilhelm,
leiðara á Heilsufrøðiskipanini, á tlf. 354010.
Umsóknarfreistin er 15. august 2005. Umsókn við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir skal sendast til:
Bjartu Vilhelm
Heilsufrøðiskipanin
N. Finsensgøta 28, 2. hædd
100 Tórshavn
Um Heilsufrøðiskipanina
Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a.at eygleiða og kanna barnið,at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðv.
barnsins sálarligu,sosialu og likamligu menning,foreldraleikluti og tilknýti.
Á skúlunum umfatar arbeiðið harumframt funktiónskanningar, regluligar samrøður við børnini, bæði
persónliga og í bólkum,og undirvísing.Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv.
Heimarøktin og Serforsorgin
Heilsufrøðiskipanin
Skrivari til
Heilsufrøðiskipanina
Ferielukning
Kontoret er lukket p.g.a.ferie fra 15.juli til og med 7.
august.
Vi kan dog kontaktes på tlf.0045 40364465.Her kan
også sendes en SMS besked.
Grannskoðaravirkið Højmose, FRR
v/ Børge Christiansen, Cand.merc.aud.
í Heiðum · 370 Miðvágur
tlf. 333498 · telefax 333490
e-mail: hoejmose@post.olivant.fo
www.rev-hoejmose.dk
Felagsskúlin á
Oyrarbakka
Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv fyri
lærara í farloyvi, ið hevur lærugreinarnar føroyskt,
kristni og týskt í framhaldsdeildini.
Starvið er 19 t/v. og er tíðaravmarkað frá 15. august
til og við 30. september 2005.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi 8. august 2005.
Nærri fæst at vita frá skúlastjóranu á tlf. 22 69 40.
Felagsskúlin á Oyrarbakka
Skúlavegur 8, Postsmoga 20
400 Oyrarbakki
Summarfrí
Salongin verður stongd vegna summarfrí frá 1.
august til 22. august.
Harraklipping í Vágsbotni
Tlf. 318757
Húsasmiðir søkjast
Søkt verður eftir húsasmiðum til arbeiði í Danmark.
Tlf. +45 20 71 62 23, André
ella +45 20 71 62 24, Bragi
www.sosialurin.fo