týsdagur 26. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Poul Ennigarð og
Bartal Eliasen eru
leikbannaðir, tá ið ÍF
fyri fyrstu ferð skal
royna seg í finaluni
um Løgmanssteypið
ÓLAVSØKUFINALAN
Jóannes Hansen
Við 1-0 sigri á Toftum
sunnudagin tryggjaði ÍF
sær fyri fyrstu ferð nakran-
tíð pláss í steypafinaluni.
Seinast ÍF var í finaluni var
í 1987, tá ið fuglfirðingar
taptu ímóti HB.
ÍF hevur ongantíð luttikið
í altjóða fótbólti. Um tað
eydnast fuglfirðingum at
vinna á grannunum úr Gøtu
á Ólavsøku, so fer ÍF at
eiga rættin at spæla í UEFA
Cup næsta ár. Uttan mun til
hvussu tað annars fer at
ganga
hjá
teimum
í
landskappingini.
- Hetta kennist sum stór
avbjóðing hjá okkum øll-
um. Vit fara at venja eina
ferð á Svangaskarði, og so
hava vit fingið loyvi at fara
á
Tórsvøll
eina
løtu
ólavsøkuaftan, aftaná at
B36 og ÍBV hava spælt,
sigur
Petur
Simonsen,
venjarin hjá ÍF.
Fyritreytirnar hjá fugl-
firðingum undan finaluni
versnaðu
ikki
sørt
á
Svangaskarði sunnudagin.
Tá ið 22 minuttir vóru
farnir, fekk miðverjin Poul
Ennigarð, reytt kort fyri at
taka upplagdan málmøgu-
leika frá B68. Hann nýtti
hondina. Poul hevur spælt í
bestu deildini í mong ár.
Hann hevur bara eina ferð
áður fingið reytt kort. Tað
var
í
landskappingar-
dystinum ímóti KÍ herfyri.
Tá fekk hann leikbann í
tríggjar
dystir.
Sunnu-
dagurin var tann fyrsti, sum
Poul fekk loyvi aftur at vera
við. Nú er greitt, at hann
verður
leikbannaður
í
finaluni.
Tá ið tað restaðu sjey
minuttir av fyrra um-
farinum fekk Bartal Eliasen
gult
kort.
Hann
var
byrjaður í álopinum og
hevði skorað ÍF málið og
var farin aftur í miðverjuna,
tá ið Poul var rikin av
vøllinum.
Hetta var triðja gula
kortið
hjá
Bartali
í
steypakappingini, og so er
hann
leikbannaður
í
finaluni. Reglurnar fyri
Formuladeildina siga, at
fimm gul kort skulu til,
áðrenn
spælari
verður
leikbannaður. Í steypakapp-
ingini eru gomlu reglurnar
galdandi, sum siga, at
hamarin fellur eftir trý gul
kort. Sambært heimasíðuni
hjá FSF hevur hann fingið
kort í báðum hálvfinal-
unum ímóti B68 og eisini,
tá ið ÍF í fjórðingsfinaluni
vann 1-0 á HB í Gundadali.
- Eg haldi tað vera sera
harmuligt, at vit skulu vera
tveir profilar fyri uttan.
Serliga harmuligt er tað, at
Bartal fekk gula kortið í
støðu, sum eftir mínum
sjónarmiði als ikki var til
gult kort. Heldur kendist
tað sum um, at dómarin júst
hesa løtuna kanska kendi
seg eitt sindur kroystan,
heldur ÍF venjarin Petur
Simonsen.
Fyrr í ár var Jonn
Thomsen í ÍF miðverjuni.
Hann hevur leingi verið
skaddur, og hann verður
ikki við í finaluni. Annar av
miðverjunum verður Símun
Eliasen. Spurningurin er
so, hvør fer í hitt plássið.
Áki Petersen
Stríðsmaðurin á mið-
vøllinum,
Eyðolvur
R.
Petersen,
noyddist
av
vøllinum í 2. hálvleiki, men
í ÍF rokna teir við, at hann
verður tøkur fríggjadagin.
Petur Simonsen rósar
sínum spælarum fyri góðan
hugburð, tá ið tað stóð
tóktist skula standa á, eftir
at teir høvdu mist ein
mann.
ÍF hevur seinastu dagar-
nar fingið tveir nýggjar
spælarar.
Emil
Nolsøe
Leifsson er leigaður frá
HB. Hann spældi síðsta
stóra hálva tíman mitt á ÍF
miðvøllinum ímóti B68.
Málverjin Jacob Kaas
hevur seinastu dagarnar
vant við ÍF, og avtala er
gjørd við spælaran. Hann
hevur spælt í Svendborg.
Hann hevur røtur í Grøn-
landi, og hann var í mynd-
ini til landsliðið hjá teim-
um, sum var á Oyggja-
leikunum, men hann rakk
akkurát ikki ímillum teir
kosnu.
Plásstrot
Vegna plásstrot í dags-
ins blað var ikki pláss
fyri øllum ítróttartilfar-
inum. Restin av tilfarin-
um verður í blaðnum í
morgin.
Nr. 140 • týsdagur • 26. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B68 megnaði ikki
hugflogið, sum skuldi
til fyri at venda
gongdini, hóast teir í
meiri enn ein tíma
vóru fleiri á vøllinum
enn fuglfirðingarnir,
sum vístu góðan
hugburð, vóru tað
B68-ÍF HÁLVFINALA
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Tað var undan dystarbyrjan
í góðveðrinum á Svanga-
skarði púra opið, um tað
skuldi verða ÍF ella B68,
sum skuldi spæla finaluna
ímóti GÍ.
ÍF endaði omaná. Teir
vunnu
1-0
og
harvið
samantalt 3-1. Toftamenn
høvdu bóltin kanska 80
prosent av tíðini, men teir
megnaðu ikki tað, sum er
alneyðugt í fótbólti, nevni-
liga at spæla seg til mál-
møguleikar og at gera mál.
Tað gjørdi ÍF. Eftir at B68
fyrstu løtuna einar tríggjar
ferðir hevði verið nær við,
eftir at sera væl upplagdi
Øssur Hansen var brotin
ígjøgnum í vinstru og hevði
lagt innfyri, skoraði ÍF í
fyrsta álopinum, sum teir
høvdu. Eftir fínt álop, sum
varð sett í gongd aftarlaga í
høgru og spælt diagonalt og
tvørtur um aftur, legði Atli
Petersen innfyri úr høgru,
og Bartal Eliasen, sum
fyrstu løtuna var í álopinum
saman við Sylla, tveitti seg
fram um verjuna við nærra
stólpan
og
stútaði
hegnisliga í netið.
So tóktist mótbrekkan
serliga tung hjá toftamonn-
um, sum við dystarbyrjan
høvdu verið aftanfyri við
einum máli. Men tað
slætnaði hjá teimum í 22.
minutti. Eftir framlegging
eftir miðásinum rætti mið-
verjin Poul Ennigarð hond-
ina upp og steðgaði bólt-
inum, sum annars hevði kós
ímóti Jóhan Peturi Poulsen,
sum var á veg at gerast púra
leysur. Dómarin fór í reyva-
lumman, og so vóru fugl-
firðingar undirmannaðir.
Frísparksstøðan
bar
horna til B68 við sær. Tað
fingu teir einki burturúr. ÍF
fór í skjótálop, og teir fingu
so stóran møguleika at økja
um leiðsluna, sum tað ber
til. Sylla og Atli Petersen
vóru einsamallir við einum
verjuspælara. Sylla tøvdi
eitt sindur í høgru, áðrenn
hann legði framvið verju-
spælaranum og inn til Atla
Petersen, sum ikki fekk
stundir at smekka til,
áðrenn hann varð taklaður.
Gamla søgan
Næstu
fimm
korterini
myndaðust, sum spælið so
ofta hevur gjørt, tá ið annað
liðið hevur mist ein mann.
Bartal varð fluttur aftur í ÍF
miðverjuna, og Sylla lá
einsamallur har frammi og
dyrgdi eftir kontramøgu-
leika.
B68 royndi og royndi,
men tað eydnaðist teimum
ikki at fáa mál. Teir høvdu
fleiri hornaspørk, og eftir
innlegg var tað fleiri ferðir
nær við og næstan. Men
Tórður
Thomsen,
sum
tykist vaksa við uppgávuni
í ÍF málinum, helt tætt, og
tað var heilt sjáldan - um
tað var nakrantíð - at hann
varð settur á stórvegis
royndir. Hann hevði sjálvs-
álit, hann var tryggur í
brotsteiginum, og hann
sparkaði langt, og tofta-
menn megnaðu ikki at gera
honum lívið serliga trupult.
Fyri at skapa málmøgu-
leikar, tá ið annað liðið er
undirmannað og noytt at
pakka seg saman, er neyð-
ugt at toga spælið í borðini
og harfrá at leggja innfyri,
og at samanspæla skjótt og
tætt í brotsteiginum. B68
royndi báðar uppskriftirnar,
men teir megnaðu ikki at fáa
tað burturúr, sum skuldi til.
ÍF helt tætt. Á sentrala
miðvøllinum stríddist og
vann Høgni Zachariassen
nógvar nærdystir. Tað var
smeitur, tá ið arbeiðs-
hesturin Eyðolvur Petersen
orsaka av skaða noyddist at
gevast, men avloysarin
Hanus Eliasen, sum serliga
hevur dygdir frameftir,
megnaði væl sín leiklut,
sum nú var at hjálpa til í
verjuspælinum.
Símun Eliasen og Bartal
Eliasen vóru bestir í luft-
krígnum og høvdu royndir-
nar, sum skuldu til, tá ið
teirra lið var undir trýsti.
Rúni Elttør og Áki Petersen
røktu sínar ódnir í borðun-
um, og Atli Petersen og
Eyðun Ryggshamar tusk-
aðu nógv í borðunum.
Emil Nolsøe Leifsson vísti
síni góðu evni, tá ið hann
varð settur inn, og hóast
hann leingi hevur verið illa
skaddur, so vísti Bárður á
Lakjuni lítlu løtuna, hann
var á vøllinum, at fótbólts-
evnunum bilar einki.
Tað bilti ikki hóast
ÍF kom sær í óføri
B68-ÍF 0-1 (0-1)
0-1: Bartal Eliasen 13.
Dómari: Georg N. Rasmussen
B68:
Albert Sævarsson - Alex Troleis, Ovi
Magnussen, Bogi Petersen, Øssur Hansen - Kristian
Anthon Andreassen (Øssur Jacobsen,65.),Eyðstein
Skipanes, Jann Ingi Petersen, Fabricio Borges
(Jóhan Dávur Højgaard,83.) - John Petersen,Jóhan
Petur Poulsen
Gult kort: Jóhan Petur Poulsen, Øssur Hansen,
Eyðstein Skipanes, Øssur Jacobsen
ÍF: Tórður Thomsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð,
Símun Eliasen, Rúni Elttør - Atli Petersen, Eyðolvur
Petersen (Hanus Eliasen, 62.), Høgni Zachariassen,
Eyðun Rygshamar (Emil Nolsøe Leifsson, 57.) -
Bartal Eliasen, Amed Sylla (Bárður á Lakjuni, 88.)
Gult kort: Bartal Eliasen, Atli Petersen
Reytt kort: Poul Ennigarð 22.
ÍF samantaldur vinnari og í finaluna við
málmuninum 3-1.
FAKTA
ÍF skal hava nýggja miðverju
Atli Petersen hjá ÍF og Fabriocio Borges dystast um bóltin. ÍF vann sær sæti í eini steypafinalu
fyri fyrstu ferð síðan 1987, tá kappast varð um Ísafjarðasúluna
Mynd: Álvur Haraldsen